leygardagur 25. juli 1992síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ej
4“ .
*'Aindahlaðjð
Skilagóður syndabukkur
Stjóraskiftið í Føroya Banka í Klaksvík kennist ófatuligt í
Norðoyggjum, har mett verður, at avhildni leiðarin er fyri
órætti, tá hann verður gjørdur til syndabukk
Vinnulívsfólk og kundar
hjá Føroya Banka í Norð-
oyggjum yvirhevur eru
langt frá sloppin av við
skelkin, tey fingu, tá tað
hoyrdist millum manna í
Klaksvík, at Jóannes Poul-
sen ikki longur er leiðari í
deildini hjá bankanum í
Norðoyggjum. Mikudagin
staðfesu forstjórin, Hans
Jørgen Laursen, tíðindini í
Oyggjatíðindum.
Skelkurin er heilt na-
túrligur. Jóannes Poulsen
hevur arbeitt í banka í 30 ár,
og tey seinastu umleið 20
árini hevur hann verið leið-
ari. Kundarnir hjá bankan-
um hava alt gott at bera hon-
klipp út
„Ársins ítróttarstjórna<, konufólk:
„Ársins itrottarstjørna«, mannfólk:
INNSENDARI:
Navn: ——
Gøta:
Postnr?)
Bygd/byur:
um. Tað er ikki nakað, sum
er uppfunnið, síðandi tíð-
indini, um at hann var
sparkaður, fóru at ganga.
At leiðarin hevur verið
dugnaligur, er eisini sjón
fyri søgn. Eingin av pen-
ingastovnunum hevur havt í
nánd ta framgongd í Norð-
oyggjum í sjeyti, áttati og
nítárunum, sum Føroya
Banki hevur havt.
Moralskt
herðaklapp
Tey umleið 30 starvsfólkini
vórðu skelkað, tå nú
fyrrverandi stjórin næst-
seinasta mánadag kunnaði
tey um, at hann skuldi flyt-
astúrstjórastarvinum. Dag-
in eftir fór avhildni maðurin
av landinum, og starvs-
fólkini góvu sær sjálvum
munnkurv.
Síðani tíindini alment
komu fram, er okkurt líkið
út. Ma. at starvsfólkini
hava bakkað stjóran upp.
Tað hava tey gjørt við at
senda leiðsluni fyri Føroya
Banka skriv, har tey vísa
sína misnøgd við tað, sum
er farið fram. Slíkt man
kennast sum moralskt
herðaklapp hjá Jóannes
Poulsen, men neyvan rokn-
ar nakar í bankanum í
Klaksvík við, at tey kunnu
broyta nakað í ætlanunum
hjá høvudsleidsluni.
Hverjar ætlanimar eru
noyðast bankafólk og við-
skiftafólk at liva í óvissu um
nakaðafturat. Starvsfólkini
hava fingið at vita, at eina
ferð í august verður kunnað
meiraum, hver skal taka við
leiðarastarvinum. = Vinnu-
lívsfólk í Norðoyggjum
siga, at tey erg stak 6nøgd
við vantandi kunningina frá
bankanum.
Stúra fyri
framtidini
Tað ljóðar, at tað verður
onkur, sum kemur aðra
staðni frá, ið skal yvirtaka
leiðsluna. Slíkum stúra við-
skiftafólkini í Norðoyggj-
um fyri. Eingin kann seta
fingurin á arbeiðið hjá
gamla stjóranum, tá tað
ræður um at reka uppgåvur-
nar hjá bankanum, men
samstundis hevur tað verið
eyðsýnt, at hjartað hjá
klaksvíkinginum í ovasta
stólinum í Fornagørdum
hevur bankað fyri Norð-
oyggjum og vinnulívinum
har.
Nú verður í Klaksvík stúrt
fyri, at bankin ikki við somu
eygum sum undanfarni
maðurin fer at síggja upp á
virksemið norðan fyri Leir-
viksfjørd. Nógva av virk-
seminum er í framleiðslu-
vinnuni, og leiðari hevur
fylgt væl við, hvussu kon-
junkturirnir hava skikkað
sær, og so er lorað í kre-
dittunum, tá verri hevur ver-
ið statt og hálað inn aftur, tå
tað hevur gingið frægari.
Hugburðurin hevur verið,
at verður smekkað ul, tá illa
veit við, so verður meiri
mist fyri minni. Hetta sigst
ikki altíð at hava verið í áð
viðrikna politikkin hjá høv-
uðsleiðsluni, og tí er tað, at
framleiðsluvinnulívið stúr-
ir.
Fleiri síður
Meðan bankaspumingurin
soleiðis er í leysum lofti,
verður tosað og gitt um, hví
dugnaligi leiðarin er settur
Nr. 140 — 25. juli 1992
úr starvinum. Vit hava
skattað dýpið í Klaksvík, og
hóast eingin veit nakað við
fullari vissu, so eru tað per-
sónar við stórum innliti í
lokalu vidurskiftini, sum
geva sitt bod uppå, hvat er
vid at henda.
Felags fyri tað, ið verður
Sagt, er, at tað hevur nakað
við starvsfólkapolitikkin í
Føroya Banka at gera, og at
tað hevur nakað at gera við
støðuna hjá bankanum i
Klaksvíkini, bæði tá tað
ræður um kommununa og
vinnulívið. Hetta seinna
taka vit partvís upp í aðrari
grein, mena vit her skulu
hyggja eitt sindur nærri at ti,
sum viðvíkur bankanum.
Hevdi stórar
heimildir
Jóannes Poulsen hevur sum
deildarleiðari havt stórar
heimildir, og hann hevur
nýtt tær í fult mát. Í ødrum
deildum hjá bankanum er
ikki Ovanligt, at høvuds-
leiðslan skal dragast inn í
lánsspurningar, sum leiðar-
in í Klaksvík einsamallur
hevur tikið skjóta og greiða
stóðu til yvir fyri kundan-
um.
Kanska hevur tað formelt
skula farið um stjórn og í
ásettum fórum nevnd, men
reelt hevur kundin vitað, um
hann kundi roknað við ja
ella nei, tá hann hevði tosað
við deildarleiðaran, og tað
hava m.a. vinnulívsmenn
sett pris uppá.
Hesi seinastu årini hevur
eitt midvist arbeiði verið
gjørt í Føroya Banka fyri at
styrkja um leiðsluna. Hetta
hevur verið gjørt við at
starvsseta fólk við útbúgv-
ing frá hægri lærustovnum í
útlondum. Hesi hava eftir
stutta tíð í bankanum fingið
hægri tign og harvið hægri
løn enn tey, sum er upplærd
í bankanum og hava gjørt
drúgt arbeiði har.
Deildarleiðarin í Klaks-
vík hevur verið ein av tí
seinna slagnum. Hann hev-
ur bankaútbúgving úr Sjó-
vinnubankanum, men fór so
yvir til kappingarneytan.
Meira til hevuðs-
skrivstovuna
Umskipingin av virksemin-
um í bankanum hevur kenst
aftur á virkseminum í
Klaksvík og tískil á man-
datinum hjá deildarleiðar-
anum. Sagt verður, at hann
tey fyrstu árini tók støðu til
alt, men seinnu árini er alt
meira farið til Havnar.
T.d. hava vidurskiftini
viðvíkjandi loysn av trupul-
leikunum hjá Kjglbro verið
greidd úr Havnini, hóast
forstjórin í Føroya Banka
og stjórin á Kjølbro verða
sagdir at hava ógvuliga ym-
iskar áskoðanir og ikki hava
verið á bylgjulond í fleiri ár!
Alingin í Norðoyggjum
hevur vundið nógv upp á
seg seinastu 10 árini. Sam-
bandið við alararnar er
stórt. Allir alararnir í Nord-
oyggjum eru kundar hjá
Føroya Banka, tá triggir eru
undantiknir, og Hvanna-
sunds fiskavirki, sum hevur
nógv við aling at gera, er
eisini knýtt at Føroya
Banka. Deildin í Klaksvík
hevur millum líuð og einki
við alararnar at gera. Teir
verða røktir úr Havini.
Nú skal takast inn
Einki nýtt er i, attað stendur
á gomlu nøglum í samfe-
lagnum. Kreppan rakar eis-
ini Føroya Banka, sum m.a.
hevur fingið sær serkgna
hjálp úr Den Danske Bank
fyri at fáa sum frægast burt-
urúr. Danirnir hava síðani
teir meira beinleiðis fóru at
ráðgeva bankanum, arbeitt
heilt nógvar tímar hvort
samdøgur.
Kundamir skulu rekast
sum rægast, men eingin ivi
er um, at nú verður í upp
aftur stórri mun enn framm-
anundan hugt at, hvussu á-
hugamálini hjá bankanum
kunnu røkkast, og so verður
minni lagt í, hvussu tað
nívir hjá kundunum.
Í hesum sambandi er tað,
at m.a. sumt av ti, bankin
tekur lut í norðuri í Klaks-
vík, kemur fyri. Tá tað skal
fáast frá hondini er nógv
lættari, at annar maður
stendur á odda, enn tann,
sum hevur røkt kundarnar
við kønari, lokalari hond.
M.a. tí verður deildarleið-
arin ofraður.
Banki í sparikassa
Millum klaksvíkingar er tað
heldur ikki nakað loyndar-
mmål, at tað ofta hava verið
ymisk sjónarmið millum
deildina hjá bankanum í
Klaksvík og hgvuðsleiðsl-
una. Í slíkum fórum hevur
deildin boygt seg fyri leiðsl-
uni, men tað hevur ikki altíð
ført til tað, ið er gott fyri
bankan.
Sum dómi um hetta verð-
ur nevnt, at tað fyri nøkrum
árum síðani stóð bankanum
í boði at keypa húsini, sum
deildin á Kósini húsast i.
- På ;
OAO
%
1