fríggjadagur 14. august 1992síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 152 — 14. august 1992
tíðindablaðið
Síða 17
Tjóðveldisflokkurin
grov — nú grevur
| Javnaðarflokkurin
Tá Tjóðveldisflokkurin fór í Sambandsleypin, slepti sínum hóvuðsmá-
lum og fór at kappast við borgarligu flokkarnar at reka borgarligan
sambandspolitikk, tá gróv hann sína egnu gróv og fall so djúpt niður í
hana, at hann neyvan kemur úr henni aftur í bræði.
Tey seinastu skjótt tvey árini hevur Javnaðarflokkurin eftir mínum
tykki hugaliga grivið sína gróv. Heldur flokkurin fram við tí politikki,
hann í løtuni trínur fram við saman við Fólkaflokkinum, so fellur hann i
grøvina, og fallið verður stórt, skrivar Hans Jørgensen, fyrrverandi
floksskrivari í Javnaðarflokkinum í greinini
Hugtungt at vera
javnaðar-áskoðari
Vit, sum frá barni av hava
verið sosialistar, og tey
seinastu tríati árini hava
verið við til at stuðla — og
leggja til rættis politikk
Javnaðarfloksins, skilja
ikki, hvussu tað kundi
bera til, at okkara flokkur
ímóti ellum nátúrligum
reglum skuldi fara at
kappast við hinar flokkar-
nar at reka borgarligan
politikk. Vit vunnu valið,
tí veljararnir trúðu okk-
um, tá vit bjóðaðu okkum
fram til at reka javnaðar-
Í staðin fyri at reka ein
vælskipaðan uppbygging-
arpolitikk, sum skuldi fáa
gongd á aftur, góvu valdu
umboð floksins skarvin
yvir og fóru í góðum
Friedmans-, Thatcher- og
Schlúter stíli saman við
Fólkaflokkinum at reka
kaldan borgarligan poli-
tikk.
Har tad privata ikki
røkkur, skal tad al-
menna tradka til
Fin av okkara vælkendu
javnadartingmonnum,
sum alment vidgekk, at
hann ikki var so sosialist-
iskur, sum Javnadarflokk-
urin i grundsjónarmiðun-
um alment legdi fram,
fekk innført i valskrånna
fyri någvum årum sidan,
at har tad privata ikki
røkkur, skal tad almenna
tradka til. Her var talan
um vinnulivid. Vit véru
fleiri, sum tá ikki vóru se
glað fyri hesa broyting,
men nú sær tað út til, at
ikki eingang henda regla í
okkara floksskrá longur er
galdandi. Tvørturimåti
slær flokkurin seg til tols
vid, at tad almenna nu
skal tradka til vid arbeids-
loysisstudli og annars
senda fleiri og fleiri al-
ment lent til hús.
Størsta arbeiðsloysi
í nýggjari tíð
Ístaðin fyri veruliga at
birta uppundir og eggja
fólki til at fara undir
nýggjar vinnuvegir — lat-
ið bara hinar kalla tað
ævintyrprojekt — so er
Javnadarflokkurin farin i
kórið hjá Fólkaflokkinum
og hinum borgarligu, at
spara okkum út í stersta
arbeiðsloysi í nýggjari tíð.
Javnaðarflokkurin
skuldi verið tann síðsti at
góðtikið, at nakrir ein-
stakir feroyingar skulu
gjalda fyri afturgongdina,
við at senda teir út í ar-
beidsloysi. Harvið verður
ikki sagt, at tað ikki er
bæði gagnligt og neyðugt
at effektivisera og nytim-
ansgera tad almenna, men
tad skal gerast samstund-
is, sum aðrir vinnumøgu-
leikar verda skaptir til
teirra, sum á henda hátt
fara í nýggja vinnu.
Marknaðarbúskapur
loysunarorðið
Hugflogið, sum so nógv
varð tosad um undir
landsstýrissamráðingun-
um, hevur væntað í óluk-
kumát. Allur peningurin,
sum skuldi leggjast út til
ílegur í nýskapandi vinnu,
er burturgloymdur. Ístað-
in fyri at >Finna uppå«
tosa ålitisfålk floksins nú
um fríu marknaðarmeka-
nismuna sum tað leysandi
orðið. Lítið mætari, enn tá
tjóðveldisformaðurin fann
uppá erðið »privatkom-
munisma«.
Ístaðin fyri at geva okk-
ara sperda fólki vónina
aftur, hjálpa tit teim borg-
arligu um allan heim
um ikki við vilja, so óvilj-
að — at góðtaka, at tað er
rætt og rímiligt í einum og
hverjum nútíðarsamfelag,
Hans Jórgensen skrivar
at eitt ávíst arbeiðsleysi
er. Minnist til, at hetta er
ikki javnaðarpolitikkur —
hetta er ikki sosialistiskur
pelitikkur.
Tað var til okkara poli-
tikk ein lítil triðingur av
ollum føroysku veljarun-
um setti sína vón og sítt
álit seinasta legtingsval.
Javnaðarhugsjónin
aftur í hásæti
Nú er tíð at finna seg
sjálvan aftur, skal feroy-
inginum í Føroeyum verða
lív lagað. Javnaðarhug-
sjónin má aftur í hásæti.
Vit eiga at viðurkenna, at
flokkurin er í síni higartil
sterstu kreppu, og tí ræd-
ur tykkara
flokkskrivari og starvs-
nevndarlimur i 16 ár flek-
kinum til, sum skjøtast at
kalla til væl fyriskipada
rådstevnu um
flokksins, har øll valdu
umbod fleksins møta til
opið orðaskifti saman vid
flokslimunum úr
landinum.
fyrrverandi
fram tíð
ollum
Hans Jørgensen
Blankan bil
i summar,
-koyr inn til
Statoil |
Bilsjampo V/ VOX
Bilsjampo
Glaspuss
H - 79 v/pumpu
kr. 23,50
kr. 18,75
kr. 21,75
kr. 26,50
O) STATOIL
Djóralækni
Jórun Sumberg Olsen
Undir Glaðsheyggi 7 - 100 Tórshavn
Vidtala eftir avtalu á tlf. 18388
Utleiging
Bygdarstovan í Hesti verður útleigað við
atgongd til svimjihøllina.
Ahugaði kunnu ringja:
TIf. 280 27