týsdagur 18. august 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 154 — 18. august 1992
I. deild B68-TB 5—0 (2-0):
AHH SL SNOÐIR BSG/5/
B68 dregur frá
Væl upplagdir toftamenn eru á greiðari oddakós
eftir at ússaligt TB-lið varð spælt sundur og saman
1. deild:
B68—TB 5—0 (2—0)
Leikurin, B68 diskaði upp
við á Svangaskarði móti
tverámonnum, staðfestir
tað, stigatalvan vísir:
toftamenn eur nógv tað
álvarsamasta boðið upp á
FM heitið! Teir gera fá
ella eingi mistek, teir sýna
góðan væl skipaðan og
hugflogsríkan fótbólt, og
teir gera í stórt mát nýt-
slu av tilspældu málmegu-
leikunum.
Omanfyristandandi er
so satt sum tad er sagt.
Kanska burtursæð frå, at i
staðin fyri 5—0, so hevði
einki forgjørt verið í, at
B68 fekk átta mál, tí
meguleikarnir vóru minst
til 13—15.
Eingin veikur liður
Eingin svíkur var á B68
liðnum. Miðverjan (Eyð-
finn, Oleif go Jóhannes)
var vakin og loyvdi bert
TB álopinum tvær ferðir
at nærkast Kjartani í 1.
hálvleiki, og vongverjar,
miðvellur og álop hekk
stak væl saman. Ikki so
sjáldan serliga í 2. hálv-
leiki blandaði Eyðfinn á
aftasta manni seg í upp-
byggjandi leikin.
Serliga varð bygt upp í
siåunum og oftast í
vinstru. Hegra verjuborð
hjá TB var fullkomuliga
opið, og B68 og serliga
Jákup Eli dusaði sær í
stóra friøkinum og sendi
ferð eftir ferð góðar bóltar
í brotsteigin eftir at ser-
lgia Abraham neyvt hevði
stungið hann leysan við
longum diagonalbóltum.
Ingolf (væl upplagdur i
høgra miðvallarborði)
fekk hol á eftir 10 min. tá
hann stútaði innlegg frá
Jákupi Eli inn um Rolf.
Hesin hevði framman
undan meistarliga vart
stútið frá Súna Fríða, ið
arbeiddi sum ein hestur,
men var óheppin við fleiri
royndum. Abraham (tykt-
ist vera væl fyri á mið-
vellinum) ekti eftir hálvan
tíma, tá diagonalbóltur úr
høgru varð lyftur aftur í
brotsteigin av Øssuri.
Bólturin stiklaði tvær
ferðir, og so meddaði vete-
ranurin til.
Óskipað verja
Uppspælið til bæði málini
undan steðginum bar boð
um vánaliga skipaða TB
verju. Óli á aftasta manni
var leikbannaður, og í
hansara stað hevði Rent-
ved valt at lata Magna
Petersen leika. Hann hev-
ur leikt á plássinum
mangan áður, men roynd-
in hesaferð vísti, at tað er
nógv betur, at hann held-
ur seg á vongverjanum.
Tverámenn mundu í
steðginum reyna at tosa
seg fram til, hvussu bet-
ast skuldi um steðuna,
men 2. hálvleikur var bert
minuttin gamal, tá alt fór
í fisk: Rolf og miðverji
misskilja hvenn annan, og
Abraham er fram við og
trillar i tóma málið. Tá íér
luftin úr TB, og so var
spurningurin bara, hvus-
su stórur sigurin skuldi
vera.
Gott undirhald
Áskoðararnir hevdu tað
frálíkt, og toftamenninir á
vellinum megnaðu í stór-
an mun at varðveita leik-
ferðina og samstundis at
kryddra við kynstri, ið
leikara ikki tora at vísa, tá
Síða 7
ítróttur
dystur ríður meira um
snarið. | Hæddarpunktið
var heilfluktarin hjá Odd-
mari, ið sum 2. hálvleikur
leið var stak nógv við í
ålopsmyndingini.
Suni Fridi saksar aftur
um seg, og úr 18 metra
fjarstødu spílar vengverj-
in meskarnar aftan fyri
Frá dystinum millum
B68 og TB. Mynd
Abraham Hansen
sprellandi målverjan. Mið-
skeiðis i hálvleikinum
staðfesti Øssur, tá Abra-
ham letur innlegg frá Já-
kupi Eli fara víðari.
TB var allan dystin um
ein háls. Heldur ikki mið-
vellurin megnaði at byrg-
ja fyri sterka B68 mið-
vellinum, og tá Torfinn
stutt fyri leiklok fór við
líggjanum eftir leysa
Jógvaniu Martini (inn fyri
Øssur 10 min.) og varð
vistur av velli, tóktist
hetta sum stadfesting av
fullkomuliga ørkymladum
leikarum.
Men teir leiktu eisini
móti monnum, sum hava
FM heitið uppiborið, um
teir komandi vikuskiftini
bara leika í nánd av i, teir
vístu hesaferð, bæði tekn-
iskt, taktiskt og fysiskt.
-nn-