týsdagur 8. september 1992síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 169 —8. september 1992 tíðindablaðið SOS alurin
Sida 17
ítróttur
Tummas Eli Hansen, B36:
— Nú eri eg skjótt
troyttur av hólti
A———
Eftir drúgvar fyrireikingar í sambandi
við Europa cup-luttókuna hjá B36 og
nú enn ein HM-landsdyst, er Tummas
Eli Hansen so smátt farin at troyttast
eitt sindur. Men fyrst skal dysturiní
annadkvøld fåast afturum.
Cardiff - Tíðindablaðið
Sosialurin.
Ein av teimum, ið hevur
verið eitt av álitunum á
landsliðnum frá Eysturrík-
isdysunum i Landskrona
fyri tveimum árum síðani
og líka til nú, er 26 ára gamli
B36-spælarin Tummas Eli
Hansen.
— Hetta hevur verið nokk
so nógv at tikist við, tí hesar
tveir síðstu mánaðirnar hev-
ur stórt sæð bert fótbóltur
verið á skránni, og tá tað
verður so nógv av ti — ikki
minst við trimum krevjandi
dystum innan fyri triggjar
vikur — kann tað skjótt ger-
astov nógv av ti góða, sigur
B36-arin. — Og eg eri líka
vid at hava fingið nóg mikið
júst nú. Men fyrst skal dyst-
urin móti Wales í annað-
kvold fáast frá hondini.
Tummas Eli Hansen er
sum sagt millum teir allar-
royndastu á landsliðnum
við skjótt 20 dystum, og
hóast vit enn ikki hava
nakra heilt greiða ábending
á, hvussu Páll Guðlaugsson
fer at seta liðið til dystin í
annadkvøld, so er neyvan
nakar ivi um, at Tammas Eli
enn einaferð verður millum
teirra, Páll fer at gera nýtslu
av.
— Hjá okkum, sum hava
verið við í B36, hevur talan
verið um tveir mánaðir út í
eitt, sigur Tummas Eli
Hansen. — Fýra vikur eru
farnar við venjing og fyri-
reikingum til Europa Cup,
og nú er so hetta afturat.
Ur at gera
Tummas Eli Hansen byrjaði
fyri nøkrum mánaðum síð-
ani sítt egna el-innleggjara-
virki, og har hevur hann
síðstu tíðina havt úr at gera,
og tað er eisini nakað, ið
spælir nógv inn, tá hann
skal taka stóðu til, hvussu
nógva tíð hann heldur seg
kunna loyva sær at brúka í
ferðing runt um í Europa til
fótbóltsdystir.
— Men hóast eg kanska
ikki havi so góða tíð og
kanska haldi meg hava
fingið í so nógv av fótbólt-
inum nú, soer einki at liggja
omaná, at hetta alt samalt
hevur verið eitt gott uppliv-
ilsi, sigur Tummas Eli Han-
sen.
Hann sigur seg ikki kenna
so ggiliganógv til walisiska
landsliðið, ið tað føroyska
skal royna seg ímóti í ann-
adkvøld, men tó er hann
greiður yvir, at hetta er eitt
gott lið: — Vit vita jú, at teir
hava nógvar góðar fótbólts-
spælarar og um tað verður
Ian Rush, Dean Sandersella
onkran annan, eg møguliga
skal dekka upp í dystinum,
soeri eg greiður yvir, at tað í
øllum fórum ikki verður
nøkur løtt uppgåva. Men eg
fari at gera mitt besta til, at i
hvussu er min partur ikki
skal liggja eftir, tå hesin
dysturin er lokin.
— Teir walisisku lands-
liðsspælararnir eru óivað
allir eitt fitt petti oman fyri
okkara standard, men so
kann tað vera, at viljin fer at
gera munin, tá saman um
kemur, sigur Tummas Eli. —
Og at vit allir fara at stríðast
alt tað, vit er mentir, skal
eingin ivast í.
Ikki so galið
B36-arin heldur annars ikki,
at tey síðstu úrslitini hjá
landsliðnum hava verið so
galin.
— 0-3 móti Belgia og 1-1
móti Israel eru tvey góð úr-
slit, meðan eg kundi hugsað
mær, at vit kláraðu okkum
mikið betur móti Kypros,
enn til hatta kedilig 0-2 tap-
ið, heldur Tummas Eli. — Nú
skulu vit so syrgja fyri at
grava stríðsviljan framaft-
ur, so vit við honum til
hjálpar kunnu undirstrika, at
vit enn eru førir fyri at fáa
góð úrslit, sjálvt um vit
møla tjóðum, sum eru nógv
stórri enn vit og hava nógv
fleiri royndir enn vit.
Hann heldur, at ein orsøk-
in til, at íkki so væl gekst
móti Kypros kann hava
verið tann, at øll væntadui
sær so nógv av føroyska
landslidnum, og at trystid å
spælarunum ti gjørdist nak-
að stórt. Hetta trýst er neyv-
an tað sama nú undan dyst-
inum móti Wales, so vón-
andi kann tað útnyttast til
okkurt gott.
— Men í øllum fórum eiga
vit at halda fast við at spæla
verjuspæl fyrst og fremst.
Tað er alfa og omega hjá
okkum, sigur Tummas Eli. —
At hava ein álopsspælara
einsamallan har frammi er
nakað, vitkanska ikki fáa so
nógv burturúr, og spurning-
urin er so, hvussu vit skulu
bera okkum at við tveimum
monnum frammi. Men sum
sagt: Fyrst og fremst er tað
verjuspælið, ið er okkara.
hj.
|
Cardiff - Tíðindablaðið
Sosialurin.
Tað er ein vælupplagdur og
óskalaður landsliðshópur,
ið fyrireikar seg til HM-dyst
í annadkvøld á Cardiff
Arms Park.
So vítt vit skiltu í gjár, er
hópurin ikki raktur av nøkr-
um skaða. Allir eru teir 16
spælararnir í toppformi, og
tá føroyska landskappingin
nu nærum er runnin, skuldi
neyvan borið til at mynstra
eitt føroyskt landslið, ið
kundi verið stórt betur fyri.
Berteitt lýti er við hesum,
og tað er, at spælararnir
kanska ikkki hava møgu-
leika at verða so væl saman-
spældir, sum tað krevst til
slíkar uppgávur.
Hetta gav eisini onkur av
spælarunum í gjár til kenn-
ar:
— Viteru ov lítið saman, tå
vit ikki skulu spæla dyst, og
tí kenna vit ov illa hvgnn-
annan — bæði á vøllinum og
uttanfyri. Serliga, tá nýggir
koma afturat, kann hetta
verða ein vansi, segði ein av
spælarnum óalment.
Og nýggir eru fleiri hesa-
ferð.
Nýggjur annarmálmaður
er nú Jákup Mikkelsen úr
KI, men hann hevur tó
smakkað altjóða dámin
fyrr.
Aðrir kunnu nevnast sum
nýggir: Oluf Mortensen og
Óli Johannesen úr TB. Oluf
varð úttikin undan Belgia-
dystinum, men var so Ó-
heppin at bróta østbeinid,
og kundi tí ikki vera við. Óli
Johannesen hevur roynst
væl á liðnum hjá TB sum
aftasti maður, og óivað er
hann í tonkum landsliðs-
venjarans sum ein møgu-
ligur avloysari til liðskap-
aran Jóannes ið ofta er
Aðalfundur
4. grein aðalfundur verður í KFUK 22.
sept. kl. 19.30.
Nevndin
Blindastovnur Føroya
hevur opið månadag —'
Telefonir: 18222 og 1
kl. 9—16.
Framhald av sidu 2
hava ikki dirvi til at reka
ein skilagóðan politikk á ti
almenna økinum og visir
vid hesum m.a. å gongd-
ina í sjúkrahúsverkinum.
-Ístaðin fyri at hava eit
vælvirkandi landssjúkrra-
hús, so verður tvíhildið
um, at vit skulu hava trý
sjúkrahús, har einki koyrir
nógv væl. Hetta er full-
komiliga ørt, og orsøkin er
lokalpolitikkurin. Vit hava
ongar landspolitikarar.
Bygdirnar høvdu havt tað
misnt lika so gott um vit
bara høvdu eitt valdømi.
Fiskur aftur
Helgi Fossadal væntar
ikki nakað skrædl í sa-
mfelagnum. Hann heldur,
at tað koma fleiri fallittir,
men hann roknar eisini
við, at vit fáa eitt gott
fiskiár í 1993. Nógv
bendir á hetta eitt nú
nógvi fuglurin og æti í
sjónum. So stjórin í
Fossbankanum er rættiliga
bjartskygdur, tá tað um
fiskistovnarnar umræður.
-Eg havi kenslu av, at
komandi ár verður eitt
gott fiskiár. Hetta byggir
hann á sína tíð sum
reiðari, har ein hevur lært,
at tað hava verið góð og
ring fiskiár, og hetta er
tíðin, tá vit eiga at fáa eitt
gott fiskiár aftur sigur
hann
Útsetið MVG
-Fáa vit 30.000 tons aftr-
at, so ger tað so øgiligan
mun. Men politikararnir
hava tíanverri gjørt
samfelagið so inn-ivklað
við gllum hesum nýggju
lógunum, og eg fari ti at
heita á landsstýrið um at
útseta MVG-skipanina í
2 Allir eru
væl fyri
skaddur = undan
dystum.
Uni Arge úr HB, ið er ov-
ast á toppskjúttaralistanum
í 1. deild, er eisini við, og
hann skal órvað kappast við
Jan Allan Muller, ið nú
roynir seg í AGF í Dan-
mark.
Jan Allan var forrestin
einasti spælarin, ið ikki var
við flogfarinum úr Vágum
sunnukvøldid. Hann ferð-
aðist við flogfari úr Dan-
mark til Londin, og haðani
kom hann so við tokið seint
sunnukvøldid.
Abraham Hansen gav
sum væntad avbod til dyst-
in, eftirsum hann hevur
krevjandi arbeidsuppgåvur
í tí dagliga. Júst byrjaður
sum virkisleiðari á Lynfrost
í Runavík, og hetta forðaði
honum at fara av landinum í
fótbóltsørindum hesaferð.
Hetta snýtti tó ikki tofta-
menn fyri at hava mann á
liðnum, og varð í hansara
stað útukin Øssur Hansen.
Men sum nevnt í aðrari
grein, er enn ikki fullkunn-
ugt, hvussu tad endaliga
liðið fer at síggja út, so um
hesir nýggju fara at royna
seg, vita vit ikki enn, men
kanska okkurt stendur í Tíð-
indablaðnum Sosialinum í
morgin um tað.
Tykkara maður á stað-
num fer í hvussu er at gera
sítt besta ul tess at greiða
eisini hendan spurning.
hj.
týðandi
nøkur. Henda skipan
verður ein ólukku íkki
bert fyri brúkaran, men
eisini fyri landið. Er
líkviditeturin ringur hjá
landinum í dag, so verður
hann hvaðna verri 1. apríl
komandi ár sigur Helgi
Fossadal at enda.
jan