leygardagur 1. august 1992síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ummæli av Ólavsókukabarettini:
Dugnaligir
nýggir leikara
"Ættarliðsskiftið" í Ólavsókukabarettini eydn-
aðist væl. Nógvir av nýggju leikarunum vísa seg
vera sera gávuríkir, og helst kunnu vit vænta
okkum nógv av teimum framyvir
Vidhvørt koma
Li >
at okkKurt må Verða
endur-
nýggjað, og nytt fólk má
sleppa framat, tá 10 tey
royndu leggja frá sær
Heua hevur altíð verið
natúrligt fyri Studentakab-
arettina, sum hon æt fyrr í
tíðini - at leikararnir skifta
ár undan ári. Mangur táttur
man hava sæð dagsins ljós
millum hesar glaðu stud-
entar og fyrstu ferð verið
at hoyrt millum manna í
Sjónleikarhúsinum á Ola
søku. Mangur mundi royna
seg fyrstu ferð á palli í
hesum sambandi.
Rætt skal vera ræti
Í Sosialinum í gjár hevur
stjórin í Norðurlandahúsin-
um, Jan Kløvstad, nakrar
viðmerkingar og rættleið-
ingar til ta samrødu, sum
undirritaði hevði vid hann
í blaðnum Olavsøkuaftan.
Frætti, at kjak hevur tik-
ið seg upp um tað, sum Jan
Kløvstad >segði< í sam-
røduni. Tí vil eg mæla
fólki til at lesa viðmerk-
ingarnar, sum Kløvstad
hevði i blaðnum í gjár.
Jan Kløvstad vísir á, at
hann visti ikki av, at hann
varð interviewadur. Hevdi
hann vitað av ti, hevði
hann sagt meir um heild-
ina, visir hann å.
At hann ikki visti av, at
samrøda varð gjørd, undr-
ar meg. Trúði, eg hevði
gjørt honum hetta greitt.
Men her misskiltu vit
hvønn annan, og taki eg á-
byrgdina av hesum mis-
Havi (og royni at halda)
tað prinsipp, at tíðindafólk
- fastlønt og free-lance -
eiga at halda seg til sann-
leikan og ikki manipulera.
Tískil eiga fólk at vita av,
tá ið samrøda verður gjørd
við tey. Er tíðin ul tað, og
biðja tey um tað, sleppa
tey at lesa greinarnar í-
gjøgnum, so at eventuellar
misskiljingar verða rættad-
ar beinanveg.
Her var also talan um
misskiljing imillum meg
og Jan Kløvstad og ikki
talan um undirgrunds-jour-
nalistikk!
Nú stóðst einki stórvegis
burtur úr hesum, og Kløv-
stad sigur seg (fyri tað
mesta) verða endurgivnan
rætt. Men rætt skal vera
rætt - og hóast eg og Kløv-
stad longu hava tosað sam-
an um hetta og greitt við-
urskiftini, skal her verða
biðið alment um umbering
fyri mistakið. |
Forsíðuávísingin Olav-
søkuaftan er heldur ógvus-
liga orðað, og sjálvur
kundi eg hugsað mær hóv-
ligari málburð. Men >smag
og behag<, sum sagt verð
ur á góðum føroyskum.
heri
Nr. 143 — 1. august 1992
Nýggja ættarliðið av
kabarettfólki kláraði
seg væl
Vit áskoðarar hava mest-
sum gloymt hesa tradition
fyri glaðum amatørum, ið
kabarettin hevði - av ti at
Olavsøkukabarettin, sum
hon nú eitur, hevur ligið á
sera høgum stødt tey sein-
astu árini. Við framúr góð-
um leikarum sum Páll
Danielsen (sum jú er yrkis-
sjónleikari), Jákupi Veyhe
og ødrum.
Tá id so manningarskift-
ið kemur, kann tað kennast
bæði fyri leikarum og á-
skoðarum, sum at byrjað
verður av nýggjum - og tað
er jú í grundini tað,
hendir So fáa i
ltåann Ovana at tara á K
Ssåilldi IVIE Y Í DCEFI
royndu frå Olavsøkukaba-
rettini - sum heilt naturligt
var - fóru undir aðra kab:
rett
Her eigur ikki at verða
borið ov nógv saman
Olavsøkukabarettin er tað,
hon er - og fyri ein part
tað, Studentakabarettin var
í fyrndini: gott høvi hjá
ungum leikarum at royna
seg. Og tískil eiga vit at
vænta, at manningin skiftir
av og á.
Hesaferð høvdu teir
nýggju leikararnir onga
lætta uppgávu. Tungur
arvur at lyfia. Men væl
komu tey frá ti. Nógvir
nýggir leikarar vístu seg
vera sera evnaríkir - og
løgid skuldi verið, síggja
og hoyra vit ikki meira til
teirra framyvir.
I ár líktust summir polit-
ikkarar meira enn undan-
farnu ár - í útsjónd. Størri
dentur var lagdur á hetta í
år.AHan Dalsgarð líktist
Atla rættiliga nógv - og
hóast vil hava It í sama
orkestri i nøkur ár. havi eg
ongantíð givið mær far
um, at navnin Jakobsen
kundi líkjast Jógvani
Sundstein so nógv! Hevur
hann ongantíð gjørt annað
enn hermt eftir honum?
Føroyingar duga sum
heild sera væl at herma
eftir málinum á fólki.
Hetta saknaði eg í ár. At
herma eftir Atla er ikki
lætt, hevur tú ikki somu
raddarlegu. Men annars
kom Allan Dalsgarð væl
frá uppgávuni. Og Aki
Andreassen hermdi sera
væl eftir Elisi og våga-
monnum. Sama at siga um
Erling Eysturoy, sum vist
"undirmetta geniið" meist-
arliga (hann má hava havt
hann sum lærara - ber ikki
annað ul
Yvirhøvur er áhugavert
at síggja, hvussu veteranar
sum Alli, Jógvan Sund
stein Michelsen og
Hans Jákup Debes skifta
ham í teim ymsu kabarett-
unum. Hver leikari vísir
persónarnar á sín hátt.
Í år var koreografiin sera
góð. Pallmyndirnar somu-
leiðis. Skal ikki gera meg
klókan upp á sjónleik -
men gjørdu leikararnir ikki
nógv við at venda sær
beinleiðis til áhoyrararnar í
ár - í sangum, monologum
og ødrum? Havi ikki sæð
tvær tær seinastu kaba-
rettirnar, so eg veit ikki,
um hetta er nýtt fyribrigdi.
Eisini vóru løgini í
nýggjari sniði enn tey V4-
løg, vit vanliga hoyra í
hesum sambandi. Vandin í
hesum kann vera, at tað
gerst ov nógv plagiat av
amerikanskum - men sera
væl var tónleikurin lagaður
til føroyskt og til okkara
viðurskifti. Sangurin við
krígsveteranunum ("You're
in the army now") var tann
besti í so máta.
Nógv er at vænta av
hesum ungfólkunum fram-
yvir
heri
|
Deildarstjóri á
MVG-fyrisitingini
Starvið sum deildarstjóri á MVG-fyri-
sitingini er leyst at søkja.
Fyrsta uppgåva deildarstjórans verður
at standa fyri MVG-projektinum, sum
fyri týðandi partar skal vera liðugt 1.
januar 1993.
Deildarstjórin hevur fakligu ábyrgdina
av umsitingini av komandi meirvirðis-
gjaldinum
Umsekjarar skulu hava prógv sum
cand. polit., cand. jur. ella aðra sam-
svarandi útbúgving. Dentur verður
lagdur á, at deildarstjórin hevur evni
til leiðslu og fyriskipan annars. Har-
umframt verður dentur lagdur á
starvsroyndir á økinum
Starvið er tænastumannastarv og
flokkað i 36. lonarflokki.
Umsóknir saman við prógvum og mø-
guligum viðmælum skulu stílast til
Føroya Landsstyri og vera Lands-
skrivstovuni í hendi í seinasta lagi
mánadagin 17. august 1992, kl.
16.00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við
at venda sær til Petur Alberg Lam-
hauge, stjóra á Líkningarráðnum, tlf.
14511.
Landsskrivstovan,
30. juli 1992
Blindastovnur Føroya
hevur opið månadag—friggjadag kl. 9—16.
Telefonir: 18222 og 19288.