Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. august 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 144 — 4. august 1992. Ein viðmerkin til eitt »ummæ Í Sosialinum 31. juli hevur Hilmar Jan Hansen (HJH) eina grein á síðu 6, sum hann nevnir »Ummæli av Olavsøkuframsyningini: Nyggju klædi keisarans umaftur«. Nú fleiri greinir og lesarabrøv hava verið í blaðnum um hesa framsýn- ing og um úrvalsmanna- gongdina, so var hetta um- mæli frá einum av føstu medarbeiðarum blaðsins kanska ætlað sum tann endaliga og >professio- nella« viðmerkingin um henda spurning. Snøgt sagt haldi eg, at greinin er sera tunn og grov. Sjálvandi kann hon lesast sum kabaretttilfar, sum ein kabarettsensurnevnd íkki vildi taka við. Sum ein, ið hevur áhuga fyri myndalist (kortini ikki virkin), kann eg ikki bara mær, og havi sett meg við knappaborð- inum í føvninginum, og vænti, at henda (amatør) viðmerking kann koma í blaðið sum eitt lesarabræv, um ikki annað. Einstað“ . í greinini stend- ur: »… Og | | ein hevur verið runt og = hvort einstakt listaver, einki annað, ein kun. ka undir við, enn vit øroyum i dag hava einc: lista-elitu, ið gevur alla orsøku til enn einaferð at hugsa um ævin- týrið hjá H. C. Andersen um nýggju klæði keisar- ans«. At nýta »ein« í staðin fyri »eg« ger ikki greinina meira sakliga. Merkir »elita« ikki tey dugnalig- astu, tey, sum lata tey fræg- astu avrikini úr hondum? Eru sjálvt tey bestu verkini sum klæði keisarans, ja so er illa vorðið við listini í Føroyum. Eina aðrastaðni skrivar HJH: >Tað sær út til, at hóvuðsendamálið við hesi abstraktu listini er at ør- kymla sum mest, so eingin skal kunna fåa nakad burt- urúr<. Sjálvandi skal listin eisiniørkymla, annars verð- ur alt stirvið og keðiligt. Og fyri tað, um ein áskoðari ikki við brestin fær so nógv burtur úr einum bílæti, so kann verið kortini vera eitt heilskapað listarverk. Á- skoðarin hevur skyldu til — áðrenn hann fellur endalig- andóm —at geva sær stundir at hyggja at verkinum og liva seg í tað — tað hevur lístarfólkið uppiborið. Seinni heldur HJH, at í staðin fyri at avmynda og endurgeva lutir, kenslur, stemningar og annað, so velja listafólkini, sum megna hetta, »heldur at fara ein túr í mjørkan eftir fýrakantum, ið bert variera í liti og um teir eru beinir, skeivir ella øvugtir«. Væl- signaði listafólk, haldið fram við at leita í mjørkan- um, tí har finna tit kanska litir og formar, sum kunnu gleða okkum onnur. Um myndin ikki kan brúkast sum tapetmynstur (sum HJH tosar um), ger minni. Listaummælini hava tvey høvudsendamål, annað at geva listafólkum eina aftur- boðan um tað, sum ummæl- arin fær burturúr, hitt at leiðbeina aðrar áskoðarar í kynstrinum at >lesa< lista- verkini. Við hesm í huga man lítil fongur vera í við- merkingum sum >Farið ein túr í onkran barnagarð, og finnið har tykkara javnlik- ar…« og henda royndin at greina nøkur listaverk: »Vakrir litir og vøkur motiv — stutt sagt: List!«. Verulig ummæli, sum før- oysk tíðindafólk hava skriv- ad um listaframsyningar, koma eftir minum tykki nærum ikki fyri, men hetta kynstur skal venjast sum eitthvørt annað handverk. Tað man fara at koma. Sum stødan er, áttu listarfólk av réttum sjålvi at tikið til orð- anna. Men tað er óluksáliga trupult, tí beinanvegin verð- ur hann ákærdur fyri at vera >herðaklappari< (klappa tú mær her, so klappi eg tær har). Og allatidina spøkir tann navnframa Jante-lógin (tú skalt ikki halda teg vera nakað o.s.fr.). Hvort yrki hevur tað, vit kunnu nevna sín vísdóm: sidvenja, stílir, hugburður, handverk, amboð og annað tílíkt, sum er savnað og dag- fórt á eitt nú lærdóms- setrum, og sum tey yrkis- lærdu hava sum ballast í sínum arbeiði. Og í lista- yrkinum legst sjálvandi til henda vísdóm alla tíðina, tað er júst eitt av eyðkenn- unum fyri lístarligt virk- semi. Ikki at virða tær royndir og tann vísdóm, sum lista- fólk hava ognað sær á lista- Síða 7 Tilvildarlig mynd | skúlum ella á annan hátt, er heilt burturvið. Sjálvandi duga tey best at meta um, hvat eigur at koma við í eina framsýning. Men ein kvali- tativ meting er mangan trup- ul, tú kanst leggja dent á ymiskar síður í einum verki, so tað er einki løgid í tí, at sjálvt listafólkk er í iva í summum fórum. Øll yrki hava eisini kritl- arar (fidusmakarar), slíkar sum antin ikki duga hand- verkið, ella sum onkurs- vegna ikki eru ærligir í sín- um arbeiði, Ld. við at plagi- era. Í flestu fórum er rúm fyri teimum, men teir eiga ikki at setast fram um teir, sum taka sítt listarliga virk- semi í álvara. Er greinin dómi um >nýggju klæðini hjá Sosial- inum<? Sparið heldur nakr- ar síður í blaðnum, gerið yvirskriftirnar smærri og gerið meira burtur úr til- farinum; ið hvussu so er, tá ið tit stíga fram sum teir sak- kønu. Skuldu tit kortini brúkt sonevnda »ummæli«, so kundi tað hóskandi fing- ið innivist í einum nýggjum teigi í blaðnum undir t.d. heitinum GOR á GALL ella KJAFTASLIT. Eg hugsi, at blaðmaðurin HJH hevur gloymt sin yrkisvis- dóm eina løtu — ella er tað bara ólavsgkurúsurin, sum ikki heilt er runnin av. Petur Zachariassen, Hoyvík 16) TOP Dagny Joensen, blaðkvinna, skrivar: .. ella summarfrítíðin, sum nú er at enda komin. Hetta, av tí at eg havi verið uttanlands seinastu vik- urnar, og ti ikki rættiliga havi fingið við, hvat hevur verið frammi í Føroyum. Tað var hugstoytt at fara av landinum, tá kreppan tók seg upp um Landssjúkrahúsið, heimildir og hver ræður hvørjum - fyri at koma aftur til kjakið um listafólk og dugnaskap teirra, ella umvent - tað tey ikki duga. Hugstoytt í báðum fórum, ti tað er so álvarsligt fyri einstaka menniskjað, sum verður rakt, og ti vit frammanundan ikki kenna samfelagsligan tryggleika i gerandisdegnum. Fyri einum trimum vikum sidani var ikki plåss fyri eini 111 starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum. Nógv varð sagt og tosað um at so nógv fólk mistu arbeiðið. Málið var eitt sindur eintáttað lagt fram í fjølmidlunum, men tað lætt at skilja, at fólk vóru skelkað, sum vóru rakt á sítt livibreyð. Meira skelkandi tóktist tað mær. at eingin júst í byrjanini hugsaði um trygdina á Landssjúkra- húsinum, sum árið frammanundan í góðvarni hevði kutað og stongt har tilbar, vid ti játtan frá myndug- leikunum, at so skuldi ikki sparast meira komandi ár. - Hvat halda teir ráðandi, at hesi fólkini hava útint í dagliga arbeiði teirra á Landssjúkrahúsinum? Hava tey sitið og sovið á vaktini, kanska dusað sær við einum kaffimunni og práti við hini fólkini, sum eis- ini fingu sekkin? Tað er altíð mannminkandi at fáa eina uppsegn, og tað undrar meg ikki, um hesi fólk fáa skuldar- kenslur og kenna seg ikki røkka til. Tað er steinur omaná byrðu. Hetta er álvarsligt, men enn meira álvarsligt er tað at fáa kensluna av, at nú ræður um ikki at gerast sjúkur. Er samfelagið sjúkt, verða menniskjuni tað eisini. Hvussu nógvar mió. krónur tað kann kostar samfelagnum, kann ikki gerast upp í tólum á eini fíggjarætlan! Hvat er list? Henda spurningin hava fólk gjøgnum øldir sett sær, uttan tó at nakað beinleiðis svar er fyri slíkum abstraktum spurningi. List er at duga, megna, skapa úr nýggjum, finna nýggjar leiðir at ganga, o.s.fr. List kann gera fólk fegin, hugtikin, eggja til fræl- si, vekja ræðslu ella eisini kann list verða ein forð- an fyri listafólk, sum ikki hava sama hugsunarhátt sum t.d. teir ráðandi. Óneyðugt er at nevna Hitler tíðina, ið stendur sum ævigt dómi um ófræsi og ræðuleikar hjá menniskjum - eisini listafólkum. Í nýggjari tíð kann nevnast - bert fyri at nevna ein av mongum- Victor Jara, frælsiskaldið og sangarin í Chile, sum varð píndur og dripin, tá Pinochet tók valdið og Alliende varð skotin. List er sostatt ikki bert meinaleyst spæl fyri lista- fólk, og tí mugu avvrik teirra ikki bert sópast av bordinum sum tvætl og møsn - hóast tú ikki skilir verkini. Hví fólk gerast so spinnandi óð í høvdinum, tå tey ikki skilja eitt listaverk ella fleiri? Tað kann ver- da ein sjálvvald verja fyri ikki at tora út um sitt egna persónliga mark. Tað er so nútímans at siga, at tað er ein avbjóðing at fara út um tað, sum tú persónliga skilir. Tað er á henda hátt at tú kanst ríka teg persónliga, við at royna. Hann sum einki vágar - vinnur einki. So einfalt er tað. Vónandi fáa listafólk ødrumegin og politikararnir hinumegin styrki og áræði at fara út um egna mark, og ikki lata seg tóla av smáligum klandri, gevast * hálvum gekki, tí hini søgdu at tey ikki dugdu i sí um virki. Hver veit? - Kanska fæst ein loysn á arsmálunum, sum fjalir seg onkunstaðni í "1 num“". Handan skuggini er luftin sum kunnugt blá.