fríggjadagur 14. august 1992síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 152 — 14. august 1992
ríggj in kl 18.35:
Nurses
Amerikonsk sendirød frá 1991 efur Susan
Harris
Tå ið Beverly, stjórin, knappliga doyr,
verður nógv tosað um deydsorsøkina. Øll
fara at hugsa nærri um Beverly, og hvussu
tey vóru ímóti honum. Annie kennir seg
skylduga í deyða hansara, tí seinast tey tos-
aðu saman, vóru tey ikki just samd. Og Gina
ásannar, at heldur ikki hon er ódeyðilig..
Fríggj in kl. 20.00:
Ann Jillian Story
Ann Jillian Story
Ann Jillian var ein vøkur sjónleikara-
kvinna, sum eisini hevdi fingidein Emmy. Í
1985 fekk hon bróst-krabbamein og fekk
fleiri kemo-viðgerðir. Men hóast tað spældi
honein leiklut í einari tónleikasendirgð bert
11 dagar eftir eina skurðviðgerð. Tá ið hon
varð frísk aftur, helt hon fram sum sjón-
leikari, samstundis sum hon helt fyrilestur
um ta døpru tíðina. Ann Jillian er framvegis
ein frísk kvinna, sum syngur og dansar og er
eitt livandi prógv um, at krabbamein kann
lekjast.
Leygardagin kl. 20.00:
Ice Man
Amerikanskur filmur frá 1984. Á einari
arkuskari kanningarferð finnur dr. Stanley
Shepard likamid av einum manni, sum hev-
ur ligið undir ísinm meira enn 40.000 ár.
Hann uppdagar, at maðurin er í koma og so-
stattikki deyður. Saman vid ødrum eydnast
Stanley at vekja mannin aftur, og teir kalla
hann Charlie. Stanley roynir at læra seg at
tosa við Charlie, og so við og við verða teir
vinir…
The Golden Girls
Blanche og Rose kappast um sama leiklut í
meistaraverkinum »Macbeth« hjå William
Shakespare. Ímeðan kemur systir Dorothy,
Gloria, at vitja. Sophia plagar altíð at tosa
um hvussu vøkur hon er, og Dorothy stúrir
fyri athon kemur. Blanche missir sín leiklut
og noyðist at spæla heks nr. 3. Dorothy
heldur, at Sophia kanska noyðist at flyta til
California...
Sunnudagin kl. 19.30:
An American Were-
wolf in London
R
aði 6 2
An American Werewolf in London
Amerikanskur Oscarløntur ræðufilmur frá
1981. Tveir ungir, amerikanskir dreingir
ferðast í Onglandi og komaeitt kvøldi til ein
lítlan bý, sum liggur fyri seg sjálvan. Men
har fáa teir einki rúm, og teir noyðast at fara
aftur. Seint sama kvøldid loypir eitt ódjór á
teir, og Jack verður dripin, og David verður
skaddur. Nakrar vikur seinni er David so
frægur, at hann fer til London. Men hann
droymir ofta, at Jack kemur til hansara. Og
Jack sigur honum, at tað var ein varúlvur,
sum leyp á teir, og um David ikki beinan-
vegin ger sjálvmorð, verður hann skjótt til
ein varulv og fer at drepa fólk. David vil
ikki wúgva honum, men næstu ferð, full-
máni verður, hendir nógv undarligt…
Mánadagin kl. 20.00:
Dadah is death
Am./austr. filmur í tveimum pørtum, bygd-
ur á eina sanna søgu. Í Malaysia verður nar-
kotika kallað >dadah<. At handla við >da-
dah< er tað sama sumdeyðin, tí Malaysia
hevur havt deyðarevsing fyri allan narko-
handil síðani 1983. Beint eftir, at henda lóg -
in varð sett í gildi, tóku tollarar tveir menn,
sum komu vestanifrå á flogvøllinum í Pen-
gang. Teir eru Kevin Barlow, sonur eini ar-
beiðarahjún, sum flutti úr Onglandi til Au-
straliu, og Geoff Chambers, sum kemur frá
ríkum fólkum og fæst við narko-handil
mest fyri stuttleika. Tilsaman hava teir
remum heromi uppi á sær, nog
mikið ul at teir verða deydadømdir.
Mamma Kevin, barbara, berjist fyri lívi-
num hjá soninum, og hon fer til Reagan,
Margareth Thatcher, kongin i Malaysia og
påvan, og øll blød í heiminum skriva um *
hetta málið...
Mán in kl. 22.45:
Twilight Zone
Mouth McGarry og Betram Beasley,
venjarar og liðleiðarar hjá Hoboken
Zephyrs, klandrast um hvor teirra hevur
ábyrgdina av, at liðið liggur á 31. plássi.
Onkur ringir til Beasley at spyrja um hann
er áhugaður í einum bascball-spælara, sum
eitur Casey. Beasley er áhugaður, og stut
eftir kemur ein lítil, hvithærdur maður vid
Casey. Mouth sleppur at síggja eitt frálíkt
kast fyri og annað eftir, men tá ið tann lítli
maðurin sigur honum, at Casey er ødrvisi,
ger Mouth av at halda hesa vitan fyri seg
sjálvan.
Týsdagin kl. 18.35:
The Fanelli Boys
Brødurnir Fanelli verða ein dagin eyka-
pápar hjá Alex og lítla beiggja hansara,
Steve, tí mamma teirra fer at ferðast. Tá ið
Alex sigur Ronnie, at hann hevur fødingar-
dag, gera brødurnir av at gera okkurt í sam-
band við fødingardagin. Theresa og Angelo
eru og ferðast í Rom, og hesa fritid unna tey
ongum. Tey búgva í einum gomlum
kleystri, og ongastaðni kunnu tey fara, tí tey
vænta, at pávin fer at koma.
Týsdagin kl. 21.45:
Ein sjúklingur doyr á einum sjúkrahúsi, og
øll halda, at tað er eftirviðgerðin, sum ein
lækni hevur framt, sum hevur gjørt enda á
honum. Quincy verður biðin at kanna, um
orsøkin er ein onnur.
Mik in kl. 20.00:
Kjære Maren
Norskur filmur frå 1976 bygdur á skald-
søgu hjá Oscar Braaten »Bak høkerens
disk«. Søgan fer fram á Rodeløkka á Kristi-
ania ein summarmorgun um aldarskiftid.
Tværungar gentur fara inn til býin, tær hava
gingið langt, og svíma uttan fyri hjá Endre-
Sen...
Mik in kl. 22.10:
Dragnet Today
Steve Wilson seur seg í samband við
Daniels og Molina, tí hann hevur uppdag-
að, at allar ognir og 30.000 dollarar hjá
mammu hansara, sum liggur á sjúkrahúsið,
er horvið. Tey kanna málið og halda seg
uppdaga, at frú Wilson er vorðin ávirkað og
hevur givið burtur alt hon átti. Á sjúkrahúsi-
num sigatey, at ein maður hevur verið fleiri
ferðir og vitjað hana. So fer gjøllari kanning
fram.
Hósdagin kl. 20.00:
Western:
Billy Two Hats
Amerikanskur western frá 1973. Skotin
Deans og Billy Two Hats fremja eitt rán, og
tá ið teir flyggja skjóta teir ein mann. She-
riffurin fer eftir teimum. Billy verður tíkin
til fanga, men skjótt fær Deans hann leysan
aftur. Teir fara til ein bóndagarð, sum liggur
fyri seg sjálvan, og har fáa teir bóndan og
konu hansara at hjálpa teimum. Men so
verður Billy góður við bóndakonuna...
jónvarp Føroya
Fríggjadagur 14. august
19.00 Teir villu svanarnir
19.55 SvF-lýsingar
20.00 Dagur og vika
SvF-lýsingar
20.30 Gátan um tað livandi líkið - 6;7
21.00 Lív ella deyð
21.25 Konuteigurin
22.10 Shaft- am. filmur
00.00 Liðugt
Leygardagur 15. august
19.00 Heimssirkus
20.00 Vísindi
20.45 Ein vinnari - am. filmur
22.30 The Cool Club
23.15 Lóg og lógloysi
00.05 Lidugt
Sunnudagur 16. august
19.00 Christopher Columbus - 66 (ft)
19.50 Danskar bryr til Europa
20.20 Perry Mason Í
21.55 Andakt
22.05 Snildaráð við lit - 2:4 (ft)
22.55 Trúgv, vón og arbeiði
23.15 Ævintýrið um borgina
23.45 Liðugt
Týsdagur 18. august
19.20 Barnasendingin (ft)
19.55 SvF-lýsingar
20.00 Dagur og vika
SvF-lýsingar
20.30 Mjólk og hunangur - can. filmur
22.05 Dreymirnir mugu bíða
22.55 Eldur í gomlum húsum
23.50 Liðugt
Hósdagur 20. august
19.00 Heiðið og kristið
19.55 SvF-lysingar
20.00 Dagur og vika
SvF-lysingar
20.30 Roseanne
21.10 45 minuttir um
21.55 Í lógarinnar skugga - 1:11 (ft)
22 45 Navarro
00.15 Liðugt
TE GÆL GT ODDO