Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. august 1992síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Helgi Fossadal, stjóri í Fossbankanum, segði seg ikki vita, hvat Heygar skuldi við teimum báðum stuttfreistaðu lánunum í 1986 Skála Skipasmiðja hevði nógvar pengar standandi í Fossbankanum, fleiri milli- ónir krónur. Skipasmiðajn var ein tann størst kundin hjá bankanum, segði Helgi Fossadal, sum fríggjamorg- unin varð avhoyrdur sum vitni í Heygadrangsmáli- num. Hann varð serliga spurdur um pengaflyungarnar og váttarnir gjøgnum bankan í teimum døgum, tá byggi- lánið varð undirskrivað. Heygar hevði tvær konto- Næstan komin á mál Triðja umfarið í avhoyring- unum í Heygadrangsmåli- num er nú av. Seinastu tvær vikurnar er ein rød av vitn- Nú hava teir aftur pakkað niður - verjarnir í Heygadrangsmálinum. Fundur verður ikki aftur fyrr enn 4. september. Tað umfarið verður nakrar dagar. Seinast í oktober verður dómsviðgerðin, og kanska fellur dómur longu í november um avhoyrd. Bara nøkur heilt fá vitni, ið kunnu hava nakað nýtt at leggja aftrat, eru efur at avhoyra. Tey eru t.d. Hans Jørgen Laursen, stjóri í Før- oya Banka, og Jógvan Páll Lassen, advokatur og av- tøkustjøri á Skála Skipa- smiðju. Jógvan Páll Lassen var eisini á sinni nevndar- limur í Skála Skipasmiðju. Verjarnir havanúeisini bið- ið um at fáa ein mann í danska Handilsbankanum innkalladan sum vitni. Bo Jórgensen eitur hann. Or- søkin er, at Kristoffur Tho- massen vísti so ofta ul henda mann í síni avhoyr- ing, 10 ikki greitt kundi lýsa, hvussu dagurin gekk, tå Kristoffur Thomassen skrivaði undir byggilånid tl Heygadrang. Annars er tað mesta sera greitt, hvat farið er fram í málinum, frá tí at Finnbogi Christiansen í 1984 søkti um at byggja cin minni feskfiskatrolara, ul Skála Skipasmiðja fór á húsa- gang, og kanningin av Heygadrangi byrjaði. Hálvgum ellivu í gjár var rættarfundurin liðugur. Fundur verður aftur fríggja- dagin 4. september. randi 153 — 15. august 1992 1 Fossbankin byrjaði — 1. januar 1986 og fekk skjótt Skála Skipasmiðju sum ein av sínum stórstu kundum. Seinni sama ár váttaði bankin cginpeningin, ið Heygar bara átti í nakrar aagar ir i Fossbankanum tann 11. november 1986, ið var dag- urin, tå lánið varð undir- skrivað. Á aðrari bókini stóðu tvær milliónir krónur, á hinari fimm milliónir. Helgi Fossadal visti væl, at tær fimm milliónirnar komu frá motorfyritøkuni MWM í Týsklandi. Peng- arnir komu sama dag gjøgn- um fyrst ein tyskan og sidan ein danskan banka til Foss- bankan. Fossbankin veitti trygd fyri, at bara MWM hevði hongdrætt yvir hesum pengum. Hinar báðar milliónirnar tevði Heygar frá skipa- smiðjuni. Pengarnir komu úr Føroya Banka, á konto ljá skipasmiðjuni í Foss- pankanum og so á ný- stovnaða bók hjá Heygum í 0ssbankanum Helgi Fossadal segði seg ikki vita, hvat Heygar skuldu við hesum pengu- num. Reiðarin Finnnbogi Christainsen hevði biðið bankan váttað yvirfyri Handilsbankanum, at peng- arnir stóðu í bankanum, og tað hevði Fossbankin gjørt. hann ikki hevði eftirlit við, hvat kundarnar brúktu sínar pengar til. Fossbankin hevði sent Handilsbankanum váttan um innistandandi kl. 14.52 føroyska tíð. Tað vil siga, at ikk: fyrr enn kl. 15.52 danska tid fekk Kristoffur Thomassen sum undir- skrivaði byggilánið stutt aftaná døgurda, "prógvið" um eginpeningin hjá Heyg- um. Um hann fekk tað sjálv- ur tá Í mars 1988 eru aftur stórar pengaflytingar við- víkjandi Heygadrangi í Fossbankanum. Tá var Kristin Rasmussen stjóri á skipasmiðjuni. Samråddist við | Finnboga og Kristin Helgi Fossadal segði, at Finnbogi Christiansen og Kristin Rasmussen høvdu samráðst við bankanum um hetta lánið ul Heygar. Bankin kravdi trygd fyri láninum, ú skipasmiðjan var tá so illa fyri, og ein bók hjáskipasmiðjuni varð løgd í veð. Bankastjórin duldi ikki, at hann vist, hvat hesir pengar skuldu nýtast til. Tað var til eginpening, segði hann. Her er kanska neyðugt at upplýsa, at skipasmiðjan um sama mundið søkti landsstýrið um meira fígg ing og hækkaði byggi- kostandin. Eyka fíggingin varð tó ikki játtað í lands- stýrinum. Kristin Rasmussen segði í síni frágreiðing ul rættið, at hann ikki visti, hvat enda- málið var við pengunum. Tí vísti Helgi Fossadal aftur. Hann helt ikki, at Kristin Rasmussen kundi hava skrivað undir og ikki vitað, hvat alt gekk út uppá, segði hann. Fossbankastjórin segði, at bankin nakrar ferðir hevði givið slíkar váttanir um innistandandi hjá reið- aríum, ið bygdu skip, og pengarnir bara stóðu inni í stutta tíð. Hann upplýsti ikki , hvørji skipini vóru. Helgi Fossadal varð spurdur, um tað var hugs- andi, at eginnpeningur kundi vera í gllum 16 skip- unum í skipapakkanum. Verjarnir hava roknað seg fram til, at tað var tilsamans umleið 140 millionur krón- ur. Helgi Fossadal endurtók úttalilsi sítt í sjónvarpinum, at tað kundi ikki bera til. randi Eingi Onkur hevði tað á munni friggjamorgunin niðri á Parnassinum á Hotel Hafnia, sum er karmur um Heygadrangsmálið: Her eru bara menn. Kvinnur hava verið og lurtað eftir sakarmåls- viðgerðini, men annars eru bara menn uppii. kona Teir fýra ákærdu og verjarnir eru menn, dómarin, ákærin og hjálparmaður hansara somuleiðis. Nógv vitni hava verið og greitt frá, alt menn, og eingin kvinna er heldur millum tey vitni, ið eftir eru at avhoyra.