fríggjadagur 28. august 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
TANN ANNA A UU
Nr. 162 — 28. august 1992
Sjúkrakassin
nógv dýrari
Momsurin fer eisini at ávirka limagjaldið í
Sjåkrakassanum, tí medisinið verður nógv
dýrari
Tú skal ikki rinda moms
av tínum limagjaldid í
Sjúkrakassanum. Soleiðis
stendur í lógini, men hetta
vil ikki siga, at hetta
limagjald ikki verður dýr-
ari. Tí tað verður tað.
Térbjørn Mikkelsen, for-
maður í stýrinum fyri
sjúkrakassan sigur, at í
løtuni verður goldið 6% í
innflutningsgjaldi av
medisini. Eftir 1. januar
kemur 20% í momsi
ístaðin. Haraftrat verða
hesi 20 prosentini roknað
av utsøluprisinum. Hetta
vil aftur siga, at tað verður
nógv dýrari at nýta medi-
sin eftir 1. januar.
Nógv hin størsta út-
reiðslan hjá sjúkrakassan-
um er júst medisin, og tí er
als einki at ivast i, at
neyðugt verður at hækka
limagjaldið munandi.
tór.-
Medisin verður munandi
dýrari eftir 1. januar.
Mynd: Kalmar
Síða 7
på
t
Miðbýarfelagið
fer at fyrireika
seg til moms
Einir 20 limir i Midbyar-
felagnmum i Havn vóru á
skeiði í gjár. Í gjár snúði
skeiðið seg um sglufremj-
an. Felagið ætlar framyvir
at gera meira burturúr at
bjóða limum sínum ymisk
Í gjár snúði evnið á
skeiðinum hjá
Miðbýarfelagnum um
sølufremjan. Mynd: Jan
skeið, og tað næsta er
longu fyrireika. Hetta
verður í oktober, og tá
verður evnið momsur.
Sum skilst hava handl-
andi nógvar enn óloystar
spurningar viðvíkjandi
momsinum, og hesar rokna
tey við og vóna at fáa
greiðu á tá tey næstu ferð
savnast um fundarborðið.
tór.
Tryggingin í truplari stóðu:
Tryggingargjaldið
skal lækkast men út-
reiðslurnar fara upp
Tryggingin kemur í eina
heldur trupula stóðu við
momsinum.
Tá Tryggingarsambandið
í fjør gjørdi av at broyta
tryggingarskipanina við-
kjandi bilunum segði
sjálv! tryggingargjaldid
skuldi setast niður fyri
allar bilar yngri enn 11 ár
frá 1. januar komandi.
Men tá var ógreitt
hvussu fór at verða við
momsinum. Men nú er
greitt, at hóast sagt verður
í momslógini, at trygging-
arvirksemi verður hildið
uttan fyri moms, so fer
momsurin at ávirka tryg-
gingina ikki heilt sørt.
Hetta kemur av, at
momsur verður lagdur
oman á allar bilumvæl-
ingar, og tað fer at kosta
tryggingini meira enn í
dag.
Bíligari trygging
Bjartur Dalsgarð, vara-
stjóri í tryggingarsam-
bandinum sigur, at tá
tryggingin hevur sagt, at
tryggingartakarin skal
sleppa bíligari eftir 1.
januar komandi, so ætlar
tryggingin ikki at síggja
burtur frá hesum lyfti.
Hetta hóast momsurin
fer at kosta tryggingini
størri útreiðslur. Júst
hvussu nógv momsurin fer
at ávirka umvælingarkost-
naðin er íkki greitt, men
tað verður nú kannað.
Varastjórin sigur, at neyð-
ugt verður at spara í
umsitingini so nógv sum á
nakran hátt gjørligt, so
fíggjarliga úrslitið ikki
verður ov vánaligt.
Bjartur Dalsgarð sigur
annars, at vandi er fyri, at
fíggjarliga úrslitið hjá
tryggingini í ár verður ikki
serliga gott. Tað vísir seg,
at skadabøturnar higartil í
Gjaldið skal niður hóast
kostnaðurin fer upp.
Mynd: Kalmar
ár er munandi størri enn
fyrra hálvár í fjør.
tór.-