Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. august 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 160 — 26. august 1992 tíðindablaðið Gott nolitiskt kjak Fundurin í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag var siðiligur, men at- finningar vóru at hoyra, sigur Hallstein Sigurðsson, formaður í- felagnum Mánakvgldið var lima- fundurin hjá Suðurstreym- oyar Javnaðarfelag. Hesin fundur skuldi vera beint eftir olavøku, men varð út- settur. Fundurin kom í lag, av tí at Jóannes Dalsgaard segði seg frá bæði úr løgtingi og flokki. Jóannes Dalsgaard hevdi sent nevndini frá- greiðing um, hví hann fór úr flokkinum, og henda frá- greiðing varð lisin upp á fundinum mánakvgldið. Fundurin harmaðist um, at Jóannes Dalsgaard er far- in úr flokkinum, tí hann hevur verið góður stuðul. Eins og nøkur aftrat, ið farin eru úr flokkinum. Hallstein = Sigurdsson, formaður í Suðurstreym- oyar Javnaðarfelag, letur væl at fundinum. Tað var sidiligt men livligt orða- skifti um eitt og annad. Landstýrisfólk vóru við og greiddu frá. Nógv var tosað um sjúkrahúsverkið, ið fólk bera ótta fyri fer í skeljasor, um skerjingarnar halda fram. Hetta kann Javn- aðarflokkin ikki lata henda, tí flokkurin hevur sjálvur verið vid tl at uppbygt heilsuverkið, hildu fólk. Á fundinum varð eisini Spurningurin reistur, um tað er rætt hjá Javnaðarflokk- inum at halda fram í sam- gongu við Fólkaflokkin. Eingin hevði kortini boð uppá nakran annan sam- starvsfelaga. Fundurin samtykti eina yvirlýsing, ið prentað verð- ur her. randi Síða 3 Suðurstreymoyar Javnaðarfelag: Fundarsamtykt Limafundur í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag 24.8.1992, viðgjerdi politisku steðuna í samband við skerjingarnar á Landssjúkrahúsinum og av- leiðingarnar av teimum politisku tiltøkunum. Fundurin slær fast, at heilsuverkið er ein av aðalstættunum í vælferðarsamfelagnum og mót- mælir tí harðliga teimum seinastu skerjingunum á Landssjúkrahúsinum. Mælt verður tí til, at játtanin á komandi fíggj- arlóg verður á slíkums teði, at ivi ikki verður um tryggleikan í heilsuverki okkara. Skerjingarnar innan tað almenna og tað privata hava við sær, at nógv gerast arbeiðsleys. Eitt av hevuðsmálum Javnaðarfloksins er at fáa arbeiði til allar hendur. Men arbeiðsloysið veksur steð- ugt og fundurin heitir tí á umboð floksins í lands- stýrinum um at gera nógv meiri við hetta álvars- mál. At byggja upp vælferðarsamfelagið hevur verið eitt av hevuðsmálum Javnaðarfloksins. Tí má ansast eftir, at politikkur samgongunnar ikki má- ar grundarlagið undan vælferðarsamfelagnum. Hendingarnar í samband við skerjingarnar á Landssjúkrahúsinum hevdu við sær, at legtings- „ umboð felagsins, Jóannes Dalsgaard, tók seg úr flokkinum. Fundurin harmast um, at hann tók hetta stigið, og heitir tí á hann um eisini í framtíð- ini at verða virkin í felagsarbeiðinum. Soleiðis samtykt á limafundi. Fara nú til verka Í næsta mánaði fer LIF Ullavirkið í Gøtu so smátt til verka, men byrjað verður ikki at spinna beinanvegin, sigur Álvur Joensen, stjóri á virkinum Fríggjadagin hittust umleið 20 fólk á Hotel Hafnia í Havn og stovnaðu L/F Ulla- virkið. Tað var Bóndafelagnum, ið tók stigid til at stovna virkið. Fyrrverandi Tøting- arvirkið í Gøtu er keypt til virkið. Á stovnandi aðalfundi- num hevði nevndin uppskot til stjóra, og hesin varð sett- ur. Tað er Álvur Joensen úr Gøtu. Hann er maskin- teknikair- og smiður. ÁlvurJoensener ikki byr- jaður enn. Tað verður vænt- andi fyrst í september mán- aði. Nevndin og stjórin hava ikki hitst síðan aðal- fundin, men tað verður fyrsta dagin. Enner ov tíðlæiga at siga, nær virkið kann taka ímóti ull. Fyrst skulu ymsar fyri- reikingar gerast, og síðan mugu allar maskinurnar eftirhyggjast. Alt hevur ligið stilt í fýra ár. Fólk verða ikki sett í starv, fyrr enn tað er komið nakað á leið. Álvur Joensen sigur, at ætlanin við Ullavirkinum bara er at innsavna og spinna ull fyri at selja tógv. Virkið fer ikki at binda, tað mugu onnur um. Ætlanin er at leggja seg eftir at fáa fyrsta floks tógv. Høg krøv skulu setast til ullina, ið kemur inn. Ogreitt við vaskingini Virkið hevur tvey hús. Tað gamla Tøtingarvirkid og eitt nýggjari hús, ið ætlað var til vasking, men sum ongantíð var tikið í nýtslu, tá virkið seinast fór av knóranum. Virkið eigur maskinu til at vaska ull í, men henda maskina hevur heldur ikki verið nýtt áður og er ikki heilt í lagi. Enn er íkki greitt, um ullin ta fyrstu tíðina verður vaskað við hond, ella hon verður send av landinum til vaskingar. Teir báðir bygningarnir kostaðu tilsamans umleið tríggjar milliónir krónur. Nógv skal seljast fyri at fáa virkið at bera seg. - Men gongur tað ikki nú, kunnu vit bara gloyma alt um at fáa nakað burturúr ullini, heldur Álvur Joen- Hann er tó ikki svarts- kygdur, tí tógv kann seljast í Føroyum og vónandi uttan- landseisini. Haraftrat vónar hann, at ferð kemur á roynd- Virkið í Gøtu seldi fyrr nógvar —ullvørur av landinum. Nú er ætlanin bara at spinna og selja lógvið irnar at virka og selja før- oyskar ullvørur. randi havinum, Tað kom illa við, at før- oysku trolararnir íkki sluppu at fiska meira í ár í Barentshavinum. Men iva- samt er, um nakad kann gerast, og í morgin verða trolararnir væntandi aftur í Føroyum. Teir flestu av trolarunum hava verið i Barentshavi- num sidan juni og juli mån- að. Avtalan var, at hesi sjey føroysku skipini skuldu kunna fiska tilsamans sjey túsund tons út yvir almennu kvotuna. Hetta var ein pri- vat avtala, sum landsstýrið ikki hevur verið við til at gjørt. Fleiri onnur lond hava tílíkar avtalur um at keypa sær fiskirættindi. Føroysku skipini hava ! alla tidina - sum avtalad - Í boðað myndugleikunum frá, hvat teir fingu. Í seinastu viku lótu russ- iskir myndugleikar føroy- Heim í morgin Tey fyrstu av teimum sjey før- oysku skipini, sum í seinastu viku vórðu rikin úr Barents- verða Føroyum í morgin væntandi í ingar vita, at henda privata fiskivinnuavtalan ikki var góðkend av myndugleikun- um, og at nøgdin, skipini hava fiskað, verður tald uppí almennu kvotuna. Hetta merkir at kvotan í ár er uppfiskað og meira aftr- at Reiðaríini hjá teimum sjey skipunum fingu boðini fríggjadagin og góvust beinanvegin við at fiska. Tey bíðaðu tó eitt sindur við at fara heim í vón um, at avgerðin fór at verða broytt, men einki hendi, og nú koma tey heim. Umleið 270 mans eru til- samans við teimum sjey skipunum, ið nú ongastaðni hava at fara. randi