Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. september 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 167 — 4. september 1992 Lógmaður við apelli til bankarnar: -Vit mugu -fyri at útvega tann neyðuga likviditetin -Niðurgongdin í fiskiskap- inum við Føroyar er so álvarssom, at hon má fáa fylgjur fyri alt samfelagið, men eg kann ikki hugsa mær, at alt stegðar upp av teirri orsøk. Vit royna at gera alt fyri at fáa gongd á aftur, men hetta tekur tíð. Likviditeturin í samfelag- num er sera tepur, eingir pengar eru til, og tí mugu vit - m.a. bankarnir og landið - í felag royna at útvega tann likviditet, sum er neyðugur. Hetta sigur Atli Dam, løgmadur í eini viðmerk- ing til støðuna í Føroyum og ul úttalilsini hjá fram- standandi ídnaðarmonnum og politikarum, sum hava víst á, at talan er bert um vikur, til alt samfelagið steðgar upp. Hava klárað tað higartil Løgmaður vísir á, at land- ið higartil hevur klárað at útvega neyðuga likviditet- in. Men hann heldur tað vera nokkso betonkiligt at fara ov langt , soleiðis, at úrslitið verður, at lands- kassin kemur at yvirtaka privatu skuldina. -Hetta mugu vit ansa væl eftir. Rentuútreiðsl- urnar eru gktar nógv, og tað er greitt, at vit klára nakað aftat. Men vit mugu vera sera varnir. Fiskiskapurin svikið og fullar goymslur Atli Dam vísir á, at tað eru nógvar orsøkir til støduna og vánaliga útlitið. Vit hava fiskað munandi minni á Føroyaøkinum og nógvastaðni eru fiska- goymslurnar fullar. Virkini gjalda so heldur ikki út lønir, tí at bank- arnir vilja ikki lova teim- um at útgjalda lønina, sum fólki eigur til góða. Skip- ini skylda hýrur fyri upp í seks túrar, og tað er enn ikki avroknað fyri sein- astatúrin í Barentshavin- um. Um tað ikki verður av- roknað og fólk ikki fáa goldið løn fyri sítt arbeiði, so merkir tað jú, at alt verður skrúvað so spaku- liga fyri leggur løgmaður aftratø Utnytta trygdargrunn Uppå fyrispurning hvat landid kann gera vid hesa støduna sigur løgmaður, at tað fær einki gjørt. Hetta er ein uppgáva hjá fak- feløgunum. Hann visir i sama vid- fangi á, at landið má royna at verja seg ímóti, at tær almennu skipaninar ikki verða útnyttaðar, eitt nú trygdargrunnurin. -Nógv virki hava fleiri mill. í eftirstødu, sum tey so spekulera i, at trygdar- grunnurin skal yvirtaka. Jona KFUK- skrivari i 25 år KFUK -skrivari í 25 ár. Í annadkvøld kl. 19.30 verður opið hús í KFUK, í sambandi við at Jona Henriksen hevur verið Jona var bert seks ára gomul, tá hon fór at ganga í KFUK. Hetta var ikki nakað nýtt í familjuni, tí omma Jonu var við til at stovna KFUK í 1922, og mamma hennnara var við í Vårgledi, sum varð stovnað 10 ár seinni. Í morgin eru liðin 25 ár, síðani Jona Henriksen gjørdist skrivari í KFUK. Hon søkti starvið í 1967, av tí at eingin annar hevði áhuga fyri hesum arbeiði. Jona Henriksen hevur allar dagar verið ógvuliga virkin, og mong eru tey álitisstørv, sum hon hevur havt gjøgnum tíðirnar. Hon hevur verið virkin í politikki, og hevur sitid á Tingi og i Býráðnum, og hevur verið Sosialinum ein dyggur stuðul gll árini. Hóast nógv gerðarmál, so hevur hon altíð havt stundir til arbeiðið í KFUK og í skótargrsluni. Jona hevur Sosialurin ynskir Jonu hjartaliga tillukku við starvsdegnum, við vón um góð arbeiðsár framyvir Tað er okkurt, sum bendir á, at eisini bankarnir hava hetta í huganum sigur løg- maður. Ikki út til skatta- borgaran aftur Men hvat kann tá gerast fyri at stegða ella venda gongdini! Atli Dam: -Vit mugu síggja, hvussu tað gongur. Skattatiltókini seinast góvu 17 mill. kr. og rentu- skatturin gav eitt slóg. Tað er bakvent nú at fara út aftur eftir fleiri pengum, ti hetta ber rætt og slætt ikki til. Teir mugu fáast uppá aðrar mátar. Hann vísir víðari, at landsstýrið roynir at gera alt tað kann fyri at venda gongdini. M.a. við nýggj- ari lóggávu á ymsum økj- um og við at skunda undir menningina í framleiðslu- vinnuni. Men tað tekur tíð at fáa meira burtur úr, og at koma inn á marknaðin Møtirød vid Paul Hanssen Evni: Ævinleikin. vid nyggjum vørum. Bankarnir ikki varnir nokk Uppå fyrispurning um bankarnir visa ov lítið av samfelagsinni og -ábyrgd sigur løgmaður, at bank- amir hava verið alt ov lítið varnir. Teir hava pumpað peng- ar inn í samfelagið og lænt hesar pengar út aftur fleiri ferðir. Nú síggja vit so avleiðingarnar. Teir mugu skrúva fyri, og kunnu tí ikki læna teir pengarnar út. Bankarnir skuldu havt sett nakað væl meira í virdisbrøv í útlandinum ístaðin fyri at lænt út. Tá høvdu teir eisini havt meira pening nú. Vit spurðu løgmann um hann við hesum vil leggja ábyrgdina frá sær og yvir á bankamar! -Eg eri ikki vanur við at leggja ábyrgdina frá mær. Men tað er greitt, at bank- amir mugu royna at halda so nógv lív í samfelagnum sum gjørligt. Tað er í hvussu er eingin loysn at lata vera við at avrokna lønir og hýrur og skrúva fyri = kassakredittinum, sum jú skal tryggja, at hesar lønir og hýrur verða útgoldnar. Tá fær lands- kassin nevniliga heldur ikki sínar inntgkur. Tað verður sum at býta seg sjálvan í halan. Endin verður, at alt steðgar upp. Tí mælir løgmaður til, at bankar og landið í felag royna at útvega tann neyðuga likviditetin. jan Hvenn týdning hevur hann fyri teg? Eru tað bert ein Himmal og Helviti? Hvat er endamálið við okkara til- veru? Komið og hoyrið hvat Guðs Orð sig- ur um hesa og aðrar spurningar í møtirødini, ið byrjar: Friggjakvøldid kl. 20 og heldur á- fram leygarkvøldid kl. 20 og sunnukvøldid kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin. SAMKOMAN IMMANUEL Brekkutun 3, Hoyvik P.O. Box 1104 - FR-110 Tórshavn Tlf. 18182