Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. september 1992síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

EÐ = Nr. 167—4. september 1992 Síða 15 ítróttur Í Wiezcek Zakrewskij um brotssparkið Tað var henni! - Men málið fekk eg einki gjørt við, sigur pólendingurin, ið vardi væl B36-målverjin Wiezcek Zakrewskij spældi enn eina ferð ein rimmar dyst. - Men eg hevði lítið at gera í kveld í mun til Luxemburg-dystin, sigur tann fyrikomandi pólendingurin. Avrikið, sum mest var tosað um, var brotssparkið, sum hann tók, tá bert níggju minultir vóru farnir. Mást taka kjansin! - Eg hevði sagt áðrenn dystin, at kom nakað brotsspark, so fór eg at taka tað, og tann óhepni skjúttin, Karlo Weiss helt eisini, at tað var einastandandi, at ge skuldi taka tað. - Men tað var tað als íkki, sigur ein beskeðin B36- málverji. Í roynd og veru er tað hepni. Kjansurin fyri at eitt brotsspark fer inn er 99 prosent, og kjansurin fyri at tú tekur tað er eitt prosent, og tann kjansin mást tú spæla uppá sum målverji. - Eg lætst at fara ul hans- ara vinstru síðu, og tað eydnaðist at lokka hann at skjóta í høgru, og so var lagamanni at tveita meg og bjarga, sigur Zakrewskij. Málið: ongan kjans! Hinvegin var hann púra hjálparleysur, tá Avenir Beggen javnaði út. Har var einki at gera! - Vitmistu bóltin heilt har frammi og okkara verja var undirmannað, og Rógvi misti mannin hjá sær. Tá bólturin kom — innfyri, væntaði og vónaði eg, at Tummas Eli fór at røkka honum, og tað mundi eisini eydnast, men tíverri eydnaðist tað luxemburg- spælararnum at skora uttan at eg hevði nakran kjans, sigur Zakrewskij. Einki at skammast yvir Hann heldur ikki, at tað var tann stóri munurin á liðunum. - Hinir spæla eitt sindur skjótari og duga at lata bóluin ganga, men annars haldi eg, at vit spældu upp við teir og kundu eins væl verið farnir víðari, sigur Wieezcek Zakrewkij, ið heldur at B36 einki hevur at skammast yvir í síni fyrstu Europa Cup-roynd ówh Myndamenn á Svangaskarði: Kalmar Linden- skov, Jens Christ- tan Wang og Hilm- ar Jan Hansen Tey, ið ikki vóru á Svangaskarði miku- kveldið, mistu ein stak góðan, spennandi og áhugaverdan dyst. Har var gott spæl, og føroyskur liðfótbóltur, tå hann er so frægur, sum hann kann. Og so var eisini eitt mál, ið var einki minni enn ein perla. Kári Reynheim smekkaði eitt gott skot í kassan. Eingin ivi skal heldur vera um, at bert ein góð åskodarafjøld við nøkrum hundr- að — fyri ikki at siga túsund — áskoðarum aftrat hevdid verið tað, ið vantaði í hjá B36 at hava nég stóra uppbakking. Tó so — tey, ið høvdu leitað sær til dyst S1 angaskarði! in, gjørdu øll sítt besta at rópa og stuðla, men tað munar betur, um fjøldin er stór. 50 tit: Næstu ferð er bara at meta upp í hj.