Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. september 1992síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 167 — 4. september 1992 - - Sida 17 Belgia vann å Tjekkoslovakia Við sigri í triðja dysti sínum hevur Belgia nú lagt seg á odda í 4. HM-bólki — sama bólki sum Føroyar eru við í rs Fr = Størsta snøpni á Svangaskarði mikukvøldid vóru ikki B36 leikararnir. Teir stríddu alt, teir orkaðu. Heldur vóru tað áskoðararnir, sum sviku út um alt mark Bara 665 høvdu goldið at- gongumerki. Børn undir 15 ár komu inn ókeypis, og rokna vit tey uppí, sum vóru bjóðað til dystin, so mundu umleið 900 fólk vera á Svangaskarði. Og tað er uml. helmingurin av tí, sum var væntandi. Hóast nógvar lýsingar í útvarpinum, so vóru bert 200 atgongumerki seld í forsølu. So fá keyptu at- gongumerki til ferðina sjó- vegis inn á Toftir úr Havn- ini, at tað var ikki neyðugt at seta annað eykaskip enn Pride inn í siglingina. Líkindini vóru ikki ser- liga góð tíðlig á degnum, men sum klokkan nærkaðist dystartíð, batnaði veðrið, og tað vóru góð fótbóltslíkindi kl. 17.30. — Vit i felagnum vóru ikki ovfarin av áskoðaratalin- um. Sjålvandi høvdu vit vónað, at tað komu fleiri, men á tosinum í døgunum upp undir dystin skiltist, at nógvir av okkara áskoðar- um ikki ætlaðu sær inn á Toftir. Og tað vísti seg so eisini. Askoðaratalið var lægri, enn miðaltalið til 1. deildar- dystirnar hjá okkum i Gundadali, sigur Kristian á Neystabø, formaður í B36, sum heldur tað vera spell bæði fyri B36 og ikki minst B68, at talið var so lágt. —Men so mugu vit gledast um, at teir trúfgstu áskoð- ararnir, ið komu til dystin, ikki vórðu snýttir, men fingu gott undirhald. Vánaligt minni Millum áskoðararnar, sum vóru metur, og fingu eina undirhaldandi løtu, gekk tosið, hvar B36 viðhalds- fólkini mundu vera blivin av. Tað vóru tey, ið mettu, attáivaveður var, so mundu fleiri halda seg burtur, tí tey tóku sum givið, at sjón- varpið fór at senda beinleið- is frá dystinum. Roknað mundi vera við tí sama, sum tá KI leikti. Men tað var onkur trúgv- ur og heilhjartaður B36 áskoðari, sum hevði hesa rættuliga avgjørdu áskoðan um, hví áskoðararnir ikki komu: — Tað eru fleiri, sum ikki vilja koma inn á Toftir, tí tey vilja sláa fast, at tað er ein brølari, at vøllurin ligg- ur á Svangaskarði og ikki í Havnini. Og so helt áskoðarin fram: - Sjálvur haldi eg hasa áskoðanina vera stóra skomm. Fólk við slíkari áskoðan hava gloymt, atum vøllurin ikki var á Svanga- skarði, so luttók eink! før- oyskt lið í Europa cup, ella um tey tóku lut, so skuldu heimadystirnir verðið leikt- ir í Íslandi, Danmark ella Noregi. -nn- FIGGJARSTJORIN i AVENIR BEGGEN: Hetta er samanlagt okkara hesta úrslit Lagið var gott á luxem- bourgarunum aftan á dystin móti B36. Teir sótu í matar- høllini og sungu, og hvørja ferð onkur av smágentunum hevði fingið autograf frá einum teirra, fylgdi ein lítil kossur á kinn við. Men sjálvandi kundu Avenir Beggen-spælararnir vera fegnir um úrslitið, tí teir komu víðari, og skulu nú meta so frægum liði sum tí russiska Spartak Moskva, ið m.a. hevur spælt UEFA- cup dyst móti Brøndby. > Vit eru sera, sera fegnir um úrslitið, ið er tað fræg- asta, vit nakrantíð hava fingið samanlagt í europe- isku kappingunum,< sigur fíggjarstjórin í Avenir Beggen, Femand Blum. »I mong år hava vit verið við í altjóða kappingum á hendan hátt, men enn eru vit ongan- tíð soleiðis komnir víðari. Millum tey lið, Avenir Beggen hevur spælt ímóti aðrar ferðir, eru eitt nú it- alska Milan, portugisiska FC Porto, jugoslaviska Reyða Stjórna og onnur nøvn, ið eru kend. „Besta úrslit okkara und- an hesum var sigur á Brati- slava fyri nøkrum árum síð- ani við 2-1, men í returdyst- inum høvdu vit dómaran ímóti okkum og taptu 0-5 — m.a. upp á tvinni brots- spórk,< endar fíggjarstjórin prátið. hj. HM-undakappingin, 4. bólkur. Tjekkoslovakia-Belgia 1-2 (1-0) Millum teir áskoðarar, ið vóru í Prag og hugdu at HM-dystinum mikukvøld- ið millum Tjekkoslovakia og Belgia, var eisini tann føroyski landslidsvenjarin Påll Gudlaugsson. Tað, hann har fekk at síggja, var um ikki annað ein undirstriking av, at før- oyska HM-urslitid á heima velli móti Belgia, 0-3, einki var at skammast yvir, tá tjekkar ikki stóðu seg nógv frægari. Belgia vann nevniliga á Tjekkoslovakia við sifr- unum 2-1. Hetta, eftir at Belgia 3 Rumenia 2 Kypros 2 Tjekkoslovakia Í Wales 1 FØROYAR 3 22.04.92 06.05.92 20.05.92 03.06.92 16.06.92 02.09.92 09.09.92 23.09.92 14.10.92 14.10.92 14.11.92 18.11.92 29.11.92 14.02.93 24.03.93 31.03.93 14.04.93 25.04.93 28.04.93 22.05.93 02.06.93 06.06.93 16.06.93 08.09.93 08.09.93 13.10.93 13.10.93 27.10.93 17.11.93 17.11.93 Rumenia-K Belgia-Kypros Rumenia-Føroyar Rumenia-Wales Føroyar-Belgia Føroyar-K ypros Tjekkoslovakia-Belgia Walcs-Føroyar Tjekkoslovakia-Føroyar Belgia-Rumenia Kypros-Wales Rumenia-Tjekkoslovakia Wales-Belgia Kypros-Rumenia Kypros-Belgia Kypros-Tjekkoslovakia Belgia-Wales Belgia-Feroyar Tjekkoslovakia Føroyar-Wales Førovar-Tjekkoslovakia Wales-Tjekkoslovakia Fóroyar-Rumenia Rumenia-Belgia Wales-Kypros Tjekkoslovakia-Kypros Wales-Rumenia Belgia-Tjekkoslovakia Tjekkoslovakia i hålvleik- inum hevði verið á odda vid 1-0. Tíverri eydnaðist okkum ikki í gjár at fáa at vita, hvor skjeyt tjekkoslovakiska málið, og ei heldur, hverjir belgisku málskjúttarnir vóru. Føroyska landsliðið skal spæla moti Tjekkoslovakia i Prag mikudagin 23. sept- ember i HM-undankapp- ingini. Fyrst er tó dysturin moi Wales å skrånni, og er hann longu nú mikukvøldid niðri í Cardiff. hj. pros Kypros-Føroyar Njekkoslovakia-Wales