Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. september 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 164 — 1. september 1992 Óvissan er stór óforskammað Tummas Arabo, landsstýrismaður: Tápiligt at billa fólki inn, at tað verður bíligari at liva eftir 1. januar. -Í metingunum um hvussu mikið landskassin fær í meirinntóku við momsinum, heldur Tummas Arabo, landsstýrismaður Tað er sera ymiskt sum serfrødingar meta um hvussu verdur vid inn- tøkuni til landskassan av momsskipanini i mun til verandi skipan við inn- flutningsgjaldi. Búskapar- frødingar hjá landinum hava mett 13 milliónir í meirinntøku í 1990-krón- um. Aðrir hava mett 200 milliónir, og í Sosialinum leygardagin helt Jens M. Poulsen, skrivstovustjóri í Tórshavnar Býráð, at talan fór at verða um eina meirinntøku upp á millum 400 og 500 milliónir. Fíggjarmálaráðharrin roknar við at fáa minni inn í skatti, men meira í avgjøldum Í gjár seinrapartin legði landsstýrið uppskotið um fíggjarlóg fyri næsta ár fyri løgtingid. Í uppskotinum verður roknað við, at 902 millión- ir fara at koma inn í skatti. Hetta eru 141 milliónir minni enn roknað varð við í upprunaliga fíggjarlógar- uppskotinum fyri í ár og stívliga 100 milliónir minni enn roknað varð við í endusskoðaðu fíggjarlóg- ini fyri í ár. Hinvegin roknar lands- stýrið við at fáa meira inn í avgjøldum. Fyrr hevur hesin postur itið tollur á fíggjarlógini. Nú eitur hann partvíst meirvirðis- Hann helt, at tað verður nógv dýrari hjá vanliga húsarhaldinum eftir 1. januar. Óforskammað stórur munur Tummas Arabo, lands- stýrismaður heldur, at munurin á teimum ymisku metingunum er ófor- skammað stórur. -Men at billa fólki inn, at tað verður bíligari at liva í Føroyum eftir 1. januar er at tveita torvmold i eyguni á fólki. Tað er beinleiðis tápuligt, sigur Tummas Arabo, sum heldur, at livikostnadurin hjá vanliga húsarhaldinum verður heldur dýrari. -Alt, sum nú rindar seks prosent í innflutningsgjaldi verður dýrari. Tað, sum í dag kostar 33 prosent í innflutningsgjald hevur møguliga at gerast eitt sindur bíligari,- men so kemur momsur á allar tænastur. Eitt avgjald, sum ikki er í dag, og ti er ógvuliga tápuligt at trúgva, at tað verður bíligari sam- anlagt. Fíggjarlógin næsta ár: -Men vit hava bundið okkum at gera eina tílíka skipan við handilsavtaluni við EF, og hesum sleppa vit ikki undan. Vónandi verður skipanin so rímilig sum gjørligt, men spell er, at útrokningarnar av av- leidingum ikki tykjast at kunna gerast neyvari enn tær eru gjørdar, sigur Tummas Arabo. tór.- Minni skattur meira tollur Landsstýrið roknar við at fáa 100 milliónir minniinn í skatti komandi ár gjald, partvíst punktgjøld og ein lítil partur er tollur. Í MVG roknar landsstýrið at fáa inn 535 milliónir og 205 miliónir í punktgjøld- um. Tollurin nú er Gatt- tollurin, og í hesum verður roknað við at fáa 10 milli- ónir. Haraftrat koma onnur avgjøld. Samanlagt verður roknað við at fáa 949 milliónir í avgjøldum. Hetta eru umleið 120 milliónir meira enn roknað varð við í fíggjarlógini í ár. Sama í ílsgum Íløguætlanin verður ikki løgd fyri tingið í dag, men Jógvan Sundstein, fíggjar- málaráðharri sigur, at hes- ar verða áleið sama upp- hædd sum í ár,- 263 milli- ónir. Fíggjarmálaráðharrin sigur, at roknað verður við, at fíggjarlógin fyri næsta ár gevur eitt hall upp á 149 milliónir. Hann sigur, at landsstýrið leggur stóran dent á, at hallið ikki verður stórri enn effektivu veð- haldini. Jógvan Sundstein heldur, at metingin í skattainntøkuni er realist- isk. Orsøkirnar til, at landsstýrið ikki torir at roknað við at fáa meira enn tær 900 milliónirnar í skatti er, at partvíst hevur skattainntøkan svikið sein- astu tíðina, partvíst eru frádráttir hækkaðir og har- aftrat arbeiðir landsstýrið við ávísum skattalækking- um. Samlaðu útreiðslurnar í fíggjarlógini eru settar til 2,6 milliardir í rakstri umframt tær 263 millión- irna tl íløgur. tór.- NÚ er at spenna BELTINI tíðindablaðið Síða 3 Aftur hetta vikuskiftid noyddist politiid í Klaksvík at greiða eina fløkju millum mann og kvinnu, hvers trupulleikar vóru stórri enn tey sjálvi kundu koma til sætus um. Karsten Hansen, sýslumaður sigur, at húsaófriður vindur uppá seg, og tað er rættiliga ofta, at politiið má royna seg sum sem- ingsmann. Sum oftast eydnast at sissa fólk, men vidhvørt er neyð- ugt at taka annan partin við á stødina. Í flestu fórum er brennivín uppi í, og hetta ger ikki trupulleikan minni. Sýslumaðurin í Klaksvík sigur, at or- søkirnar til húsaófrið kunnu vera mangar, men hann sigur seg ikki ivast i, at ótryggleikin, mong liva i i dag, er ein av stóru orsøkunum. -Her norðuri hava í mongum fórum bæði maður og kona havt arbeiði, men í dag kanska bert annað og í nøkrum fórum hava bæði mist arbeiði. Tá rillar lívsgrundarlagið av álvara, og tey vita sær ikki livandi ráð, hvussu tey kunnu varðveita húsini. Eingin veit til dømis hvussu verður við einum so stórum arbeiðsplássi sum Joensen og Olsen, og júst nú eru langfaratrolararnir komnir heim, og óvissan við teimum er eisini stór, sigur Karsten Hansen. Hann leggur aftrat, at talan er mangan um fólk, sum altíð hava vilja klára hvørjum sítt, men sum nú fáa álvarsligar trupulleikar til tess. Tá fólk koma fyri tílíkum ótrygleika skal lítið til, at okkurt hendir við fólki, sigur sýslumaðurin. Ótryggleikin millum fólk er stórur, sigur Karsten Hansen, sýslumaður tór.- Í gørum tonkum Bilførarin, sum leygardagin seinrapartin rendi á tveir bilar, sum annars stóðu stillir, man hava sítið í heilt ødrum tonkum tá hann koyrdi gjøgnum Vágs bý. Hann rendi fyrst inn í annan bilin, sum av stoytinum fór upp í hin sum stóð frammanfyri. Tveir av bilunum fóru rættiliga illa, sigur politiið. Sama Starv í 42 ár Mánadagin hevði Kristina Sloan Norðberg sín seinasta arbeiðsdag í Tinganesi. Kristina hevur arbeitt á fiskvinnuumstingini í til- samans 42 år. Hon byrjadi har 18 åra gomul, var heima i sjey år men fór so aftur í fiskivinnumsitingina, har hon hevur arbeitt sidan. Nå fór hon fráfyri aldur. tór.-