Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. august 1992síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 tíðindablaðið Nr. 159 — 25. august 1992 Hver hevur sína hugsan - um hvussu eitt arbeiðspláss kann skipast betur, men harfyri er ikki vist, at tað verður tikið til eftirtektar,sigur Jóannes Eidesgaard, lands- stýrismaður Jóannes Eidesgaard, lands- stýrismaður, hevur ongar viðmerkingar ul hugsa- nina hjá Leif Knudsen, yvirlækna á medisinsku deild í Klaksvík, sum í leygardagsblaðnum varð sera Onøgdur við lækna- býti á skurðdeildin í orto- pædi og medisinsku deild. Hann vísti á tørvin á einum serlækna í medisin seinastu 11 árini, men at eingin hevði tíkið tað til efurtektar. Hann gevst nú í Klaksvík og fer ul Dan- markar, har hann er settur yvirlækni í Grenå Stýrið lagt trýst á Er tað ikki ett sindur burt- urvið at víðka um skurð- deildina í Klaksvík, tá medisinska deildin hevur 500 bráðfeingis innlegg- ingar árliga, meðan skurð- deildin í ortopædi bert hevur eina helvt av inn- legginunum, sum hóast alt kann tilrættisleggjast eitt nú innkalla sjuklingar ul vidgerdar Jéaanes Eidesgaard: Hetta er eitt mål sum gongur meir enn 20 år aftur í tíðina. - Tá Gordon Radjani kom ul Klaksvíkar, og hann var serlækni í skurð- viðgerð og ortopædi, legði stýrið trýst á at út- byggja ortopædi skurð- læknastovuna í Klaksvík, sum er einasta av sínum vid al slag i Føroyum. Samstundis sum henda avgerð varð tíkin, varð Skurðlækni í ortopædi settur á Landssjúkrahúsi- num. Hví hetta varð gjørt, dugi eg ikki at siga. Grundarlagið fyri at krevja serlækna skurð- deildina í ortopædi í Klak- svík var ivaleyst eisini gjørd, fyri at hava trygd fyri at fáa pening játtaðan til sjúkrahúsið. - Eitt og hvert starvs- fólk á einum arbeiðsplássi kann gera uppskot um, hvussu tað skal skipast gðrvísi og betur, men tað í sjálvum sær er ikki trygd fyri, at uppskotini um broytingar verða fylgd, sigur Jóannes Eidesgaard. Dagny Jóannes Eidesgaard: - Málið um starvsbýti á Klaksvíkar sjúkrahúsi gongur eini 20 ár aftur í tíðina, tá sjúkrastýrið legði trýst á at fáa serlæknastovu í ortopædi á sjúkrahúsinum. Gordon Radjani var tá yvirlækni har norðuri, og hann var serkonur á hesum oki Ongar samstarvs- trupulleikar. - hóast tveir yvirlæknar nú aðrastaðni Gordon Radjandi, yvir- lækni í Klaksvík, hevur ongar viðmerkingar til tíðindini, at hann er settur at arbeiða á Landssjúkra- húsinum fram til 1. okt- ober i ár. Radjani vil heldur ikki upplýsa um hann fer aftur til Klaksvíkar at arbeiða, men sigur við Sosialin, at hann er tænastumaður, og tí ikki hevur loyvi at útala seg un arbeidsvidurskifti. - Ring til min tá eg eri farin frá, tá vil eg tosa við teg, sigur Gordon Radjani. Gordon Radjani er 58 ára gamal og hevur starv- ast í Klaksvík seinastu 20 árini. Hann er skurðlækni og serlækni i ortopædi. Fer møguliga frå - Frå ålitandi keldum frættist, at Gordon Rad- jani fer frå sum yvirlækni i Klaksvik i februar 1994. Hann skal hava ætlanir um at fara til India at ar- beida, hadani hann eisini er ættadur. Jákup Petersen, skurð- lækni og serkønur í orto- pædi, arbeiðir fyri Radjani í løtuni. Hann er yvir- lækni á ortopædi deild í Svøriki, og hevur sókt yvirlæknastarv í Klaks- vík. Hann er innstillaður til hetta starvið, sum Landsstýrið setur, væntan- di í vikuni. Jákup Petersen sigur, at eingir samstarvstrupul- leikar eru á sjúkrahúsinum í Klaksvík, og hann og Radjani hava arbeitt sam- an uttan nakað hóvasták. Fagliga samdir Jákup Petersen: - Radja- ni er góður lækni, og or- søkin til at hann nú skal arbeiða í Havn er bert fyri at fáa serlæknaskipanina í sjúkrahúsverkinum at vir- ka betri. - Fagliga hava vit altíð verið samdir, tó at mín út- búgving er nýggj og hans- ara eini 20 - 30 ára gom- ul. Trupulleikarnir eru fyrst í eygsjón, um Gordon Radjani sigur starvið frá sær, tí so skal Landsstýrið góðtaka at starvið verður lýst leyst aftur. Hinvegin - um Radjani biður um farloyvi, verður annar yvirlækni settur beinan- vegin. Hin yvirlæknin í Klaksvík er Jóannes Mort- ensen. Hann er skurð- lækni, men er í løtuni undir víðari útbúgving í Svøriki, tí heilsustýrið ikki góðtók hansara út- búgving. Jóannes Morten- fara í stóryð Gordon Radjani, yvirlækni á Klaksvíkar sjúkrahúsi vil ikki gera viðmerkingar til, at hann nú skal arbeiða á Landssjúkrahúsinum eina tíð. Hann er 58 ára gamal og kann fara frá í 1994. Spurningurin er so um grundarlag frameftir er fyri trimum yvirlæknum á S serskurðdeildini í ortopædi í Klaksvík sen kemur aftur á Klaks- víkar Sjúkrahús um eitt ár. Sjúkrahúslæknaset- anirnar hava skund Umframt hesir eru fýra hjålparlæknastørv í Klaks- vík, sum ætlanin er at broyta til try sjúkrahús- læknastørv. Hesir hava breiðari útbúgving og kunnu fara í vaktarskipan á sjúkrahúsi- num, eins og teir stødast longri enn hjálparlæknar- nir Her er trupulleikin, at landsstýrið er tarnað av sparingum, og tí ikki vil siga, hvønn lønarflokk hesi størv skulu flokkast undir. Verða størvini i Klaksvik ikki lønt eftir FAS (Foreningen af Spec- iallæger), ber ikki til at lysa hesi størv leys at søkja. Hjålparlæknastøvini eru tó í vanda, ti hetta starv er at sammeta við útbúgv- ingarstarv, har læknarnir bert eru ávíst tíðarskeið, fyri síðani at fara víðari til annað arbeiði aðrastaðni, sum liður í útbúgvingini. Tað hevur tó skund at fáa hesi størv í rættlag, tí eftir 1. januar 1993 verður Klaksvíkar Sjúkrahús ikki góðkent sum útbúgvingar- stað. Tá verður torført at fáa hjålparlæknastørvini sett Dagny