Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juli 1992síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 - - Leyningar óðir inn á Sílaveiðifelagið: Bernini sleppa Ikki á seidaberg! - Hvat hóvdu havnarmenn sagt, komu vit suður og avbyrgdu fótbóltsvóllin, spyr uppóstur leyningur - Børnini sleppa ikki so frægt sum at fiska vid maðki niðri á sandi- num, sigur leyningurin Tú sigur ósatt, Jóannes Dalsgaard — ein rættleiding til rættleiðing Bædi i Dimmalætting og Sosialinum — og ikki Dag- blaðnum — rættleiðir Jóann- es Dalsgaard týsdagin und- irritada sum blaðmann fyri í Dagblaðnum fríggjadagin 17. juli at hava endurgivid hann fyri at siga nakað, hann ongantíð hevur sagt. Síðani sigur Jóannes Dalsgaard, hvat tað var, hann segði. Í báðum fórum sigur Jóannes ósatt. Td. sigur hann nú, at "fakfelog áttu tí at umhugsa at loyvt limum sínum at tikid frí uttan løn í eina viku í ár og Hatta nevndi tú als ikki, Jóannes. Fyri at ongin ivi skal vera um, hvat Dagblaðið spurdi um, og hvat Jóannes svar- aði, so skal her verða end- urgivid tað brotið, rættleið- ingin hjá Jóannesi snýr seg um: Blaðmaðurin: Um vit taka ein annan problema- tikk; tann sum sigur, at um starvsfólkið á landssjúkra- húsinum fór 5% niður í løn, so misti Ongin starvið. Hvat heldur tú um ta loysnina? Jóannes Dalsgaard: — Eg haldi, at um fakfeløgini góðtóku ta loysnina, so haldi eg at tað var ein gongd leið. Blaðmaðurin: Men dugir túatsíggjanakra orsøk til, at tey ikki g6dtaka tað loysn- ina? Jóannes Dalsgaard: — Ja, eg skilji væl, hví tey íkki taka ta loysnina. Tí taðerein øgiliga stór prinsipicll avgerð. Og eg giti, at orsøk- in ul at tey ikki ganga inn fyri tí loysnini er ein ótti fyri, at tað fer at verða eitt afturvendandi krav. Men eg haldi, at tey kundu nú verið púra trygg. Tað verður ikki eitt afturvendandi krav. Hesi vóru orðini. So kann gitast, hvor hevur misskilt hvønn. Jóannes er altíð vælkomin á Dagblaðið at hoyra á diktafonini, hvat hann hevur sagt. P.S. Brot úr endanum á sam- røduni: Jóannes: Men nú mást tú ikki snýta meg, tú mást skriva akkurát, sum eg havi sagt. Blaðmaðurin: Ja, ja. Jóannes: Kann eg líta á tað? Blaðmaðurin: Ja, sikkurt. heilt blaðm. Nr. 197 — 22 juli 1992 - Handa meinigheitin, sum eitur Sílaveiðifelagið... Soleiðis tók havnarmað- ur ul orðanna nú ein dagin. Sipadi til standin í Leyn- um: børnini sleppa ikki á seiðaberg longur. Føroya Sílaveiðifelag hevur vaktir, sum arbeiða fulla tíð við at ansa eftir, at eingin fer við tráðu oman á sandin. Heldur ikki leynabørn sleppa igjøgnum nálar- eygað. Tey sleppa ikki so frægt sum við maðki oman á sandin. Hetta dámar leyningum illani. - Pengar mangla ikki í ár. Teir hava ráð løna fólki fulla tíð at ansa eftir okk- um, sigur óður leyningur fyri Sostalinum. Hann heldur hetta vera yvirfor- myndari. Diktera okkum Sílaveiðifelagið hevur keypt rætundini til økid frá bóndunum. Leyningurin veit um konu, sum fór við smá- bórnum oman á sandin. Tey ætlaðu sær at fiska við maðki. Men har var vakt- urin beinanvegin. - Tað líkist ongum, at tað fína fólkið í Havn skal leggja okkum lag á, hvat vit skulu gera í okkara egnu bygd. Høvdu vit Ld. kunnað farið suður til Havnar og avbyrgt Fót- bóltsvollin? - Og alt hettar, bara fyri at hasir í Havn skulu sleppa at breggja sær í Sjónvarpinum av øllum sílunum, teir hava fangað! Sjálvandi skal eftirlit vera - men at fara at diktera okkum, sum hava búð her í bygdini í 40 ár! sigur leyningurin uppøstur. Hann sigur, at soleiðis hevur verið í eini tvey - try ár. Hann hevur frætt, at reglugerðirnar hesum við- víkjandi verða broyttar í heyst. - Men hvat - so verða reglurnar helst uppaftur strangari, sigur hann. Okkurt er galið - Vit hava búð her í bygdini so leingi, nettupp ti at vil hava havt tilgongd ul náttúruna. Nú kemur abbasonurin at vitja - men ikki kann eg fara við hon- um oman á sandin at fiska smásíl ella skrubbur! Her jundrandi galið H 1 børnini altíð niðri á sandinum, og fólk stóð friðarliga og fiskaði sjósíl. Nú sæst ikki eitt menniskja har niðri. Leyningurin sigur, at fólk tó sleppur at vera niðri á sandinum - enn, leggur hann aftrat. Men ikki við tráðu. - Leyningum dámar ikki stóðuna. Men teir eru frið- arligt fólk. Mestsum ov - ti annars hevði hetta slettis ikki gingið, sigur hann. heri Skótahúsið KAMBUR á Kambsdali Húsini eru væl utgjørd og vælegnað til legur og skeið við upp til 60 luttakarum Skúlar, barnagarðar, feløg og onnur, sum vilja leiga húsini, kunnu venda sær til skrivstovuna, tlf. 11075. Á KFUM-SKÓTARNIR Í FOROYUM TIf. 11075 - Hoydalsvegur 6 Postbox 1080 - 2 annað. Bergmenn eru altíð til reiðar at spæla til veitslur og TIf. 13961 110 Tórshavn