Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 1992síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FO ILLS te LE GE GE Sida 12 Fyrr í ár setti landsstýrið ein arbeiðsbólk at gera tilmæli í spurninginum um býti av virksemi og ábyrgd millum landið og komm- unumar. Í bólkin vóru vald Jógvan K. Mørkøre, kommunufelagsformadur, Oli Heinesen, byrådsfor- madur i Klaksvik, Poul Michelsen, byrådsformad- ur i Havn, Kåri Petersen, fíggjarstjóri í Tinganesi og Kjartan Kristiansen, menningarstjóri, sum hev- ur verið formaður. Herfyri legði arbeiðs- bólkurin fram fyribilsålit sum boð um, hvussu framtíðar kommunuskipan Føroya eigur at vera eftir teirra metan. Allir nevndarlimirnir uttan Jógvan K. Mørkøre helda, at besta loysnin er at ein beinleiðis samanlegg- ing av kommunum í eini sýslu ella ødrum hóskandi eki. Hvør kommunueindin skal so umsita likning, 1.000 íbúgvar. Nærum helmingurin av øllum føroyingum búgva í landsins tveimum stórstu kommunum. primeru heilsutænastuna, almannamál, skúlamál, havnir, umhvørvismål, mentunnarmål, vegir, planlegging og byggibun- ing bæði til sethús og ídnað. Jógvan K. Mørkøre er ikki sinnaður fyri samanlegging, men vil heldur skipa fast samstarv millum verandi kommun- ur. Meira demokratiskt Meirilutin í arbeiðsbólk- inum sigur, at ein fyri- munur í eini samanleging er, at fígging kann verða gjørd við heildarveiting eftir objekuvum eyðkenn- um. Ein samanlegging lýkur bæði krøvini til demokrati og einfalding av viðurskiftunum millum landið og kommununar, verður sagt. Meirilutin sigur, at skipast skulu ráð fyri bygdir. Hesi ráð skulu umsita og ráðgeva í spur- ningum um bygdarvegir, kloakkir, leikvallir v.m. Ráðini skulu verða vald av kommunustýrum. Fyra møguleikar Arbeiðsbólkurin hevur annars arbeitt við fýra møguleikum. Einari 6- broyttari kommunuskipan, føstum samstarvi millum verandi kommunur, bygd- arráðum við ráðgevandi kommunum og saman- legging av kommununum í stórri kommunalar eindir. Verandi skipan Meirilutin í arbeiðsbólk- inum heldur, at tað ber til í ein ávísan mun at gera viðurskiftini einfaldari millum land og kommunu við verandi skipan, men Stóri munurin á støddum á kommunum og inntgku- grundarlagi ger, at landið fer at taka alt fleiri målsøki frá kommununum. Av somu orsøk heldur bólk- sostalurin Arbeiðsbólkur mælir til: Kommunusamanleg Nr. 151 — 13. august 1992 urin tað heldur ikki vera sannlíkt við heildarveiting. Hildið verður eisini, at tað versnadi fríggjargrundar- lagið hjá kommununum fer at bera í sær, at fleiri kommunur orka ikki at røkja sínar skyldur, og mugu ti lata fleiri målsøki frá sær. Flestu kommunu- nar klára heldur ikki at nøkta tann tørv, sum borg- arin setir. Fast samstarv Annar møguleikin, ar- beiðsbólkurin nevnir, er fast samstarv millum verandi kommunur, men her eru nógvir vansar, og ber í sær somu vandamál sum verandi skipan. Mill- um annað, at umsitingin verður trupul og í mongum førum tviføld. Eftirlitið hjá borgarunum verður av- markað tí persónarnir, sum taka flestu og týdningar- mnestu avgerðirnar, eru ikki beinleiðis valdir av borgarunum. Hetta er eingin gongd leið heldur meiriluitin í bólkinum. Ráðgevandi kommunur Ein tridi møguleiki, sum nevndur verður, eru ráð- gevandi kommunurnar. Hvor bygd hevur sítt ráð, sum er ráðgevandi mót- vegis landsmyndugleikun- um. Rætturin til skatta- innkrevjing verður tikin burtur, og ráðini verða fíggjað av.landinum. Bygdaráðið kann umsita åvis øki fyri landið, t.d. bygdavegir, kloakkir og leikvgllir. Hesin møgu- leikin lýkur eisini treytir- nar til demokrati og ein- falding, og kemur at minna nógv um støduna hjá Hetlendsku kommunnum, sum hava kommunustýri, men einans ráðgevandi vald. Arbeiðsbólkurin heldur ikki, at hesin møgu- leiki er ráðiligur. Samanlegging Hesin fjórði møguleikin, sum nevndur er, er júst hann, ein stórur meiriliti í arbeiðsbólkinum er mest sinnaður fyri. Nevniliga Myndir: Kalmar Orð: Tórfinn eina sameinging av kommunum í eini sýslu ella øðrum hóskandi øki. Hendan skipan er lættast at fáa í tráð við núverandi kommunulóg og gevur tað einfaldasta myndugleika- býti. Sagt verður, at vandi er fyri, at stríð tekur seg upp millum bygdir um staðsetingar og útbygging- ar, men bólkurin heldur, at einki stríð verður loyst av at leggja avgerðina longri burtur frá trupulleikunum. Politisk ábending Arbeiðsbólkurin fer fyri- bils ikki longri við sínum arbeiði. Bólkurin mælir landsstýrinum til at tryggja sær ein stóran part í landsstýri og á løgtingi fyri, at býtið av virksemi og ábyrgd millum land og kommunur skjótast tilber verður skipað eftir hesum seinast nevnda møguleika,- samlegging. Tå arbeids- bólkurin hevur fingið eina politiska ábending er hann fúsur at halda fram, verður sagt. tór.- Politikararnir meira ivasamir Kommunusamanlegging fær neyvan politiskan meiriluta i tinginum. Vit hava spurt nakrar politikarar um teirra hugsan um kommunu- samanlegging Javnaðarflokkurin: Neyvan fyri -Javnaðarflokkurin hevur ikki í nóg stóran mun við- gjørt spurningin um stødan hjá verandi kommunum skal broytast, men hóast tað heldur Jørgen Thom- sen, løgtingsmadur seg kunna siga, at hann ivast stórliga í um flokkurin er sinnaður fyri beinleiðis kommunusamanlegging Jørgen Thomsen sigur, at hetta eru flestu kommunur- nar neyvan heldur sinaðar fyri, ti tær Óltast fyri at missa nakað av ti avgerð- arrætti, tær nú hava. Ting- maðurin heldur, at betur var, um onkur skipan við stórri samstarvi millum verandi kommunur kundi fingist at virka. Men hann tekur aftur í aftur, at sjálvandi fer Javnaðarflokurin nú at taka spurningin upp og millum annað við upplegginum frá arbeiðsbólkinum í huga at finna frægastu loysn.