fríggjadagur 21. august 1992síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 157 — 21. august 1992 tíðindablaðið
Síða 5
Hetlendski tingmaðurin Magnus Flaws og føroyski umboðsmaðurin í Aberdeen, Sofus Poulsen her stæddir á
havnaskrivstovuni í Havn. Mynd Jan
Hetlendingar
vilja læra av
føroyingum
-og eisini læra føroyingar
Í vikuni kom eitt heldur
óvanligt hetlendskt ferða-
lag til Føroya. Talan er
um åtta politikarar og
vinnulívsfólk. Endamálið
við ferðini er at kunna seg
við føroyska fiskivinnu og
serliga fiskiidnadin.
Hetlendingar og føroy-
ingar hava sera langa trad-
itión fyri samarbeiði bæði
á tí mentanarliga og tí
vinnuliga gkinum. Síðani
Norrgna fór at sigla mill-
um Hetland og Føroyar
fyri 9 árum síðani er hetta
samarbeiði vorðið nógv
útbygt og tað er eingin
loyna, at hetlendingar eru
vónsviknir av, at Norrøna
nú gevst at sigla til
Lervick.
Samband alneyðugt
Magnus Flaws, ungmadur
sigur vid Sosialin, at teir
vóna, at okkurt annað
skipafelag fer at halda
fram við hesi sigling.
Eydnast hetta ikki, so fara
hetlendingar at vita, um
ikki møguleiki er at fáa
samband millum báðar
oyggjabólkarnar loftvegis.
Teir skulu í hesum sam-
bandi hava fund við At-
lantic Airways.
Umframt Magnus Flaws
eru eisini tveir aðrir ting-
menn við og haraftrat eru
fólk frá havanumsitingini í
Sullom Voe eins og frá
Menningarstovuni í
Hetlandi.
Tað eru umleið 10 ár
síðani, at slíkt ferðalag
sum hetta vitjaði í Føro-
yum og ein orsøkin til, at
henda ferðin er komin í
lag, er tann, at oljuvinnan
í Hetlandi skjótt verður
søga, og teimum tí tørvar
aðrar vinnuvegir.
Magnus Flaws sigur, at
roknað verður við, at tað
innan 10 ár ikki er nokk til
av olju at føda oljutermi-
nalin í Sullom Voe, og at
hann tá helst fer at lata
aftur. Olja fer tá als ikki at
koma í land í Hetlandi
longur, men verður flutt
burtur við skipum ella í
leiðingum inn á meginlan
dið.
Fiskiidnadurin
Men adrir vinnumøgu-
leikar eru i Hetlandi, eitt
nu fiskivinnan. Her halda
hetlendingar, at teir kunnu
læra nakad av
føroyingum, og henda
ferðin er ein líður í
royndunum at kanna
framtíðar møguleikar
innan eitt nú fiskiidnadin í
Hetlandi.
Men hetlendingar hugsa
ikki bert um seg sjálvar á
slíkari ferð. Teir eru eisini
sinnaðir at lata føroy-
ingum burtur av teimum
royndum teir hava havt
Lerwick is Lat 60* 9'N
Lon 1* 9W
Shetland: Location
Approximate distances from Shetland
in kilometres (statule miles
Hetlendska ferðalagið vitjar Tórshavnar Havn. Mynd jan
eitt nú innan oljuvinnuna.
Í hesum viðfangi kann
nevnast, at fólk frá
havnaumsitingini í Sullom
Voe eru við og skulu tey
greiða føroyingum eitt nú
landsstýrinum frá teimum
møguleikum, sum før-
oyskar havnir fåa, tå og
um oljuvinna tekur seg
upp kring Føroyar.
Meinlík samfeløg
Hetlendsku umbodini eru
fegin um at koma til Før-
oya. Tey halda fyri, at
vidurskiftini i Føroyum og
Hetlandi i mongum førum
eru sera meinlík, nú bæði
londini eru oyggjasam-
feløg. Men talan er so ikki
bert um at knýta bond á
vinnulivsøkinum. Tað er
so sanniliga eisini talan
um at økja um mentun-
arliga samararbeidi, men
ein fyritreyt fyri øllum
hesum er, at samband
aftur verður - antin sjó-
ella loftvegis millum bæði
oyggjasamfeløgini úti í
Atlantshavi.
jan
Leygardagin 22. august sneiði
eg um eitt hvast horn, og í
hesum sambandi havi eg
OPIÐ HÚS
í handlinum frá kl. 10.00-14.00
fyri vinum, kenningum, við-
skiftafólki og ollum oðrum
áhugaðum. Fi
Eg gleði meg at heilsa uppá
tykkum og havi okkurt gott at
bjóða.
Vinarliga
Smyrilsvegur 6 + P.O. Box 3182
FR-110 Torshavn » Faroe islands
TIF. (+298) 19718 + Fax (+298) 19719
Handilin við ti góðu tænastuni
EG LEIGI
BRÚKTAN
BIL FRÁ
WENZEL...
„..0g tað loysir
seg, kann eg
síga tykkum!
|{{|pt- wenzel petersen, tif. 13873