leygardagur 5. september 1992síða 25
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
=
i
Nr. 168 — 5. september 1992
Eitt ljós
á ;
gotu míni
—
%
E. A. Jacobsen
»Og hann beyð okkum at prædika
fyri fólkinum og at vitna, at hann
er tan, sum av Gudi er skilaður til
sum dómari yvir livandi og deyð-
um. Honum bera allir profetarnir
tan vitnisburð, at ein og hvor, sum
trýr á hann, skal fáa fyrigeving
syndanna fyri nauns hans skuld«.
Ap. 10,42-43.
Tap er Pætur, sum talar hesi ordini inni hjå
Korneliusi; og sagt verdur, at medan hann
enn talaði, fell Heilagur andi yvir oll tey, sum
hoyrdu orðið.
Men hvussu ber tað til, at hes orðini høvdu
sovorðnan mátt, at tey kundu veita teimum
Heilagan anda, sum lýddu á tey?
Jú, tí her hendi tað, sum hverja ferð má
henda, um slíkt undur skal spyrjast burtur-
úr: Bæði sendari og móttakari mega verða
rætt stillaðir av Gudi sjálvum; tí tað vita vit
frá øðrum vidurskiftum, at um ikki bæði
sendari og móttakari eru á somu bylgju-
lengd, so fæst einki samband.
Skulu vit koma á ta bylgjulongd, har sum vit
veruliga hoyra okkum frelst, so má Gud fáa
loyvi til at skrúva okkum heilt niður á botn —
niður í dustið. Og hetta ger hann við at boða
okkum lógarorðið um Guds rættvísa dóm
yvir alla synd; og tá verður vegur ruddaður
fyri gleðiboðskapinum.
Men har sum lógin og gleðiboðskapurin ikki
ganga hond í hond, har fær hvørki teirra gjørt
verk sítt til lítar, so at tað verður okkum til
frelsu.
Og í hesum gerningi nýtir Gud armar og
eymar syndarar, sum trúgva á hann. Tí í hesi
tænastu nýtti Gud Pætur, meðan eingilin
bert var eitt millumlið.
Samandrátturin av hesm fáu orðum verður
tí tann, at bæði sum áhoyrarar og talarar
eiga vit at lata okkum stilla rætt av Gudi; tá
verður orðið bæði okkum sjálvum og øðrum
til frelsu.
28. august
Jonna Lindenskov, Vági, 61 ára gomul.
29. august
Vilhelm Hansen, vanligan nevndur Villi á
Landavegum, 88 ára gomul.
31. august
Jóan Petur Skorðstein, Leirvík, 86 ára
gamal.
Meinigheitshúsið
orshavn
Í morgin, sunnudagin, kl.
18.00: Møti við Carl Weihe,
innsavnan til húsið.
Týsdagin 8. sept.: kl. 20.00
bíbiltími við Regin Olsen.
Eldrasamkoman verður
tími við Bodil Tausen.
- | …
Gudstænastur 12. s. e. trinitatis
Hósvík: M. R. Jacobsen kl. 12.00
Vesturkirkjan: D. Johannesen kl. 11.00
Argir: Kj. Mørkøre
Skåla: J. Johansen kl. 11.00, altargongd
Kvívík: M. Bæk kl. 12.00, konfirmation
Elduvík: Peter O. K. Olofson kl. 12.00, altargongd
Hellurnar: Peter O. K. Olofson kl. 17.00, altargongd
Hvalba: B. Johannesen kl. 12.00, altargongd
Hov: H. Joensen kl. 11.00
Porkeri: H. Joensen kl. 12.00
Tvøroyri: J. Bech kl. 11.00, familju- og barnagudstænasta
(talvan gongur fyri Sunnudagsskúlan)
Skopun: J. Magnussen kl. 12.00, altargongd
Vestmanna: Uni Næs kl. 11.00, altargongd
Havnar kirkja: P. M. Rasmussen
Hvitanes: Bj. Bæk
Christianskirkjan: N. P. Danielsen kl. 11.00 (talvan
gongur fyri Sunnudagsskúlan hjá Heimamissiónini)
Sunnudagin gongur talvan í Kollafjarðar kirkju til frama
fyri landsarbeiðið hjá Sunnudagsskúlanum.
Útvarpið visti at siga um ein mann, sum var
ákærdur fyri »pengakroysting«.
Tað skiltist av samanhanginum, at talan var
um pengaavpressing.
Hesin ódámligi vinnuvegur eitur á enskum máli
»blackmail«, t.e. svartur postur, ið áivað sipar til
hóttanarbrev.
Seinni umsetti sjónvarpið sagnorðið »black-
mail« til »Kuga«. So mátti eg fara í orðabekurnar.
Tann nýggja ensk-føroyska týðir »blackmail« til:
»[pengajkuging« og — sum sagnorð — „at kúga
(pengar) úr einum«.
Orðið »kuga« er gamalt. Tað hevði fyrr týdning-
in Þat roka«, at seta okkurt upp í tepp (fornnor-
rent: kúfa). A svenskari dialekt kann »såta« eita
»kuv«. Orðið er eisini skylt við navnorðinum
»kovi« og lýsingarorðið »kuputur«. Annars hevur
orðið í okkara tíð bara tann eina tydningin: rat
halda onkrum niøri«.
Orðið »pressa« er eisini gamalt. Tað kemur av
látíni premere: »trysta« og er skylt við prent, eks-
press og nógv onnur orð. Orðið hevur leingi verið í
føroyskum — eisini í tí metatetiska forminum
„persa<, sum vit kenna aftur í nútíðardonskum:
en tárepersende historie.
Hví ikki brúka orðið >pressa<? Tað stendur í
orðabókini hjá M. A. Jacobsen og Chr. Matras
(uttan nakað stigma). »Blackmail« eitur á donsk-
um »afpresning« og á tyskum »Erpressung«. Er
tað orsekin?
»Pengaavpressing« er kanska ikki nakað yndis-
ligt orð. Men tað kann forstandast. Og tað er meir
enn sigast kann um pengakroysting og penga-
kúging.
ð
Síða 25
mánadagin kl. 15.00. Bíbil-
Læknavaktir
Tórshavn: Kaj Kalls-
berg, tlf. 13150,. leyg-
ardag. Annika Olsen,
tlf. 17700, sunnudagin.
Eysturoy: Magnus å
Stongum,tlf. 23006,
leygardagin. Hålvdan
Simonsen, tlf. 47010,
sunnudagin.
Norðuroyggjar:
Steingrímur Weihe, tlf.
55045.
Vágar:
Tlf. 32413.
Suduroy (nordur): Tlf.
71560.
Suduroy (sudur):
Tlf. 73030.
Tannlæknavakt
Torshavn
Bráðfeingishjálp fæst
leygardag, sunnudag
og halgidagar kl.
13.00-14.00. TIf.
14544.
Vælkomið
lítla barn
20. august fingu Elisa-
beth Myrdal Hentze og
Ingi Vestergárd, Keyp-
mannahavn, ein son.
Hann var 53 cm langur
og vigaði 3300 gr.
28. august fingu Astrid
og Jóhannes Vidbjørg,
Roskilde, ein son.
Hann var 52 cm langur
og vigaði 3790 gr.
28. august fingu Rann-
vá Joensen og Osbjørn
Eysturberg, Kvívík,
ein son. Hann var 51
cm langur og vigaði
3100 gr.
29. august fingu Beinta
Hentze og Christian
Didriksen Gram,
Tórshavn eina dóttur.
Hon var 52 cm long og
vigaði 3070 gr.
31. august fingu Maria
Rasmussen og Hallur
Jacobsen, Oyndar-
firði, eina dóttur. Hon
var 52 cm long og vig-
aði 3500 gr.
31. august fingu Lena
Kristiansen og Birgir
Nónsgjógv, Norðskála,
eina dóttur. Hon var 52
cm long og vigaði 3500
gr.
31. august fingu Mari-
ann og Sofus Poulsen,
Vatnsoyrum, ein son.
Hann var 51 cm langur
og vigaði 2740 gr.
1. september fingu
Frida Nolsøe og Jens
Jensen, Meilby, eina
dóttur. Hon var 52 cm
long og vigaði 3800 gr.
1. september fingu Sól-
eyð Debes og Hilmar
Joensen, Strondum,
ein son. Hann var 50 cm
langur og vigaði 2950
gr.
I. september
Kåra og
fingu
Sigmund
Djurhuus, Toftum, ein
son. Hann var 56 cm
langur og vigaði 3965
gr.
1. september fingu Unn
og Martin Mouritsen,
Tórshavn, ein son.
1. september fingu Rita
og Johan Larsen,
Fuglafirði, ein son.
Hann var 50 cm langur
og vigaði 2800 gr.
3.september fingu Ann
Zachariasen og Per
Hansen, Hoyvík, eina
dóttur. Hon var 53 cm
long og vigaði 3800 gr.
3. september fingu
Katy og Reidar Klein,
Kambsdali, ein son.
Hann var 57 cm langur
og vigaði 3875 gr.
3. september fingu
Marita og Jóhannis
Thomsen, Skopun, ein
son. Hann var 56 cm
langur og vigaði 3850
gr.
3. september fingu
Sigrið og Just Sivert-
sen, Hoyvík, ein son.
Hann var 58 cm langur
og vigaði 4000 gr.