Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. august 1992síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 158 — 22. august 1992 Síða 11 ítróttur SÍF lorkaði sigurin burtur Måttleyst HB megnaði enn eina ferð at vinda seg upp síðsta korterið 1. deild. SÍF - HB 2-2 (1-0) HB tykist vera nøgt vid at kappingarárið 1992 hevur borið steypasigurin í sær og har við rætt at taka lut í Europa cup og kærkomn- an pening frá UEFA. omana Landskappingini eru teir lítið hugaðir í. Hetta er í hvussu so er nidurstødan av tí, teir vistu størsta partin av dystinum i Sandavågi: Lítið hugflog og nógv persónlig mistøk í upp- spælinum og ein ómeta- liga tung verja, sum ferð eftir ferð varð sett undir trýst av ágangandi heima- liði, ið tóktist spæla fyri evarska lítla møguleik- anum at verða hangandi í ovastu deild. Tað sá eisini ljóst út í langa tíð: Saman við álopsfelagnum Búgva og Hegga, Torkil og Jonhard á miðvgllinum setu nýggja stjórnan hjá SIF, Heri Olsen, títt og ofta Niels Paula, Niels og Heðin í miðverjuni undir trýst, og ofta var hjálpin lítil frá Sámal Erik, Inga og Niclas á HB midvøllinum. Gott korter inn i 2. hålvleik var SIF å odda 2- 0. Miðskeiðis í i. hálvleiki ger Heri sær dælt av, tå annars stak væl leikandi Kaj Leo ikki megnar at halda drøn skotið frå Torkili úr 18 metra fjarstóðu, og ein tími er leiktur, tá álops- felagarnir taka av, tá mið- verjan klutrar í verjupart- inum. Aftur hesa ferð skorar 18 ára gamli Heri, sum eftir heldur trilvandi byrjan í fremstu rgð tykist rættiliga at hava fótað sær. Bjargingarroynd Og so var sigurin vísur — hildu sandavágsmenn. Men teir tóku ikki hædd fyri, at HB hevur serlig evni at koma aftur í aftur hóast tað sær út, sum einki stendur til at bjarga: Í roynd at venda gongdini vórðu eftir 2-0 málið evnaríki Sigfríður Clementsen og Bogi Dam settir inn, meðan Ingi og Sámal Erik vórðu tiknir út. Stutt eftir fær Sigfríður bóltin av Torkili, tá hann er um at koma igjøgnum, og unglingin ger ikki vandari enn at draga 70 metrar, sneidir fleiri av og skorar, tå hann er komin inn i brotsteigin. Hetta setti meiri ferð í, og målmøguleikar vóru í báðum endum. Jan Dam syrgdi fyri, at HB fór av stað við ødrum stignum, og at SIF varð nógv skert í royndini at vinna sær sess í 1. deild komandi år: Tíð- in var um at vera farin, tá landsliðsmaðurin dregur í brotsteigin og knallar skrúvandi skot inn um SÍF noyðist helst at flyta niður, meðan líuð sannlíkt er, at HB skal vinna stórvegis í lands- kappingini. Kanska átti SÍF at hugsa meiri um samanleggingarmøgulcik- an vid hini vågalidini, og HB átti at hugsa ålvarsliga um at seta nýtt fólk við. Á unglingaliðnum er ein rúgva av evnum, sum bíða eftir rættum møguleika í fremstu rgð at vísa, hvat teir duga ul! (-nn-) Landsliðsfelagarnir Jan Dam, HB og Torkil Nielsen, SIF í horna- tókum Mynd: Jens Kristian Wang Í | LÍF 2. deild. HB - LÍF 1-1 (0-0) Móti LIF sýndi HB leik, sum ikki einvíst bar boð | um, at liðið er á veg í 3. deild. Tað kann endin væl gerast alíkavæl. Ikki minst nú niðurflytingarlinjan fær gildi, verður kappingin 6- lík við feløgini, sum hava sítt besta lið í deildini Men hóast døkk skyggj á luftini, so eru havna- menninir langt frá blankir, tá tað ræður um leikskip- an, og tað kundi meiri enn so komið fyri, at onnur lið í oddastríðnum enn LÍF fara at kenna svidan frá HB. Grímur í Petur í Brekkum eru van- liga við í 1. deildarhóp- inum. Hesa ferð 2. deild, og teir vóru ber- andi krefur åvikavist í verju og á midvølli Vang og Hans voru Cir I LÍF leiku ikki væl. Teir góvu í alt ov stóran mun HB loyvi at varveita bóltin í staðin fyri at jagstar teir ut frå ti sjónarmiðnum, at havnamenninir áttu at troyttast skjótari. Miðskeiðis í 2. hálvleiki legði heimaliðið seg á odda. Suni Reinert fer sjålvur i vinstru, hann roynir seg frå spiskum, Ove fær hondina å, men megnar ikki at halda. So hevði LÍF skund, Mynd: Jens Kristian Wang afturstig men tað var ikki fyrr enn sjey minuttir undan leik- loki, at teir javnaðu: eftir innlegg støkkur bólturin út frå, og Hans Fri var miðverji, langar til og di, sun bólturin smýgur fram vid leirvikingum og havna- monnum har fyri var tjúkt og í kassan {-nn) Týsdag til triggjedeg 13.00-17.30 Leygardag 8001200 Månadag or stongt v MURARAMEISTARA MARCUSSEN STYKKID - TLF. 21295 | ing Serhandi! tyr: fisar