Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. september 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

VR Nr. 167 — 4. september 1992 Europa cup B36-AvenirBeggen 1-1(1-D) B36 skrivaði søgu fyrra- kvøldid: Teir vóru fyrsta fóroyska liðið, sum fekk stig í Europa cup dysti, og tað hevði einki forgjørt verið í, at 1-1 javnleikurin í hvussu so er var ein tepur sigur, tí havnarmenninir høvdu fleiri møguleikar at skora eitt mál afturat og har- við skapa spenning um samlaða úrslitið. Mótsatt sum tað plagar at ganga føroyskum liðum, so fingu havnarmenninir best hugsandi byrjan. 7. min. eru leiktir, tá Jákup Símun (mannaði trímannaálopið saman við Sámali og Kára) frá Kára fær stungnan flatan bólt eftir midålini. Hann er um at gerast leysur, tá verju- leikari knallar rívuna út. Fríspark, gult kort og Kári sendur frísparkið í næsta horn. 1-0, gleðisrómur og dysturin púra opin. Fyrstu 20 min. megnaði B36 at halda tørn, og tað var moralskt styrkjandi, tá Wiesiek meistarliga bjarg- aði brotssparkinum, sum allan dystin erkvisni skotski dómarin gav Beggen í minuttinum eftir 1-0 málið. Carlo Weis, liðformaðurin, ið hevur leikt 64 landsdyst- 5 ir, royndi seg vid fløtum skoti til vinstru fyri Wiez- cek, sum meistarliga vardi. Lagnuløta Men eftir at korter var leikt viknaði B36 liðið eitt vet, og tað skuldi vísa seg at kosta dýrt:- midvøllurin hevði trupulleikar at skapa, men hugsaði mest um at verja og sparka burtur, og í verjuni vóru fleiri ov seinir at kapprenna við hálvpro- fessionellu EF borgararnar. Og í 28. min. kom málið, sum ferð eftir ferð rakar før- oysk lið umleið hálva tím- an: Jákup Símun og Jens Christian missa á veg í álop í vinstru, Piddi er ov seinur at bakka upp, so Jean Vanek kann seta fer á við síðulinj- una. Hann leggur inn fyri, har landsliðsmaðurin Markus Krahen er fremstur og stútar fram við Wiesiek. Í veruleikanum var hetta avgerdin, hvør skuldi fara víðari til 1. umfar í steypa- kappingini. B36 skuldi skora tvær ferðir, og hóast byrjanin hevði verið góð, og teir leikliga fótaðu sær væl síðstu løtuna undan steðginum, so líka sum lá tað í luftini, at tað fór at verða ov stórur biti at skora tvær ferðir. tíðindablaðið Síða 13 ítróttur PETUR SIMONSEN, B36-VENJARI: >Ég kann ikki annað enn vera glaður fyri úrslitið í kvold, hóast vit nú vóru so nær við at fáa nakað meira burturúr. Hetta er einki hjá okkum at skammast yvir.< Nakað soleiðis B36-venj- arin Petur Simonsen seg, tá Tíðindablaðið Sosialurin eftir dystin mikukvøldid fekk orðið á hann í matar- høllini á Svangaskardi. Og rætt hevur hann i ti. Sleptu upplegginum B36 visti sera gott spæl, og tad var ikki minst B36- spælinum fyri at takka, at teir alt ov fåu åskodararnir fingu ein spennandi og und- irhaldandi dyst burturúr. Men byrjanin var tó tað besta i dystinum. »Ja, vit løgdu hart út, og ta fyrstu drúgvu løtuna — eitt korter — fylgdu spælararnir eisini tí uppleggi, vit høvdu avtalað frammanundan,< greiðir Petur frá. »Avtalan var, at spælast skuldi ordi- liga í djúpdini, og so leingi tað varð gjørt, eydnaðist okkum eisini at halda lux- embourgarunum so frægt niðri, at teir ikki høvdu nak- að yvirtak. Men so byrjaðu tær stuttu avleveringarnar á miðjuni at gerast fleiri, og so var uppleggið rokið.< Upplegg ella ikki upplegg — í hvussu er sýndi B36 tað, ið skal til fyri at fáa góð úr- slít í altjóða dysti, eisini tá talan er um lid úr “smáum' londum. Nevniliga ein stak góðan stríðsvilja. Jákup Merk tíðliga út Men so komu eisini teir ymsu spurningarnir — hví varð ein av allarbestu B36- arunum aftur hesarferð, Jákup Mørk, ukin út so tíð liga í dystinum? »Orsøkin ul, at eg tók Jákup Mørk út, var fyrst og fremst, at hann sjálvur bað um tað, tí hann hevði fingið onkran skaða,< sigur Petur. Hví varð so Jan Poulsen ikki eisini tikin út eitt sindur fyrr — hann sá eisini út til at vera týðiliga darvaður av skaða? Hesum spurningi tykist Petur Simonsen ikki so hug- aður at svara, men sama ger: Um hann hevði skift Jan út tíðliga ella seint, so er 1-1 Vit kunnu ikki annað ' enn vera vælnøgdir framvegis eitt gott úrslu. Ein annar av allarbestu spælarunum hjá B36 var Jens Christian Hansen Ja, tá Jens Christian kom frá á miðjuna, gjørdi hann seg og spældi eim góðan dyst,< kemur stutt frá Peturi, ið Oivad longu hevur næstu landskappingarupp- gåvuna í tonkunum Tiverri fyri B36 vard 1-1 årsliud ikki nóg mikið til víðari luttøku í Europa Cup kappingini, so møud við Spartak Moskva má altso bíða til eina aðra ferð. Held- ur ikki eru teir svørthvitu við í nakrari av europeisku kappingunum komandi ár, so hetta var B36 á hesum sinni. meira um åh & hj. Fyrsta føroyska stigið i Europa cup B36 fall við heiður og æru, tá teir myndaðu undirhaldandi dyst móti Avenir Beggen, sum eftir hálvan tíma fekk tað, teir vóru komnir at fáa sær Fótaðu sær B36 hevði møguleikarnar til at koa nærri. Serliga eftir at Jens Christian og Piddi høvdu býtt pláss, so Jens Christian miðskeiðis á mið- vellinum kom meira við í spælið. Agrytnid og úrslitið hjá B36 ber fyrst og fremst boð um gott lidavrik, men tað er einki at taka seg aftur í, at saman við Jåkupi Mørk (frálíkur eftiransari av spæl- skiparanum Carlo Weis) var Jens Christian klárt besti B36arin. Fragd var at síggja hansara bóltfórleika, góðu dragingar og longu skift, og tað var synd, at skotroyndin móti dystarenda varðblok- erað. Leikti Jens Christian so- leiðis hvgrja ferð, var einki at tosa um, hvor skuldi manna vinstra vongverja hjá Páll Guðlaugsson! Kári upp og niður Ein stórur partur av B36 álopsspælinum snýr seg um Kára Reynheim. Hesa ferð sóu vit hann bæði frá góðu og minni góðu síðuni. Tí- verri mest frá seinnu, sum 2. hálvleikur leið. Av og á hevði hann góðar dragingar, sum bundu fleiri menn, og onkuntíð hevði hann góðar skotroyndir, men í alt ov stóran mun varð ikki nýtsla fingin úr, tá tómrúm stóðust av at triggir menn høvdu eyguni eftir