Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. juli 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sr Jens Poulsen inni i stovuni hjå sær sjålvum. Veggurin er skeivur og vindeygakarmurin er fluttur ein fót inn í stovuna. Glassplintrini stóðu eftir í eini reol, sum vóru tey skotin úr byrsumúla. Í hvussu er allur endin á húsunum má skiftast út. Mynd: Hilmar Jan og hann sjálvsagt eisini má rokna við onkrari bót fyri at hava koyrt ov skjótt — fyri ikki at siga øgiliga nógv ov skjótt. >At eitt óhappmsum hetta yvirhøvur kann henda, so ein bilur bara uttan víðari kann koma flúgvandi inn í husini, tá siga so mikið sum tað, at her eigur landsverk- frødingurin eina uppgåvu at røkja, og tað sum skjótast, < heldur Olina Jacobsen. »I hvussu er má autoverjan fram við svinginum gerast betur, so bilurin ikki kann koma heilt upp á húsini, sum hesaferð. Annaðer ikki at liva við, tá fólk er í lívs- vanda — bert við at búgva á hesum staðnum.< hj. g vit skriva Klokkan á vegginum steðgaði eina lítla løtu eftir óhappið ; h : : << Á ; (Ø11820 Tá Sosialurin var inni á gólvinum sunnudagin, høvdu tey ikki fingið hana at ganga aftur. Mynd: Hilmar Jan Restorff's Kondittari: Hevur altid verið opið Síða 7 á Olavsøku - Vit liggja so mitt fyri í býnum, at vit kunnu ikki loyva okkum at steingja hesar dagarnar, sigur Heini Restorrf, stjóri Fast er hjá Kondittarínum at hava opið ul miðnátt um Olavsøkuna. Væl verður eisini vitjað - valla kemur fyri, at ikki er fult, støkkur tú inn á gólvið báðar dag- arnar. Sum vera man verður nógv selt, og neyðugt er eisini hjá teimum at vera betur mannað hesar dagar- nar. Á Olavsøku selja tey serliga lagkøkustykkir, sig- ur Heini Restorff, stjóri á Kondittarínum. Restorff's kondittarí lat upp í 1925, og tað Heini veit, hava tey altíð havt opið um Olavsøkuna. - Tá er so mikið av fólki í Havn, at vit halda ikki, vit kunnu loyva okkum at steingja. Vit liggja jú so mitt fyri. Nógv bygdafólk hevur tað fast at fara inn á Kondittaríið á Olavsøku, sigur hann. Selja nakað tað sama Kondittaríið hevur merkt lítið til kreppuna. Nú selja tey eitt líuið sindur minni. Men tey hava so nógv fast viðskiftafólk - s.n. stam- gesur - og selja tískil ógv- javnt. Yvirhøvur merkja tey ikki so nógv til góðar og ringar tíðir Hóast fleiri aðrar kaffi- stovur eru komnar aftrat í býnum, hevur Kondittaríið merkt líuð ul kapping Nógv av starvsfólki okkara hevur arbeitt á vliga Kondittarínum í mong år - og helst ger tad sitt til, at fólk kennir seg heima á Kondittarínum, sigur Heini Restorff, stjóri. Meir fólk um summarið A Kondittarínum eru tey betur mannað á Ólavsgku, og er tað eisini neyðugt. Annars er nógv meir fólk á Konditttarínum um summ- arið - serliga ferðafólk. Tey festu viðskiftafólkini stókka meir inn á gólvið um veturin. "Lítla Býráð- 10", ið helt 40 - ára dag fyri ngkrum árum síðani, bíleggur sær framvegis borð. Um summarið síggja tey á Kondittarínum eisini nógv ul útisetar. Har er gott høvi at hitta fólk og práta við kenningar Starvsfólkini, vit hittu á máli, lata væl at arbeiðs- plássinum. Fleiri teirra hava verið har í eini 20 ár - Her er gott at vera,og arbeiðsumsteðurnar eru góðar, sigur Elinborg Zachariasen, sum hevur ar- beitt á Kondittarínum í 4 ár Hon sigur, at fyrimunur er hjá Kondittarínum at vera so miðskeiðis í býn- um. Tey hava ikki merkt so nógv tl kapping frá teim nýggju kaffistovun- um. heri Kondittaríið hevur merkt líuð til krepp- una. Tey føstu við- skiftafólkini gera, at sølan er ógvuliga jøvn