hósdagur 20. august 1992síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 156 — 20.august 1992
Brecht leikur í Havn
Síða 5
Høgrumegin sæst Jenny Petersen í Havn, sum er inspisientur í hesum leiki, t.v.s. hevur ábyrgdina av at listaligu
og teknisku arbeiðsviðurskiftini eru í lagi. Í hesum leiki hevur Jenny Petersen eisini lítan leiklut, sum ein av
teimum meira skemtiligu konufólkunum í Soho
Í vikuskiftinum vitjar
Sogn og Fjordane leikhús-
ið í Føroyum, her tey
skulu framføra heims-
kenda sangleikin "Laser
og Pjalter" eftir Bertolt
Brecht
Sýningarnar verða fríggja-
kvøldid og leygarkvøldid í
Norðurlandahúsinum.
Brecht skrivaði sang-
leikin í 1928, áðrenn hann
sum fyrsti týskari rýmdi
úr heimlandinum í 1933
undan nazistunum, tá
Hitler kom til valdið.
"Laser og Plajter" er
umskrivaður eftir fyrsta
sangleiki í heiminum, og
Brecht skrivaði leikin sum
eina parodi úl "The Begg-
ars Opera".
Evnini, ið Brecht við-
gerð í hesum leiki eru
slík, sum ganga aftur í
mannaættini gjøgnum
øldir, nevniliga: dupult-
moralur, mutur og svik
og hvussu tann ið svikir,
verður svikin.
Speiligur og råmandi
Brecht hevur skrivad
leikin at fara fram i 1920
árunum, meðan "Biddara-
operain" er skrivað í 1700
talinum, og sostatt er
fyrsti sangleikur í heimi-
num.
Í innihaldi er "Laser og
pjalter" speiligur og rám-
andi, men tó eisini álvar-
sligur á slíkan hátt, at tú
flennur í fyrstuni og kan-
ska eisini rodnar av og á -
av tí tú flennur eftir.
Á pallinum í Norður-
landahúsinum eru 10 leik-
arar, og fyri at fáa øll við-
urskifti at ganga saman í
eina heild, eru seks tekni-
karar, leikstjóri og pall-
prýðari við á ferðini.
Pallurin er uppsettur
sum ein karrusel, ið snarar
runt, og har hitta vit leik-
arnar í eini vanligari
stovu, í einum skøkjuhisi
og í einum hoyggjhúsi.
Serstøk pallmynd
Jenny Petersen, sjón-
leikari í Havn, sum starv-
ast á norska leikhúsinum
og eisini hevur leiklut í
"Laser og Pjalter" sigur,
at innihaldið skal við pall-
Lars Klevstrand spælir
leiklutin sum Mack The
Knife. Någvir
føroyingar hava helst
hoyrt visusang hansara.
Hann hevur tvær ferðir
luttikið í festivalinum i
7 x gm
Norðurlandahúsinum
uppsetanini myndast sum
eitt Tivoli, har alt er
skemt og gaman, men eis-
ini, at álvarsemi er at
finna, har alt sær út sum
spæl.
Henda uppsetanin, sum
vit kunnu síggja í viku-
skiftinum hevur fingið
sera góð ummæli í Nor-
egi, og hevur eisini verið
framførdur í Oslo og Berg-
en, umframt å øllum
småplåssum i heimafylki-
num. Umleid 9000 fólk
hava sæd leikin i Noregi,
sum nå verdur møguleiki
at siggja i Nordurlanda-
húsinum.
Atgongumerki til sýn-
ingarnar fríggjadagin og
leygardagin kl, 19.30, eru
at fáa í Norðurlandahúsi-
num.
Dagny
HJÁLMAR
Ikki bara góðkendir,
men eisini væl brúkiligir.
Fáast við eykaútgerð
sum t.d.: Á
húgvu *
hoyrivernd
skermi -
sveisiskermi >
Bert Í 65,- kr.
FØROYA TRYGDARÚTGERÐ 55
520 Leirvík - tif. 43246
Havehus til salg
Havehuset pá Yviri við Strond 14 er til
salg »på roden«.
Huset er på ca. 10 m? med 1 dør, 1
vindue i hver gavl og 2 ovenlysvin-
duer.
Skriftligt tilbud sendes til
Færøernes Kommando
Att. Bygningsofficeren
Postboks 3195
FR-110 Tórshavn
senest 7. sept. 1992.
Eventuel besigtigelse kan aftales på
telefon 11420 lokal 102
Kvinnuhúsið
Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin
hvønn hósdag frá kl. 19.00—21-00. inngongd
hjá KFUM, undir Pisuvarða 2, ella á tif.
17200. .
Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frå kl.
15.30—17.30. Telefonin, 17200, svarar hvørn
dag frå kl. 15.30—7.00 & morgni.