Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. september 1992síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Royna okkurt annað Tórshavnar býráð noyðist at finna nýggjar útvegir viðvíkjandi ferðslutrygdini á Hvítanesvegnum Tað kom óvæntað á umsit- ingina í Tórshavnar býráð, at Yvirfriðingarneyndin ikki vildi loyva býráðnum at geva byggiloyvi oman- fyn Hvitanesvegin, við Skræddaragøtu. Tað var í sambandi við, at ætlanin var at flyta eini hús, ið standa niðanfyri Hvitanesvegin. Yvirfridingarnevndin visti á, at øki0 var friðað, og frið- að er friðað. Umsitingin í býráðnum veitikki rættiliga, hvat nú er at gera. Býráðið hevur ar- beitt við hesi ætlan í fleiri ár og síðan Landsverkfrød- ingurin. Skógfriðingar- nevndin og fndingamevnd- in fyri Streymoyar sýslu høvdu góðuikið ætlanina, sum nú Yvirfriðingar- nevndin havnaði. Formaðurin í Yvirfrið- ingarnevndini, Joen H. An- dreassen, segði við Sosialin mikudagin, at býráðið kundi givið teimum, sum eiga húsini niðanfyri vegin, grundstykki onkra aðra- staðni í kommununi. So einfalt er tað ikki, heldur býráðið, tí ætlanin um at flyta húsini var ein semja millum býráðið og eigaran. Tey, sum eiga húsini, hava lítlan hug at flyta úr sínum kenda Nr. 168 — 5. september 1992 umhvørvi. Ikki er lætt nú at koma aftur um aftur við uppskoti um grundstykki aðrastaðni. Møguleikin at ognartaka gkið niðanfyri Hvítanesvegin hevur ong- antíð verið umrøddur í bý- ráðnum. randi Stúrir fyri trygdini Føroya Studentaskúli mælir til ikki at lata bergholið millum Kald- baksbotn og Signabø upp, fyrr enn ferðslutrygdin á Hvítanesvegi og á vegnum oman til skúlan er fingin í rættlag Á Føroya Studentaskúla í Hoydølum vænta tey ruð- ulleika í ferðsluni, tá berg- holið millum Signabø og Kaldbaksbotn letur upp 1. november. Ferdsluvidur- skiftini á Hvítanesvegnum eru ikki nóg góð, og tað verður uppaftur verri enn nú atkoma til og frá skúlanum, tí vegurin oman á skúlan gongur út í Hvítanesvegin Ferðsluneyndin = undir lærararáðnum á skúlanum hevur havt fund um málið, og hon hevur eisini verið og tosað við Landsverkfrød- ingin. Róland í Skorini, formað- ur í ferðslunevndini, sigur, at skúlin mælir frá at lata bergholið upp, fyrr enn ferðslutrygdin á Hvíta- nesvegnum og Sanatorii- vegnum er fingin í rættlag. Lærararnir Óttast stutt sagt, hvat fer at henda, um einki verður gjørt fyrst fyri at bøta um trygdina. Umleið 600 fólk eru dag- liga til arbeiðs á skúlanum, lærarar, næmingar og onnur starvsfólk. Tey koma við bussi, í egnum bili ella á súkklu. Tey, sum koma við bussi, fara av á Hvítanes- vegnum, hini skulu oman efur tí smala Sanatorii- vegnum. Longu nú er ferðsluruðulleiki á hesum báðum vegum. Sambært hagtølum er teinurin á Hvítanesvegnum við omankoyringina til skúaln tann landsvegurin, ið hevur mestu ferðsluna. Í miðal koyra har 4270 bilar um samdøgrid. Skúlin ber ótta fyri, at suðulleikin verður nógvar ferðir verri, tá bergholið letur upp, og 2000 bilar aftrat koyra eftir hesum vegnum um sam- døgrid. Må gerast beinanvegin Ferdslunevndin mælir til. at farið verður undir at beta um ferðslutrygdina beinan- vegin - og áðrenn nøkur vanlukka hendir. Tað kann gerast samsvarandi teimum tekningum og uppskotum, Landsverkfrødingurin longu hevur gjørt. Ferdslu- nevndin hevur tó tað eyka uppskot, at ferðsluljós verð- ur sett upp, har Sanatorii- vegurin munnar út í Hvíta- nesvegin, ella at aðrar loysnir verða funnar, so ferðslan til og frá skúlanum ikki heilt steðgar upp. Mælt verður til at gera gongu- og súkklubreytoman til skúlan og tundkoyring við reinsi- brunnamar í Hoydølum (vid rørportrid). Tey, sum koma vid bussi, fara av å Hvitanesvegnum omanfyri skúlan. Har mælir ferdslunevndin til, at buss- Hósdagin — fyrrapartin var fundur millum øll ålitisfølkini i Starvs- mannafelagnum. Fund- urin var um, at roynt verdur å almennu stovn- unum at fåa avtalur vid starvsfólkini um at halda nakrar dagar frí við ong- ar løn. Tílíkar avtalur eru gjørdar á tveimum stovnum, og aðrastaðni hava starvsfólkini sagt seg sinnað til at gera slíka skipan. Stórur meirluti av álitisfólkunum var ímóti Ikki frí uttan løn Starvsmannafelagið nokt- ar limum sínum at gera avtalu á arbeiðsplássinum um at halda frí nakrar dagar við ongari løn en | at gera slikar avtalur, og Starvsmannafelagið noktar nú limum sínum at gera avtalu um at halda fri við ongari løn, tí tað stríðir móti sátt- málanum. Hartvig Han- sen, formaður í Starvs- mannafelagnum, sigur, atsambært sáttmálanum Skulu allar avtalur mill- um starvsfólk og leiðslu áarbeiðsplássinum góð- kennast av felagnum, og | felagið fer ikki at góð- taka slíkar avtalur. randi | Mugu súkkla a gongubreytini Tet, sum fara á súkklu niðan í Hoydalar, hava sínar serligu truðulleikar. Súkkiubreyt er eingin við ringvegin, og sjálvt um ringvegurin er breiður, eru tey noydd til at fara upp á gongubreytina við súkkl- uni. Taðernevniligaso snilt gjørt, at ristimar å ring- vegnum eru lagdar soleidis, at ristin gongur parallelt við vegin. Tå so ein bilur kemur, og súkklan verður trýst út í vegkantin, fer hjólið niðurí ristina, og hetta er ikki eitt vandaleyst. Tey, sum súkkla hava tí valt at fara upp á gongu- breytina, um tað so er loyvt ella ikki. steðgipláss, gonguteigur og gøta verður gjørd vid gomlu doktarahúsini. - Tað er eisini alneyðugt, at gongubreyt verður gjørd í nidaru sidu å Hvitanesveg- num, har try ferðsluóhapp longu hava verið, okkurt við álvarsligum fólka- skaða. Ohapp eru eisini hend á Sanatoriivegnum, sigur Roland i Skorini. - Skúkin heitir inniliga á myndugleikarnar um at loysa hesar ferðslutrupul- leikarnar, áðrenn tunnilin letur upp. Føroya Studenta- Skúli varar av umleið 500 næmingum dagliga, minnir Róland í Skorini á. Hann vónar, at pengar verða settir av á fíggjarlógini til at gera hesar åbøtur. randi Vinyl- og gummi HANDSKAR. til alt arbeiði Inn- fluttir bein- leiðis úr Japan ADC Heilselan Láarvegi 14 . Tórshaun TIf. 15828 . Fax. 15893