leygardagur 5. september 1992síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ES
4 0
Nr. 168 —5. september 1992 tíðindablaðið sosk lurin Sida 17
Eftir dystin hjå B36 miku-
kvøldid å landsvøllinum å
Svangaskarði, spurdi Tíð-
indablaðið Sosialurin venj-
aran hjá Avenir Beggen,
Jean Lanners, um hann
kundi brúkt nakran av teim-
um spælaranum, B36 kundi
mynstra við á EC-liðnum.
Jú, tað kundi hann:
>B36 hevur fleiri góðar
spælarar, ið eg kundi brúkt á
liðnum hjá mær,< sigur
Jean Lanners. >Men fyrst
og fremst kundi eg hugsa
mær at fingið fatur á Kára
Reynheim, ið er ein sera
góður fótbóltsspælari við
fleiri dygdum, vit í Avenir
Beggen kundu fingið nyttu
og gleði av.<
Og so nevnir venjarin, at
hann hámetir dygdir við
KáraReynheim, sum styrki,
stkjótleika og at hann er ein
ótrúligur sprintari, tá hann
hevur bóltin — ið Lanners
eisini heldur Kára goyma so
væl, atmótspælararnir hava
trupult við at fáa fatur á
honum uttan at fremja okk-
urt brot ímóti honum.
Meðan Jean Lanners
greiðir frá, kemur fíggjar-
stjórin hjá Avenir Beggen,
Femand Blum, og leggur
GEV MÆR REYNHEIM
uppí: >Um hann vil tað,
kann Kári Reynheim byrja
at spæla við Avenir Beggen
beinanvegin.“
Hvat kunnu tit bjóða hon-
um afturfyri — løn?
»Nei, vit hava ongar yrk-
isspælarar á liðnum, bert
amatørar sum tit,< sigur
Myndir: Kalmar
Blum. >Men kanska kundu
vit givið honum tilboð um
eitt arbeiði niðri í Luxem-
bourg, um hann vildi spælt
við okkara liði.<
Hervið hevur Tíðinda-
blaðið Sosialurin so borið
boðini víðari...
hj.
Abraham avhog Nú fella avgerðirnar
móti Wales
Tað hevur ljóðað, at Abra-
ham Hansen fer ikki við
landsliðnum til Wales í
morgin. Hann hevur av ar-
beiðsávum givið avboð.
Abraham er nýliga byrjaður
sum virkisleidari á Lyn-
frost, og tað man vera
krevjandi arbeidsuppgåv-
an, sum ger, at tad ikki ber til
hjá mest roynda miðvallar-
leikaranum at vera triggjar
arbeidsdagar i Wales.
Tíðindablaðið Sosialurin
royndi at fáa eina viðmerk-
ing frá Abraham til tíðind-
ini, men tað eydnaðist okk-
um ikki at fáa fatur á hon-
um.
Seint seinnapartin í gjár
frættist, at Óvist var, hvussu
tað fór at vera við Abraham,
um hann kanska fór við
kortini. Venjarin hevði m.a.
samráðst eitt sindur við
hann, frættist.
Landsliðsvenjarin Páll
Guðlaugsson hevði tá í
hvussu er ikki úttikið nakr-
an annan spælarar í hansara
stað.
Hvør tað verður, sum
skal lyfta tunga arvin mitt á
miðjuni, um Abraham ikki
kemur við, er 6vist, men tað
verður undir øllum umstød-
um torfør uppgåva. Millum
møguleikamar er Todi
Jónsson. -nn-
SOSIALURIN
— einasta hlað 5 ferðir um vikuna
Yngru deildirnar dystast
inum
Fótbóltsárið er rættiliga
farið at halla, og smátt um
smátt verður avgjørt, hvor
skal kalla seg føroyameist-
ara í yngru deildunum.
Allar dreingjadeildirnar
uttan småpiltarnir leika á
vanligan hátt við heima- og
útidysti. Smápiltarnir og
gentudeildirnar avgera
endaligu stødurnar í viku-
skiftiskappingum. Felags
er, at øll liðini leika móti
øllum i tveimum umførum,
og samladi vinnarin kann
prýða seg við FM-heitinum.
Smæstu genturnar leika
seinna umfarið í dag. Leikt
verður á Skála, og fyrsta
bríkslið verður kl. 11.
Liðini, sum dystast um FM
heitið eru NSÍ, GÍ, SÍF, KÍ
og Skála.
Gentur 10-12 ár hittast í
fyrra finaluumfarinum.
Leikt verður í Runavík, og
fyrstu dystirnir verða kl.
10.30. Seinna semifinalu-
umfarið verður verður kom-
andi leygardag. Tá hittast
liðini í Serpisgerði í Gøtu.
Smágenturnar | (gentur
í finaluumfar-
13-14 ár) hittast á Svanga-
skarði, har leikt verður frá
kl. 11. Lidini eru B36, B68,
KÍ og NSÍ. Tey hittast aftur
í Gundadali komandi leyg-
ardag.
Smápiltarnir dystast í
Gundadali kl. 13 í morgin í
fyrra umfarinum. Seinna
umfarið verður í Klaksvík
komandi leygardag. Lut-
takandi liðini er úr stórum
fótbóltsfelogum: B36, HB,
KÍ og NSÍ.
-nn-