Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. august 1992síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SSRS Nr. 152 — 14. august 1992 tíðindablaðið hjá KÍ og B36 Europa-Cup gevur føroysku liðunum knappa millión og møguleiki er at vinna eina afturat. FSF fær eisini fíggjarligan ágóða av Cup-luttøkuni SL eres Stóru peningamongdir- nar, sum eru i stóra fót- bóltinum úti í heiminum, koma nú eisini í føroyskan fótbólt. KÍ fær fyri at taka lut í Europa Cup fyri meistara- lið 100 túsund schweizar- frank, og B36 fær fyri at leika í steypavinnara kappingini 80 túsund sch- weizarfrnk. Roknað um til danskar pengar, vil tað siga, at KÍ fær umleið 430 túsund krónur, og B36 fær knappar 350 túsund. Og tað er meguleiki at vinna upp aftur meiri pen- ing: Liðið, sum spælir seg fram til næsta umfar, fær somu upphædd eina ferð afturat! Tað vil siga, at megnar annað føroyska liðið at spæla seg eitt stig víðari, so fáa KÍ og B36 ávíkavist 860 túsund og 700 túsund krónur burtur úr europeiska ævintýri- num! Dryppar á degnin Torleif Sigurdsson, for- maður í FSF, váttar at tal- an er um hesar upphædd- ir. Sum Tíðindablaðið So- sialurin fyrr hevur greitt frá, samtykti UEFA longu i september i fjør at byta inntøkupuljuna frå Cup luttøkuni eftir åvis- um leisti millum øll lut- takandi lidini. Spurning- urin var bara, nær nýggja avtalan skuldi fara at virka. Torleif Sigurdsson greidir soleidis frå: — Vit vóru á fundi i UEFA í Geteborg í sam- bandi við EM kappingina. Tá varð spurningurin við- gjørdur, men tað er ikki fyrr enn aftaná, at fíggjar- nevndin og aðalnevndin hjá europeiska fótbólts- samtakinum hava givið til kennar, hvussu stórar upphæddirnar skulu vera. Meistararnir fáa 100 tús. schweizarfrank og steypavinnararnir og UEFA Cup luttakararnir fáa 80 túsund. Tað vil siga, at GÍ hevði fingið somu upphædd sum B36, Million upp á spæl um gøtumenn hevdu tikið av meguleikanum at taka lut í UEFA Cup. Fótbóltssambondini fáa eisini inntekur í hesum sambandi. Vit rokna við, at FSF fær einastaðni millum tað, tey bæði for- oysku liðini fáa fyri lut- tøku í undan umfarinum, tað vil siga, einastaðni millum 350 og 400 túsund kr. — Hava tit roknað við hesum inntøkunum í figgjarætlanini? — Nei, tad hava vit ikki, men tad eru hol at tetta vid slikari kærkomnari inntøku. — Hvussu ber tað til, at hetta nudstadni er klårt? — Soleidis er tad so ofta í altjóða samstarvi. Tað er ikki fyrr enn í síðstu letu, at stórir spurningar verða avgjørdir. Tað er eisini galdandi fyri flokking av liðum í sambandi við luta- kast, hver skal hava rætt at taka lut í ymsu kapp- ingunum og so víðari, sigur FSF-formaðurin, sum m.a. heldur eina orsek til hesi viðurskiftini vera, at tað ofta gongur leingi at samráða t.d. sjón- varpsavtalur upp á pláss. Síða 11 UEFA sum eftirgjald eftir EM kappingina, sum var fyrsta altjóða luttøka okk- ara. — Vit hava ikki fingið endalig boð um hetta, men upplýsingar, vit hava fingið, benda á, at UEFA fer at býta stóra upphædd millum londini, sum tóku lut. Okkara partur verður umleið 410 túsund kr. upplýsir FSF-formaðurin, sum ikki dylur yvir, at hesar í fíggjarætlanini óvæntaðu inntekurnar beta um meguleikarnar at Eyka inntøku frá EM fáa raksturin at hanga Tað er heldur ikki óhugs- saman. andi, at FSF er at fáa um- , leið eina hálva millión frá aa Urslit frå 21.1 km. renning vid Skålafjørdin 15. aug. 1992 1. Hallur Holm, Tórshavn 1.16,49 t. 2. Óli Olsen, Argir 1.19,21 t. 3. Niels Jákup Jakobsen, Tórshavn 1.20,04 t. 4. Bogi Olsen, Rituvík 1.23,13 t. 5. Ólavur Olsen, Tórshavn 1.31,44 t. 6. Erik Lindholdt Jensen, Kvívík 1.33,20 t. 7. Harry Hansen, Toftir 1.34,49 t. 8. Jari í Hjellum, Toftir 1.37,08 t. 9. Regin Jóanesarson, Vestmanna 1.50,48 t. 10. Lars Sieferd, Danmark 2.05,13 t. TE PER