Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. august 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Áhyrgarkiaðatjóf Jan Møller Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith Útgevari: PIf Sosisturin Hilmar Jan Hansen - Uppseting: Pit Sosiatorin Jústínus Eidesgaard Prent: Pit Pressen 1981 Tsiefon: Bústaður: Argjavegi 28 omen Postemege 8 NO Tórnkem 72 11820 Telefax: : | Sjálvrannsakan VIT MINNAST el, hvussu gekst tjóðveldisflokkinum, tá leiðslan tók mest kollveltandi avgerð í floksins søgu og fór í samgongu saman við sam- bandsflokkinum. Tað sama kann lættliga henda javnaðar- flokkinum, nú hann fór í lands- stýrið við fólkaflokkinum og hevur slept grundleggjandi javnaðarhugsjónunum. Heldur flokkurin fram við tí politikki, hann í letuni trínur fram við saman við fólkaflokkinum, so fellur hann í grevina, og fallið verður stórt. Hesa niðurstoðu kemur fyrrverandi floksskrivar- in og stravsnevndarlimur í javn- aðarflokkinum, Hans Jørgen- sen til í eini heldur bersøgnari grein í Sosialinum í gjár. Hann er sera vónsvikin av politikki- num hjá flokkinum og heitir hann á floksleiðsluna at kalla saman til eina ráðstevnu um framtíð floksins. A hesi ráð- stevnu skulu øll valdu umboð floksins meta til opið orðaskifti saman við flokslimum úr ellum landinum. TAÐ ER einki dulsmál, at hetta er ein torfør tid at skula sita við ábyrgd í Tinganesi. Og tað er greitt, at javnaðarflokkurin sum størsti flokkur hevði skyldu til at taka um endan eftirsíðsta val. Sambandið vildi bert fara út í Tinganes, um borgarligur sam- bandspolitikkur varð rikin, og hetta segði javnaðarflokkurin nei til. Tjóðveldið hevði ongan hug at fara í landsstýrið eftir lemjandi ósigurin. Tískil var lítið annað at velja í enn at skipa ver- andi tveyflokka samgongu. Nú eftirlysir so ein fyrrvenadi fram- standandi javnaðarmaður javn- aðarpolitikki í Tinganesi. Hann leggur við grein síni upp til sjålv- rannsakan og opið og sakligt orðaskifti, nakað, sum er bæði sunt og gott fyri einhvønn flokk. HENDA GREIN fyrrverandi floksskrivarans kemur beint í kjalarvørrinum á tí stríði, sum herfyri tók seg upp í flokkinum og sum hevði vid sær, at ein av tingmonnum floksins tók seg úr flokkinum. Tað er greitt, at ein demokratiskur flokkur, sum skal hava rúm fyri ollum mein- ingum, eigur at geva slíkum gætur og brúka tað, sum hent er ogtað, sum er frammi í tjakinum til sjálvrannsakan. TAÐ ER eisini greitt, at javnað- arflokkurin er vorðin nógv fá- tækari, nú suðurstreymoyar- tingmaðurin Jóannes Dals- gaard ikki longur er at síggja á tingi, í nevndararbeiði og ikki minst í tí sera týðandi og oftani strævna og krevjandi arbeiði- num, sum fer fram aftanfyri leik- tjøldini, t.v.s. sjálvum floksar- beiðinum. Hesin tingmaður hevur betri enn nakar annar myndað javnaðarpolitikk undir mongum orðaskiftum á tingi, eins og hann hevur gjørt tað í blaðgreinum. Í HESI vikuni skal flokkurin so til at taka eina týðandi avgerð. Hon er at kjósa sær nýggja for- mann og framsøgumann I ting- bólkinum. Tað er ikki minst um- ráðandi at fáa tann rætta mann- in til heas åbyrgdarfullu upp- gåvu í eini tíð, har tað brýtur um bæði borð. Flokkurin hevur brúk fyri einum tingmanni, sum hevur drúgvar royndir bæði so og so. Her er ikki minst talan um at duga at leggja til rættis, at skipa fyri, at vera rættiliga >all- round«, at veraa diplomatur og kanska serliga at hava evnini bædi i skrift og talu at kunna markera floksins grundsjónar- mid og annars tann politikk, sum flokkurin dag um dag skal hava eina meining um og stødu til. TAÐ ER nú upp til tingmanning- ina at velja tann frægasta av manningini til hetta so týdning- armikla lyklastarv. Hetta ikkki bert fyri at tæna og gagna ar- beiðinum hjá tingmanningini, men so sanniliga eisini fyri at nøkta tørvin og liva upp til ynsk- ini og krøvini hjá teimum tús- undtals fólkum kring landið alt, sum stuðla hav flokkin. INNILIGA ynskið hjá einum av hesum trúgvu stuðlum floksins í greinini í Sosialinum í gjár um opið og sakligt orðaskiftið um framtíð floksins eigur bæði ting- og landsstýrismanning og floks- leiðsla so avgjørt at taka sum eina positiva avbjóðing og ganga tí á meti, nú skjótt tvey ár eru runnin av hesum valskeiði. C Ny 2 i lo sn Í f Gundadali: åskodaraplåssini og ovari vøllurin liggja so sera væl fyri - líka sum í eini grytu, = og hetta skapar sera góðar umstødur fyri tí rætta umhvgrvinum, sum er so tydningarmikid til ein fótbóltsdyst. Graslíkið á nýggja vellin landsstadion Graslíkið av og gras ístaðin og vit hava eitt nærum liðugt fótbóltsstadion Men hvussu tá við æt lanini at gera ein I vøll og stadion millum tarhøll 1011 nidara vøll og itrot ina á Nabb! Poul Michelsen: -Har hava vit so møgulcika at leggja graslíkið frá ovara p Poul Michelsen Ág ldur vit kunnu framskunda ætlanina al fåa lan dsstar 'n í Gundadali. Mynd jan Møguliga fáa føroyingar eitt landsstadion í Gunda- dali um ikki so langa tíð. Borgarstjórin í Havn, Poul Michelsen sigur við Sos- talin, at teir nú arbeiða við eini nýggjari loysn í spurninginum at byggja eitt landsstadion í Havn, sum skal kunna hýsa bæði dystunum í landskapping- ini og eisini millumtjóða dystum. Bíliga, lætt og skjótt Talan er um at brúka ovara vøllin í Gundadali til landsstadion. Hetta kann gerast lutvíst bíliga, lætt og skjótt. Málið hevur verið frammi av og á men nú ynskir býráðsformað- urin saman við gðrum at skunda undir tað m.a. fyri at koma luttøku okkara í millumtjóða fótbóltskapp- ingum til hjálpar. Poul Michelsen sigur, at ætlanin er at taka graslíki av ovara fótbóltsvøllinum og gera vanliga grasvøll ístaðin. Hetta veldst tó alt um, hvussu royndimar eru við grasinum á Svanga- skarði, ti ein fyritreyt fyri, at graslíki kan verða úkið av og vanligt gras kemur ístaðin, er tann, at hetta heldur til ikki bert mill- umtjóða dystir, men eisini til heimadysurnar í lands- kappingini. Finna gott grasslag Poul Michelsen er tí sera spentur um, hvussu grasið fer at roynast á Svanga- skarði. So ræður um at finna tað best hóskandi grasi Otil ovara vøllin í Gundadali. Tað, sum er serliga hent við hesi nýggju loysnini er tann, at allir teir fasilitetir so sum áskoðarapláss eru longu har frammanundan, og haraftrat kemur, at vølli og leggja rennibreyt- ina, sum hoyrir vid til eitt slíkt stadion. Eg haldi eisini tað er ein sera góð loysn, at vit skilja høvuds- fótbóltsvoll og rennibreyt at, soleiðis, at ovari vøllur verður fótbóltsstadion burturav. Við hesi ætlan kemur so gras á ovara vølli at fáa fyrstsa prioritet, og tað skal ikki so nógv til fyri at fáa eitt 1. floks fótbólts- stadion har. Og hetta kann eisini gerast innan rímu- liga tíð. Tað næsta verður so at gera triðja vøllin og áskoðarapláss niðan móti høllini á Nabb. Poul Michelsen sigur at enda, at verdur henda nyggja loysnin ikki vald, so liggur grasvøllur i Gundadali langt út í framtíðini. Landsstýrið skyldina Býráðsformaðurin í Havn sigur at enda, at avgerðin hjá táverandi landsstýri at stuðla byggingini av stadion á Svangaskarði er orsøkin til syndarligu støduna í dag, og sum serliga fótbóltssambandið kemur at merkja sviðan av. -Høvdu táverandi eyst- uroyar landsstyrismenn- inir hugsað samfelagsliga og ikki lokalpolitiskt, tå høvdu vit í dag eitt fót- bóltsstadion í Havn, og eingin ivi er um, at hetta hevði verið nógv betri ført fyri at skaffa luttøku okk- ara í altjóða fótbólti tær livsneydugu inntøkurnar enn verandi stadion i Eyst- uroynni. (I týsdagsblaðnum tosa vit við Poul Michelsen, um, hvussu tað bar til, at stadion varð bygt á Svangaskarði og ikki í hóvuðsstaðnum, har 1/3 av landsins íbúgvum búgva) jan