Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. september 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 165— 2. september 1992 Hardari Fimm mánaðir í fongsli í staðin fyri tríggjar mánaðir. Tað fekk ein ungur klaksvíkingur burt- urúr at kæra dóm sín fyri harð- skap inn fyri landsrættin Eystari Landsrættur feldi mánadagin dóm í einum máli um harðskap í Klaks- vík. Tað var ein ungur klaks- víkingur, sum 8. maí í ár varð dømdur í Føroya Rætti, og dómurin var fongsul í tríggjar mánaðir. Hann varð dømdur fyri í fýra fórum at hava framt harðskap móti gðrum, í ngkrum fórum harðskap av grovum slag. Klaksvíkingurin helt fast við, at hann var ósekur í ein- um av hesum fýra førunum, og hann kærdi tí dómin inn fyri landsrættin. Krav hans- ara var at verða fríkendur fyri hesa ákæruna og annars at fáa linari dóm. Men landsrættardómar- arnir høvdu aðra áskoðan. Teir hildu fast við, at mað- urin var sekur í ákæruni, maðurin kravdi at verða fríkendur fyri. Haraftrat herdu teir dóm- in, maðurin hevði fingið í Føroya Rætti. Í Føroya Rætti fekk maðurin tríggjar mánaðir í fongsli, lands- rætturin hhækkaði dómin Tann dømdi er ein av sonevndu DSB-arunum, sum í Klaksvík hava sett mangt sporið eftir seg upp í fimm mánaðir. Grundgevingin fyri at herða dómin var, at maðurin hevði framt eitt lógarbrot, samstundis sum hann varð kallaður inn til rættarfund um tvey onnur. Maðurin varð í Føroya Rætti dómdur fyri í fýra fórum at hava framt harð- skap móti verjuleysum, sum vórðu slignir niður og sparkadir, og í einum føri hevði maðurin sett eld á jakkan hjá einum offri. Haraftrat varð hann dóm- dur at missa koyrikortid fyri at hava koyrt fullur og fyri at hava koyrt, tákoyrikortið varð dømt frá honum. randi óki Ikki loyvi at flyta húsini Landsverkfróðingurin ætlaði at flyta húsini niðanfyri Hvítanes- vegin niðanum, men Yvirfriðingarneyndin sigur nei, tí tað er friðað Hesi húsini niðanfyri vegin tlaði Landsverk- fróðingurin at flyta nið- anum fyri at breiðka vegin og bóta um sýnið Men Yvirfriðingar- nevndin sytir fyri, at givið verður nýtt byggi- loyvi omanfyri vegin, ti tað økid er friðað eins og ókið niðanfyri , Mynd: Kalmar Tað hevur áður verið frammi, at eingin lands- vegur hevur so nógva ferðslu sum Hvítanesveg- urin. Ein kanning í fjør visti, at 4270 bilar koyrdu å veg- num í miðal um samdøgrid. Og nú bergholið millum Kaldbaksbotn og Signabø letr upp 1. november, verð- ur ferdslan uppaftur meira, upp i 7000 bilar um sam- døgrid. I tí sambandinum hevur Landsverkfrødingurin gjørt eina ætlan um at breidka Hvitanesvegin beint oman- | fyri Hoydalar. Veglummar skulu gerast til bussarnar, og so var ætlanin at bøta um sýnið vid at flyta eini hús, ið standa niðanfyri vegin í boganum. Tað eru einastu hús á teinum niðanfyri veg- in umframt doktarahúsini. Landsverkfrødingurin hevur havt samrådingar vid eigaran og boðið henni grundstykki omanfyri veg- in, soleiðis at tey kunnu verða verandi í sama um- hvørvi, og hetta hevur eig- arin góðukið. Býráðið hev- Framhald á síðu 19 | || pt Wenzel Petersen, tlf. 1 3873