Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. august 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 162 — 28. august 1992 tíðindablaðið >Vit kunnu ikki siga annað, enn at fólkið her hevur dugað væl at stuðla smærru handlunum, eftir at teir størru eru komnir,« sigur Páll Rasmussen í Jopo Hóast allir handlamir á Runavíkarleiðini gjøgnum árini hava merkt tað, at teir størru eru komnir, lata teir ikki illa at. Heldur ikki, hó- ast onkur áður hevur verið noyddur at lata aftur. Páll Rasmussen, leiðari í Jopo í Runavík, sigur fyri Tíðindablaðnum Sosialin- um, at hann nú væntar, at mesta árinið hevur verið. „Sjálvandi merkja vit al- tíð eitt sindur til tað, men Petur Olsen, Heiðabúðin givið er, at tað langt frá bert eru handlarnir her á pláss- inum, ið gera tað. Tað rakar so sanniliga eisini handlar aðrastaðni ,< sigur Páll. >Tó skal eg leggja aftrat, at vit ikki eru serliga glaðir fyri, at væl okkum smáu ein stórur handil nú kemur aftrat. Einaferð má ein endi koma á, hvussu nógv fólk kann vera her.« Jopo hevur roynt at hava tilboð, ið hava vist seg at vera væl móttikin av kund- unum. »Men ikki er kortini lætt at kappast við teir stóru um prísirnar,< heldur Páll Rasmussen. hj. Ringast fyri teir stóru sjálvar >Nýggi handilin hjá Kvettinum kemur at liggja so mikið væl fyri, at hann helst fer at taka kundar frá honum stóru,< heldur Petur Olsen, ið hevur havt handil í áravís >At Kvettið nú gongur við heilt álvarsligum ætlan- um um at lata handil upp á Glyvrum, hevur leigað høli til endamålid og sett timburmenn í sving at gera klárt, fer neyvan at hava ta heilt stóru ávirk- anina á okkum smærru handlar her á leiðini,< sig- ur Petur Olsen, ið hevur havt og rikið handilin Heiðabúðina í Saltangará í áravís. Petur sigur, at tá Rúnar komu av fyrstantíð við handli sínum í Saltangará, merktu tey eitt sindur til tað. >Síðani kom Keyp- samtgkan eisini við einum handli her inni, men nú haldi eg ikki, at vit merkja sonógv til tað meira, og eg rokni heldur ikki við, at tað fara at verða vit, ið fara atmerkja so nógv til, atein Le stórur handil nú ger seg til at koma aftrat her inni å Skålafjørdinum,« sigur hann. Fer at liggja væl fyri »Orsøkin til, at eg ser- liga vænti, at hinir stóru fara at merkia meira til. at ein stórur kemur aftrat, er at hølini, Kvettið hevur leigað sær, liggja so mikið innarlaga á Glyvrum, at i Saltangará: teir helst fáa fatur á nógv- um av teimum kundunum aðrastaðni úr oynni, ið annars ætlaðu sær longur út til handils,« sigur Petur. >Hesir kundar koma helst ikki longur útenn á Glyvr- ar, so tí er tað spurningurin um tað ikki er verri fyri handlar aðrastaðni í oynni eisini, ið tí koma at missa sínar kundar har, heldur enn at vit gera tað. Taðhevur nevniliga víst seg, at nógvir av kundun- um hjá teimum stóru handlunum við Skála- fjørdin koma av hinari síð- uni á Skålafjørdinum, inn- an år Gøtu, Leirvik og Fuglafirði og eisini úr bygdunum norðanfyri. >Men sjálvandi fer tað altíð at raka okkum meira ella minni, at ein nýggjur handil kemur aftrat, men neyvan man tað fara at vera tað heilt stóra kort- ini,< heldur Petur Olsen at enda. hj. —n Síða 5 Fólkið her stuðlar Skendskur móti ungari kioskgentu Ein maður um 40 ára aldur gjørdi seg leygardagin inná eina unga gentu í eini kiosk í eysturbýnum í Havn »Hetta er ikki fyrstu ferð, at sami maður er komin inn á gólvið her fyri — eftir øllum at døma — bert at órógva og vera skendskur.« Orðini eigur leiðarin av eini kiosk í eystur- býnum i Havn. Leyg- ardagin var umrøddi maður — ið er um 40 ára aldur — komin inn i kioskina, har hann vid sera skendskum vend- ingum kallaði ta 17 ára gomlu kioskgentuna fyri bæði líkt og ólíkt. Av ótta fyri, at orðini skuldu verða skift út við tí, ið verri er, tordi gentan einki at gera, men løtu seinni rymdi madurin å dyr — helst ti at tad visti seg, at eisini onkur kundi var inni i kioskini, tá ið hetta hendi. Blakaður á dyr >Mær varð sjálvsagt fortalt um hendingina, og tá maðurin longu aftur mánadagin kom inn á gólvið aftur, varð eg noyddur at blaka hann á dyr,« sigur leið- arin fyri kioskini.> Tað er hóast alt eitt mark fyri, hvussu nógv bæði kundar okkara og tey, ið arbeiða her, kunnu tola at fáa oman yvir seg frá einum slíkum persóni, ið vit eisini ofta hava havt inni her áður — júsí í somu ørindum.« Enn ikki meldað Attann umleið 40 ára gamli maðurin dagin fyri var blakaður á dyr í kioskini, forðaði hon- um tó ikki at koma inn- aftur týsdagin. Tá vildi hann hava at vita frá tí gentuni, ið tá stóð í ki- oskini, um hin gentan hevdi sagt nakað ella heyði *slatrað". Kioskleiðarin sigur við Tíðindablaðið Sos- ialin, at tey enn ikki hava meldað mannin fyri slíkan atburð, men at tolið eftirhondini er um vera uppi. »Iøllum førum er tað meira enn nógv fyri, at ein ikki kann sleppa at rgkja sítt arbeiði í friði og náðum fyri slíkum ótanga.< „.ÁLTÍÐ EITT RIMMAR % BRÚKTBILATILBOÐ ! | pf. wenzel petersen, tlf. 13873 yr