Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. august 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgðarblaðstjóri: Jan Múler Blaðfólk: Randi Jacabuen - Tórfinn Smith Útgevari: — PE Sosíslurin Bústaður: Argjavegi 28 Postsdresss. Postsmogu 78 ; Fyritaksstjóri: Krisjen Dahl Hilmar Jan Hansen - Uppseting: Pit Sosiefurin Argjum Í Ljósmyndari: Kalmar Lindenskow Jústínus Eidesgaard Prent: PA Pressan 198} Tsiefon: 11820 Telefax: pE Tvinnir eru kostirnir... NEYVAN nakrantíð síðani seinna heimskriggj og >kalda kriggid« hevur Europa verið í so ótryggari stødu sum í dag. Síðani kommunistisku eina- ræðisstýrini vórðu avtikin fyri eystan er landakortið fullkomi- liga broytt. Fólkaslag og etnisk- ir minnilutabólkar, sum hava verið kúgað ella undir neyvum eftirliti, hava bráddliga fingið nýtt rásarúm og meguleika at nýta sín rætt at ráða sær sjålv- um. Hetta hevur havt við sær blóðugt borgarakriggj í fleiri londum. | LOTUNI er tað í fyrverandi Jugoslavia, at harðast leikar á. Fleiri av landspørtunum í ti, sum einaferð var Jugoslavia, hava tikið sjålvstyri. Men trup- ulleikin er tann, at í hesum nýggju løndunum eru fleiri minnilutabólkar av antin átrún- aðarligum ella etniskum slag, sum ikki kunnu sameinast ella liva lið um lið. Urslitid er eitt blóðugt borgarakriggj millum eitt nú muslimar og serbar í fyrr- verandi jugoslaviska lands- HVAÐAN! VEITST TÚ ALT HATTAR ? A EN up. K ) ) Sø », hn Dir. BC á v ól TAN KS I , Á « (N % )} ||} I partinum Bosnia. Hetta stríð er vorðið so mikið ræðuligt, at allur vesturheimurin er á gosi. Serb- ar, sum hernaðarliga eru sera sterkir, royna á ymsan hátt at sleppa av við muslimar og onn- ur, sum teir halda ikki hava nakran rætt til at vera í landi- num. HETTA HEVUR fort við sær, at fólk eru noydd at rýma frá húsi og heimi, eru tey ikki sett í fangalegur ella myrd av serbu- num. Framferðin hjá serbunum verður av fleiri sammett við hana hjá nazistunum undir krignum og verður viðferðin av muslimunum javnsett við hana av jødunum undir seinna heimsbardaga. VESTURHEIMURIN hevur fingið stórar trupulleikar at dragast við, tí hetta er fyrsta kriggid í Europa síðani seinna heimsbardaga. Streymurin av flóttafólki er einstórur trupul- leiki. Men spurningurin er eis- ini, um Europa kann loyva sær at sita og hyggja at, meðan Osek børn og vaksin í túsunda- tali verða tikin av døgum. Hetta er vorðið til ein samvitsku- spurning hjá Vesturheiminum EG HAVI LISIÐ TAÐ í SOSIALINUM SJALVANDI ! / þ É og ti eisini tann spurningurin, sum í lotuni er fremst i fjølmidlu- num. AMERIKANARAR vilja fegnir leggja uppí við hermegi fyri at steðga teimum óhugnaligu morðunum. Men teir halda, at hetta fyrst og fremst er eitt mál, sum Europa má taka sær av, Spurningurin er bara hvussu. ST hevur brúkt nógva tíð at við- gera tað, men enn er eingin av- gerð tikin um at leggja uppí beinleiðis við hermegi. Roynt verður at troyta møguleikarnar fyri eini fridarligari loysn uttan uppílegging fyrst. Spurningurin er bara, hvussu leingi umheim- urin kann bíða, til drápini halda uppat. TAÐ ER greitt, at Europa er í eini sera torforari stoðu. Verður lagt uppí, so kann tað enda við einum nýggjum Vietnam, sum bert fer at herða kriggið. Verður ikki lagt uppí, so kann henda, at tað eydnast serbunum at drepa og burturvísa øllum minniluta- bólkum og fólki, sumteir halda ikki hoyra heima í Bosnia. T.v.s., at milliónir av fólki antin verða avrættað ella tvingað úr sínum egna landi. Tvinnir eru kostirnir og hvergin teirra er mjúkur. Hetta er stoðan í dag. EYDNAST TAÐ ikki ST og ser- liga Vesturheiminum at steðga serbiska áganginum og fáa bæði serbarnar og muslimar- nar at sissa seg og koma til samráðingarborðið, so kann stríðið í Bosnia fáa sera álvar- samar avleiðingar fyri Europa. Vandi er m.a. fyri, at vit fáa eitt nýtt >Miðeystur< í Europa. Spurningurin er tí: Hava londini í Europa nakað annað at velja í, enn at leggja uppí og forða fyri, at muslimar verða slaktaðir? KOMANDI dagarnir fara at vísa okkum um friðarroyndirnar hjá ST fara at skapa neyðugu trygdina. Um ikki so kunnu vit rokna við, at Vesturheimurin fer at leggja uppí hernaðarliga. Men hvat enn verður gjørt, so er stoðan at meta sum eitt tvíeggj- að svørd. Hinvegin kann Vest- urheimurin ikki í longdini bara standa og hyggja at, meðan na- sistalíku morðini verða framd og ósek fólk í túsundatali lata lív ella verða tvingað at rýma frá øllum, sum var og er teirra. Undirbygd tíðindi Sosialurin - Sosialurin - sosialurin - sosialurin - sosialurin - sosialurin - sosialurin - sosialu Ja! tyri kr. 205,- (haldarar i Føroyum) av hesum ársfjórðinginum. Navn: Eg gerist haldari av Tidinda- blaðnum Sosialinum og fåi blaðið 5 ferðir um vikuna. fyri kr. 240,- (haldarar í Skandinavíu) Goldið verður bert fyri blødini restina Okeypis Sasialunn rindar postgjaldid Bustadur: Bygd/byur: Kannad postverkinum sosialurin - sosial:rin - sosialurin - sosialurin - sosialurin 110 Torshavn ff ff[f[[fffffff[f[f[f—f———————————— ———>——— —————wiWi——cwweaweeewee=