mikudagur 12. august 1992síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
avnaðarflokkurin í ferð
ri sær sjálvum 3
tíðindablaðið
við at beina
Javnaðarflokkurin og
syndabukkapolitikkur
Nú síggja vit, at tað, sum Oli Breckmann hevur skrivað móti
fakfelógunum, verður sett í verk av sjálvum formanninum fyri
javnaðarflokkin skrivar Oli Jacobsen, formaður í Føroya
Fiskimannafelag í hesi greinini.
Á seinasta landsfundi hjá
Javnaðarflokkinum gav
Atli Dam ilt av sær, tí
hann kendi tað so, at hann
persónliga varð gjørdur til
syndabukk fyri allar trup-
ulleikarnar samfelag
Og her hevur Atli Dam
fyri so vitt rætt
eisini viðurskifti, sum vit
onga ávirkan hav á, ið eru
medvirkandi til ta steðu,
sum samfelagið er í.
Men hinvegin hevur ein
trupult við at taka synd í
Atla Dam. Tí tá tað ræður
um at gera onnur til
syndabukk fyri viður-
skifti, sum hann sjálvur
hevur fremstu ábyrgd av,
tá stendur hann sanniliga
í fyrstu reð. Hetta er stak
ódámligt, tí hetta vitnar
um ábyrgdarloysi við lít,
tá menn ikki kunnu
standa við teirra egnu
gerðir. Annars vita vit, at
tað hava staðist tær mest
ræðuligu avleiðingar av
Tad eru
slíkum syndabukkapoli-
tikki.
Undirritaði skal ikki
taka steðu til, hvert tað er
rímiligt, tá Atli Dam ger
leiðsluna á sjúkrahúsinum
til syndabukk fyri tað,
sum er hent har seinastu
tíðina.
Men eitt veit eg, og tað
er, at Atli Dam bakkar
ikki fyri at gera onnur til
syndabukk fyri egnan
miseydnaðan politikk, og
tað móti betri vitandi.
Og nú er neyðugt at
endurtaka nakað, sum er
skrivað fyrr, og sum A. D.
roynir at tiga burtur. Sum
ellum kunnugt, hava vit
aldri havt nakran rættu-
ligan fiskivinnupolitikk,
og úrslitið hevur eisini
verið hareftir. Undanfar-
nar samgonga fann so
uppá at gera fiskivinnufel-
egini til syndabukk fyri
hesi viðurskifti. Henda
syndabukkateori er enntá
niðurfeld á pappír, og har-
við vita vit, at tað er Fróð-
skaparsetrið, sum hevur
hjálpt politikkarunum við
at leggja skuldina yvir á
vinnufelegini. Hetta varð
so nýtt sum undanfersla
fyri at útihýsa vinnufeløg-
unum frá stórt sæð allari
ávirkan.
Tað var í hvussu er ein
politikkari, sum visti, at
skuldsetingarnar móti
vinnufeløgunum, og ser-
stakliga móti Fiskimanna-
felagnum, bygdu á regu
lera søgufalsan og mani
pulation av veruleikum
Og tad var Atli Dam
Hann visti, at tå hann
gjørdist legmaður i 1985
varð studningurin lækk-
aður vid 100 mill, og her
vóru feløgini beinleiðis
medvirkandi gjøgnum
studningsnevndina.
Hóast hetta erur studn-
ingsnevndin gjerd ansvar-
lig fyri hækkandi studn-
ingsútreiðslum, hóast tað
eisini er ein veruleiki, at
tað sum beinleiðis kg.-
studningarnir hækkaðu
atur, var orsakað av rokni-
feilum í fiskivinnuumsit-
ingini.
Atli Dam veit eisini, at
hevði hann lurtað eftir FF
í 1986, kundi fyri ein stór-
an part verið sloppið und-
an teirri studningseks-
plosion, sum vit fingu i
1988 i Råfiskagrunninum.
Hann velit eisini, at veran-
di skipan vid marknadar-
buskapi er fyrst og fremst
vinnufeløgunum fyri at
takka. Tad vóru FF og
MU sum syttu fyri at
velja limir i teirri prisåset-
ingarnevnd, sum undan-
farna landsstyri fekk sam-
tykt, og har ætlanin var at
seta koddaskipanina hjå
flakavirkjunum og fiska-
søluni i gildi aftur. Henda
koddaskipan var annars
avtikin samb. uppskoti
frå FF, sum varð gjørt til
log.
Hóast hesa vitan, so er
Atli Dam við fullum mu-
sikki farin í part við teim-
um, sum hava gjørt vinnu-
feløgini ansvarlig fyri
øktu studningsútreiðslur-
nar, serstakliga i 1988. Og
er hetta i sær sjålvum eitt
nóg gott prógv um tað
holdningsloysi og tað trú-
loysi, sum eyðkennir Atla
Dam og teimum nikku-
dukkum, hann hevur
afturat sær.
Tað hevur ongantíð ver-
ið nakað dulsmál hverja
steðu Fólkaflokkurin og
Óli Breckmann hava havt
til fakfelog. Og sjálvur
hevur ein verið so býttur
at halda, at júst steðan til
fakfeløgini gjørdi ein mun
millum samgonguflokkar-
nar báðar.
Men nú síggja vit, at
Nr.
150 — 12. august 1992
tað sum O. B. hevur skriv-
að móti fakfeløgunum, nú
verður sett í verk av sjálv-
FRAMSYNING
AV
KS-TIMBURHUS TYPA A!
i LAGNI (inn frå FUTALÅG) Térshavn
Tad er ikki mark fyri, hvussu Atli Dam loyvir sær at
sjikanera fakfeløgini skrivar Oli Jacobsen
Komið og síggið eini lyklakår sethús,
har dentur er lagður á góðsku!
KS-TIMBURHÚS
Smærugeta 16 - Tlf. 16187 - Fartlf. 86187
Leygardagin 15. august kl. 10-18 og sunnudagin
16. august kl. 14—18 vísa vit fram nýgg
KS-TIMBURHUSID, sum eru eini føroysk sniðhús,
ið eru bygd upp á staðnum.
ja