hósdagur 23. juli 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hilmar Jan Hansen -
Uppseting: Pit Sosialurin
Prent: Pit Pressan 1981
|
Bakbit
BD trívir í oddagrein í Dag-
blaðnum í gjár í alt tað, vit áttu
at umhugsað og helst eisini
gjørt fyri at komið víðari úr
naggatódnini.
MINT verður á syndarligu
støduna hjá almennu figgjar-
stovnunum, sum saman við
bankum og landinum sjálvum
nú hava havt so stórar missir,
at teir als ikki megna at fylgja
upp higartil veittari fígging til
verandi vinnu, tíansheldur
figgja nyggja.
VIT eru í figgjarkreppu, bæði
landskassi, bankar og grunnar
— uttan likviditet til nyiløgur av
nøkrum slag.
GREINSKRIVARIN tekur upp
aftur spurningarnar, vit hava
sett okkum nógvu seinastu ár-
ini, men tíanverri ikki enn
megnað at gjørt nóg mikið við. |
stuttum um, hvussu vit fara
best um fiskastovnarnar, um
skipini eru tey rottu og kanska
ov mong, um hvat vit skulu
gera fyri at bjarga alingini, um
meira kann fáast burtur úr
landbúnaðinum, um framtíðar
samstarv okkara við nýggja
Europa og mangt annað, sum
sjálvsagt er bráðneyðugt at
fáa svarað.
VIT ivast ikki i, at arbeitt verður
við hesum spurningum, men
áminning sum henda er sjálv-
sagt altíð viðkomandi. Vit
kunnu tí ikki annað enn vid BD
vóna, at hesir og aðrir spurn-
ingar heldur verða svaraðir fyrr
enn seinni, tí átroðkandi eru
teir.
ÁBYRGDIN fyri at fáa hesar
spurningar svaraðar liggur
fyrst og fremst á politikarum
okkara, sum BD eisini heldur.
Men, tá tað er sagt, má tað
samstndis undra fólk stórliga,
få
at hesin i somu grein rættuliga
konsekvent heldur, at
verandi politikkur snýr seg
meira um at "blanda seg uppí",
vísandi til kreppuna á lands-
sjúkrahúsinum og minni um
størru linjurnar.
VIT kunnu sjålvsagt vænta, at
BD sum limur av samgongu,
sum åtikid hevur sær styring-
ina av hesum landi, sjålvur
veit, hvussu tað er vid "størru
linjunum" og hvat bert er polit-
iskt murrufjas.
MEN tað má undra, at tað skal
bera til at nevna royndirnar fyri
at fáa einhverja skynsama
loyns á landssjukrahuskrepp-
uni, hvors rakstri landsstýrið
hóast alt hevur endaligu á-
byrgdina av, fyri óviðkomandi
"uppiblanding"”.
BD veit sjálvsagt, at fólkaflok-
sins íkast til hesa kreppuloysn
avgjørt ikki bara lætti um at
rokka nakrari loysn yvirhøvur
— aðra enn kanska tey 111
fólkini til hús, og so einki meir.
KANSKA var talan um at
"blanda seg upp í", men so av-
gjørt upp í nakað, hansara
egna landsstýri hevði evstu
ábyrgð fyri at fáa loyst.
IKKI tí, kenna vit BD rætt, so
heldur hann ivaleyst eisini, at
landið bæði kann og skal
stjórnast, framtíðini fyri eyga,
samstundis sum dagligar
loysnir verða funnar uppá teir
trupulleikar, sum altíð vilja
vera. Koma vit so langt, at
eingir eru eftir, gera vit snegt
sagt ov lítið.
AT vit so stórt uppblást í sama
Dagblað fáa iva sáddan um
heimildir løgmans og heilsu-
málaráðharrans til at fáa í lag
rokknu loysnina á landssjúkra-
húsinum — mestsum um fólka-
flokkurin als ikki hevði verið
uppi í leikinum — kundi bent á,
at brot BD's í annars so sámu-
ligu grein ikki bert varkomið við
av ósketni, so lítið tað annars
hevði við eftir hansara tykki
stóru linjur at gera. ?
—
Flutt í heilum líki
igihøllin hjá Faroe Stone fór við bili fyrrakvóldið
m 10-tidina fyrrakvøldid
flutti Byggifelagid G.
Waagstein sagihøllina hjá
Faroe Stone i heilum liki
frå plåssinum yviri vid
Strond og nidan å Sandvik-
arhjalla, hagar P/f Faroe
Stone er flutt.
Faroe Stone flutu nidan
á Sandvikarhjalla 1. juli í
fjør. Hesin bygningurin
var tann seinasti at flyta,
og eru teir nú farnir av øki-
num yviri við Strond.
Oli Nielsen, sum í mong
ár hevur arbeitt á Faroe
Stone, sigur, at tað loysti
seg betur at flyta bygning-
in í heilum líki
- Hóast hetta er dýrt, so
hevði verið uppaftur dýrari
at bygt nýggjan bygning
ella ukið hann niður og
sett hann upp aftur.
Tók ein tíma
Hetta ber also til at gera.
Og væl gekst. Tað tók ikki
meir enn ein tíma at koyra
sagihøllina niðan á Sand-
víkarhjalla. Fyri at órógva
sum minst fluttu teir seint
á kveldi. Einki hendi við
høllini.
Oli Nielsen sigur, at
møguleikarnir eru nógv
betri uppi á Sandvíkar-
hjalla. Yviri við Strond var
sera trongligt og tískil sera
óarbeiðsligt. Haraftturat
eigur Býráðið hetta økid,
sum Faroe Stone helt til á,
og nú vildu teir hava tað
aftur.
Skulu ikki klaga
A Faroe Stone hava tey
rættiliga nógv at gera í løt-
uni.
- Sjálvandi kundi verið
meir at gjørt - men tå ið
hugsað verður um, hvussu
stødan er í landinum, skulu
vit ikki klaga, sigur Oli
Nielsen.
Tey fáast mest við grav-
steinar og bygningar. Í løt-
uni er einki stórt projekt á
skránni. Áður hava teir
lagt gólv á i Føroya Banka
og á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
- Slík gólv eru als ikki
so dýr, sum onkur kundið
trúð, sigur Oli Nielsen á
Faroe Stone.
heri
. Ein tíma tók at flyta
sagihøllina hjá Faroe
Stone av økinum yviri
vid Strond og nidan å
Sandvikarhjalla
—||— "—
ÉT
————— 1
|
i