Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. august 1992síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 NZ 03 P/F Fisk i Hvalba: Tikið av ræði 0 ” x Sr 3 pe 1 $ virk få skipini í ryggin Hóast Fiskasølan hevur fingið boðið allan fiskin hjá Fisk, meira fyri fesk kongafiskafløk, enn Fiskasølan hevur klárað. Nr. 163 — 29. august 1992 isleidsiu Stungið Partar av nevndiniiP/F Fisk hevur tikið virkisleiðsluna av ræði og stungið skipini í ryggin við at nokta at arbeiða fiskin hjá hvalbiartrolarunum, skrivar Janus Norðborg í hesi greinini um stóðuna í Hvalba. Lesarabrøv —- ” I Við minkandi almennum studningi seinastu árini, hevur tað verið alneyðugt hjá okkum at fingið sum mest fyri kkara fiskaúrdrátt- ir, og tí hava vit verið noyddir at tillaga landingar- nar hjá skipunum soleiðis, at Fisk hevur framleitt og leverað eina dygdarvøru, sum kundar okkara ynskja. Besti prísurin er fyri fesk fløk. Hesin marknaður er sera kræsin, hvat viðvíkur krøvum til feskleika, og tað, at kundin fær vøruna hvørja viku. Her hava bædi mann- ingar å skipunum og ar- beiðsfólkið á virkinum gjørt eitt megnararbeiði, so vit al- tíð hava havt framúr góðsku. Til tess, at Fisk skal kunna uppfylla hesi krgv, hava skipini avreitt til Fisk hverja viku. Sølan av teimum fesku fløkunum hevur verið løgd soleiðis til rættis, at Fiska- søluni hevur staðið í boði at selja alla framleiðsluna. Hevur Fiskasglan íkki megnað hetta, hava vit havt tveir kostir í at velja. At frysta fløkini, sum gev- ur 5-6 kr/kg. minni til virkið, ella at selja tey fesku fløkini sjálvir fyri ein góðan prís. Eftir okkara metan hevur Fiskasølan ikki megnað at selt tey fesku fløkini nóg væl, og tí var neyðugt sjálvir at selja. Hetta er eydnast somikið væl, at vit hava avroknað Fisk við millum I og 2 kr. meira fyri kilo enn Fiskasglan. Fyri at alt hetta skuldi lata seg gera, var neyðugt við tøttum og góðum samar- beiði millum virkið og skip. Og tað hevur tað verið inntil nú. Tann nýggja nevndin í Fisk hevur brotið hetta góða samarbeiði. Sum prógv um, hvussu gott samarbeiðið higartil hevur verið, var avgerðin hjá reiðarínum og virkis- leiðsluni um, at reiðaríið keypti lastina hjá »Niels Paula«, tá tað visti seg ikki at vera gjørligt hjá Fiska at stilla neyðuga peningatrygd fyri Uppbodssøluni. Ætlanin var sjálvandi at arbeiða fiskin á Fisk. Men her bleiv virkis- leiðslan tíkin av ræði av nýggju nevndini, sum sam- tykti ikki at taka av tilboð- num um at fáa allar útreiðsl- urnar goldnar, og at fáa tryggjað fult skiftisavlop. Sostatt stóð nú reiðaríið við eini last, sum vit máttu fáa vidgjørda. Vit spurdu okkum fyri hjå fleiri virkjum, og å Bacalao vóru teir so beinasamir at arbeiða fiskin. Annars hevði endin kunnað verið ein stór- ur fíggjarligur missur hjá manning og skipi, í ringasta fóri kundi reiðaríið koll- siglt. Úrslitið av gllum hesum er, at virkið hevur mist eina dugnaliga leiðslu, og dugnaligt arbeiðsfólk miss- ir inntøku. 28/8-92 Janus Norberg Aftur á bláman Tað er nógv fyri at sita og lurta eftir, fyrst ollum teim skeivu iløgunum, vit hava gjørt hesi seinastu 10-15 årini, sidan at hoyra um, at nú skal landsveðhald latast til hitamidstød í Havn. Har verða tøl nevnd sum 100 milliónir. Hvat hugsa hesi fólk, ið fåast við hesar ør- vitisiløgur, hevur ikki IRF lært okkum nóg mikið, ella eru vit ikki til at stýra. Sjálvur eri eg harmur um tær atfinningar, javnaðar- flokkurin hevur fingið frá nøkrum av sínum parta- monnum hesa seinastu tíð- ina. Hesar atfinningar skuldu verið framkomnar innanflokka og íkki í Sosialinum, men nú eri eg noyddur at gera tað sama. Tí hesi veðhald enda á skatt- gjaldaranum um nøkur år. Er nøkur nytta í hesum hita, so kann hann fíggjast á ann- an hátt, kanska stendur brennistødin stongd av og á um nøkur ár, hvat so? Javnaðarflokkurin er sum størsti flokkur noyddur at vera i samgongu við ødrum flokkum, hvatteir so eila, og avgerðirnar, ið takast skulu, eru meira og minni ópopulerar, tað gerst ikki við, men fyri tann skuld er ikki neyðugt at halda framm við at leggja okursbyrðar á okkum. Palli Dalsgaard — Fong vikur aftrat Starvsfólkið á Almannastovuni, sum fyri viku síðan varð meldað fyri fíggjarsvík, er nú fongslað fram til 10. september Føroya Rættur avgjørdi í gjår at leingja fongslingina av einum starvsfólki á Al- mannastovuni, sum varð meldað fyri eini viku síðan og fongslað. Starvsfólkið sleppur at sita í Jónas Broncksgøtu í hvussu ci fram til 10. september. Málið verður vidgjørt í rættinum fyri stongdum hurðum, og tí lekur einki út. Fongslingin er longd, tí tað tekur drúgva tíð at kanna málið, hvussu langa tíð svikið, sum illgruni er um, hevur vart, og hvussu umfatandi tað komið fram, at tað skal snúgva seg um fleiri hundr- TaA að túsund krónur. Politiið skal seta seg inn í arbeiðs- gongdina á stovninum, og fleiri vitni eru at avhoyra. randi