Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. september 1992síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

VR Aw R 1. deild. B68 - Kl 0-0 Viteru ikki klókari um, hvat lið fer avstað við FM heit- inum eftir at oddaliðini dystaðust á Svangaskarði leygardagin. Leikferðin var høg og hon hækkaði sum dysturin leið. Tað ber boð um, at leikar- arnir, sum taka lut í fremstu rød, eru í góðari venjing. Men tað sást eisini týðu- liga, at høga ferðin og tøttu markeringarnar bóru við sær, at tað vóru nógvir, sum høvdu trupulleikar at fáa tamarhald á bóltinum. Tí vóru inn í millum nógv spørk, ofta long og ov ofta uttan adressu ella í hvussu so er nåddi sparkið ikki hann, tað var ætlað til. Treyðugt so, við hvert vóru álop bygt upp um alla vallarlongdina og við nýtslu av vallarbreiddini. Høga ferdin bar i sær, at ålopini vóru vandamikil, men nærri enn nær við og næstan spurdist ikki burturúr. Fáu málmeguleikarnir skulu síggjast í ljósinum av taktiska spælinum. Bang- ilsi fyri at tapa legði ein doyvara á royndirnar at fáa mál og har við vinna. Ser- liga hjá klaksvíkingum, sum tá teir komu í B68 brotsteigin vóru so illa mannaðir, at uppspælið ikki gjørdist til royndir. Næstan hol á Næst málið vóru toftamenn, tá teir miðskeiðis í 1. hálv- leiki innan fyri lítla løtu høvdu tríggjar møguleikar: Fyrst fluktar Aksel við síðuna av úr 18 metra fjar- stóðu, so tekur Abraham bóltin av Kurt, ið sum aft- astur roynir at draga fram í høgru. Abraham lyftir yvir um i høgru hjá B68, har Nógv ferð men fair meguleikar B68 hevur framvegis bestu kortini í hondini, tá tað ræður um FM heitið. Klaksvíkingar tóktust nøgdir við javnleikin og noyðast at dúva upp á, at toftamenn snáva, meðan KÍ greiðir tríggjar sigrar Myndir: Hilmar Jan Aksel er leysur, fær tamar- hald á bóltinum og smekkar til år 9 metra fjarstødu, men Jákup verjir við fótunum. Hornaspark spyrst burtur år, klaksvíkingar eru sløvir, meðan tað verður tikið stutt, Øssur dregur í brotsteigin og knallar til, men rakar í stólpan. Tá vóru teir 800 klaksvíkingarnir á bonk- unum í ovaru síðu skelk- aðir, men teirrgplið reið stormin av, og fram móti hålvleikinum kom KI meiri vid. Kl lítið fólk frammi Eyðkent fyri allan dystin, so høvdu teir heldur ikki hesa løtuna nakra roynd á málið hjá Kjartani. Næst vóru teir, tá Todi (lá alla tíðina aft- arlagari enn hann plagar, og var tískil líuð við í myndingini av álopsspæl- inum) fer igjøgnum í høgru, smekkar inn fyri, og Olgar snittar, men framvið. KÍ var merkt av nógv broyttum miðvelli. Jan Andreassen var ætlaður miðvallarpláss, men hann leikti forstoppari, tí Heini Hansen var sjúkur leygar- morgunin. Harley var mest framrættaði KÍ miðvallarin. Hann var við í fleiri vanda- miklum gjøgnumbrotum fyrra partin í 2. hálvleiki. At hann var útskiftur við meiri verjukenda Beinur Poulsen gevur ábendingar um, at KÍ var nøgt við javnleikin. B68 hevur framvegis møguleikan at avgera FM sær sjálvum til fyrimunar. Klaksvíkingar mugu vinna tað, ið eftir er, og so mugu teir vóna, at sandoyingar klára uppgávuna betri móti B68, enn teir gjørðu, tá KÍ var har suðuri! -nn- ; MB setti & hvalbingar upp å plåss 2. deild. Royn - MB 2-6 (0-2) Tað var sannur óeydnisda- ur, tá hvalbingar tóku gras- vøllin í nýtslu. Miðvingar spældu vígsludyst og nýttu møguleikan at vinna greið- an sigur og harvið gjørdist sannlíki hjá Royn endiliga at megna uppflyting nógv minni. Nú er neyðugt í hvussu so er at greiða javnleik í torføra dystinum á útivelli móti LÍF komandi sunnudag. Serliga Birgir Jórgensen dusaði sær á grasinum. Hann skoraði fýra mál. Tey bæði fyrstu í 1. hálvleiki, og báðu ferðirnar var talan um uppspæl í vinstru: 20 min. vóru leiktir, tá diagonalbóltur frá fram- fysna Peturi Eirikson á vinstra vongverja ger, at Jórgensen maðurin gerst púra leysur. Målverjin tveitir seg, men Birgir >DV