Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. august 1992síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 tíðindablaðið Framhald av síðu 13 samstundis ikki hava eina skipan av føroyska fótbólt- inum, so hann fylgir við og kann lata spælarar til lands- liðið, ið venjingarliga eru nóg væl fyri til at vera við á so høgum stødi,« sigur Jan Allan. >Tí eiga føroyingar nú í ramasta álvara at taka stóðu til, um landsliðið skal halda fram sum 'Priigel- knabe' í altjóða fótbólts- samanhangi, ella um heldur skal vendast aftur til kapp- ingar á Oyggjaleikastød- inum, har vit hava ein góð- an meguleikaat vinna dystir og fáa góð úrslit.< Við hesum leggur Jan All- an upp til alment kjak, har menn og kvinnur eiga at koma fram við síni hugsan um hetta mál. Men hann spyr ikki bert eftir einari ella aðrari broyt- ing. Hann hevur eisini eitt broytingaruppskot — ella í hvussu er upplegg til eitt slíkt, ið kanska kann geva tilfar ul umhugsanar. »Um Føroyar vilja vera við saman við teimum stóru tjóðunum, so eigur fótbólt- urin í Føroyum, eisini at fylgja við, so vit fáa yrkis- fótbólt ellaeitt slag av yrkis- fótbólti heima í Føroyum, so føroyskir spælarar til landsliðið veruliga kunnu koma úr einari elitu, ið um- fatar teir bestu spælararnar og teir spælarar, ið eru í best venjing,« sigur hann. »Skal tað gerast veruleiki, kanska uttan at tað tó skal kosta so øgiliga nógv, so eigur før- oyska landskappingin at verða skipað við einum slagi av einari superliga, ið telur seks lið, ið hvort hevur millum 16 og 20 spælarar, sum í hvussu er skulu vera hálvtíðaryrkisspælarar, ið vil siga, at teir arbeiða hálv- an dag og fáast við fótbólt og venjing hálvan dag.« Jan Allan heldur, at um ein kapping við hesum seks liðunum varð skipað við fýra dystum móti hverjum ødrum og kanska eisini eini innandura fótbóltskapping millum tey somu um vetur- in, høvdu vit í Føroyum fingið tilsamans einar 100 til 120 spælarar, ið vóru í stak góðum formi og høvdu hópin av dystarvenjing alt árið. >Tað sigur jú seg sjålvt, at allar teir nógvu pengarnir — kanska 150-200 milliónir krónur — ið eru brúktir til ítrótt í Føroyum, ikki eru nóg væl útgivnir, so leingi sum talan bert er um frítíð- arítriv og ikki um nakað, ið veruliga verður útnyttað sum best,< heldur Jan Allan. >Eg veit, at hesin tankin við einari føroyskari superliga krevur stórar broytingar og ein stóran arbeiðsinnsats á fleiri økjum, men sum eg nevndi, so er spurningurin, um hetta ikki er einasta for- svarliga baklandið at geva einum landsliði, ið skal í dyst móti fulltíðarspælar- um, ið sjálvsagt eru nógv betur fyri og tí hava verulig- ar fyritreytir fyri at vera við. Skulu vit koma víðari á hes- um stødinum, ið er lagt, má í hvussu er okkurt gerast tann vegin — og tað verður gjørt ongantíð ov skjótt.< hj. Nr. 160 — 26. august 1992 Stak vánaligt dómaraavrik av einum FIFA-linjuverja Var og hugdi eftir dysti- num í 2. deild ímillum Skála og Í.F. seinasta leygardag. Dysturin var einki at reypa av. Men eg má siga, at dómarin Jóan Karl Dam, við sínum linjuverjum gjørdu hann ikki betri. At dómarin hevði nakra luft eftir at floyta dystin av við, undr- ar meg stórliga, Jóan Karl gjørdi dystin keðiligan fyri báðar partar. Bara spælararnir komu í nær- kontakt, varð floyta. spælið varð alt ov ofta steðgað. Skála fekk minst 30-40 frísperk, og tá eru rangsteður ikki við. Í.F. 10-15. Vit vóru nakrir sum stóðu saman og hugdu eft- ir hesum dysti, og allir vóru á einum máli um, at seinni hálvleikur var tann longsti vit nakrantíð hevdu verið til, 52 min. Onkur stuttur steðgur var, kanska 1. min. vegna skaða. Hví Jóan Karl legði heilar 7 min. afturat van- ligu leiktíðini er ófatuligt. Onku vildi halda, at Í.F. drálaði tíðina, men ikki eina einastu ferðina vóru Í.F-arnir átalaðir, fyri at drála av dómaranum. Veit Jóan Karl ikki, at júst nú eru reglarnir strammaðir vegna drál? Hvat er straffurin. Leggja tíð aft- urat? Nei, revsast skal við gulum korti. Men ikki eina tað einastu ferðina fingu Í.F-arnir boð um at skunda sær. Hví brúkti dómarin ikki teir stramm- aðu eg um tað var so, at Í.F. drálaði? Vanligt er at bólturin fer av velli- num, men at hann var 6 min. burtur av vellinum bert í einum hálvleiki, er óhoyrt. Hví bleiv málið sum Í.F. fekk annulerað? Maðurin, sum setti bóltin í netið var als ikki rang- staddur, men demt varð rangsteða fyri einum eðr- um, sum als onki hevði við spælið at gera, hann ávirkaði hverki ein ella annan. Spældir vóru 4 min. yvir vanligu leiktíðina, tá Skála fær eitt ógvuliga yvasamt brotsspark. Linjuverjin var nærmast hendingini, hevði í ellum førum flaggið uppi. Og Jóan Karl yvast, rennur yvir til staðið, floytar og peikar á brotsblettin. At Skála hevði uppiborið javnleik var kanska uppá sítt pláss, men synd fyri Í.F. sum stóðu ímóti pres- sinum frá Skála í 49 min. Onki ringt orð um spælar- arnar av Skála. Men fý for ein vånaliga dømdur dyst- ur. Joan Karl, legg floytuna á hyllina! Áskoðari ln i glasreins Ye lítur Tekur munagott burtur skitt, flogkykt og trafikkfilm. Gevur háglans uttan sólstrípur Um bleytt voks Við silicone. Gevur billakkinum langtíðarverjandi, harða og blanka flatu. Polerar, reinsar og voksar skjótt og lætt. 250 gr. BlueTop vokssjampo Vaksar varisliga lakkið reint og heldur við líka voksverjuna í somu arbeiðsgongd. 1 litur de | (| Me i UN: NN ; 1) RHADOM st ud | | | i. bl | Mi Reinsar inntrekk og teppir Ya litur | % af? | Um AR 7 | TO F T Lýsing 1 8220 Á i "5 7 ' BlueTop BlueTop lakksiglari Veðurhaldgóður háglansur til øll lakksløg. Skitturin fær ikki >fótafesti<! Langtíðarvirkandi og lættir munandi um viðlíka- haldið. 250 ml. BlueTop lakkreins Lættslípandi reinsievni til blettir á lakki. Tekur burtur t.d. flugu- skitt, asfalt, bensin, skvøttir og kålkblettir. 250 ml. Ó STATOIL