fríggjadagur 11. september 1992síða 19
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 172 — 11. september 1992
På
tíðindablaðið
| Arni Olsen sjeyti
og 25 ára jubileum
Mánadagin 14/9 fyllir Árni
Olsen sjeyti og um nakað
sama mundið hevur hann
eisini 25 ára jubileum sum
psykiatari í Føroyum. Tað
var 15/8-67 at hann saman
við skrivaranum Tordis Jo-
hannesen byrjaði psykiatr-
iskt virksemi í Føroyum.
Tad var tá knytt at medi-
cinsku deild á Landssjúkra-
húsinum og tvey ár seinni
var sjålvstødugt psykiatr-
iskt hospital (statshospital)
sett á stovn, sum seinni varð
ul pyskiatrisku deild. Enn
starvast á deildini tey 7
fólkini, sum saman við
Arna Olsen byrjaðu hetta
verk.
Hann er uppvaksin í Kun-
'y, gekk til student og las til
lækna niðri. Umframt at
hava starvastniðri, var hann
nøkur ár kommunulækni í
Vágunum, men fór so niður
aftur at búgva seg út til ser-
lækna í psykiatri og neuro-
logi. Starvaðist tá ymsa
staðni í Danmørk, eitt nú á
Statshospitalinum í Nykøb-
ng Sjælland, hagar nógvir
øroyingar vórðu sendir,
ummir teirra vórðu so ver-
indi og búðu á hospitalin-
im, sum tå var siður.
Árni Olsen var sonevndur
nálsligur studentur, so sum
vant var millum teirra, sum
vildu verða læknar. Hetta
evur sermerkt hann síðani,
it áhugin fyri ikki bara før-
oyskum, men eisini latíni
kemur fram í tí dagliga ar-
beiðnum. Eitt annað, sum
eisini hevur sermerkt hann,
or áhugin fyri slektum, at
útgreina familjusambond.
Hann kann brúka drúgva tíð
saman við sjúklingum at
tosa um teirra slekt, og sum
flestu føroyingum, so dám-
ar teimum flestu hetta væl.
Sumstanis verður hetta
roknað sum eitt slag av við-
gerð, at fyri at skila seg tri
hevur verið høvuståtturin
og enntá í tann mun, at
navnið er vorðið knýtt á
psykiatriini, sagt verður eitt
nú »at verða innlagdur hjá
Årna« o.s.fr. Hann hevur
her tíkið upp á seg at vera
tann, sum fek manga skol-
una oman yvir seg, bæði frá
sjúklingum, avvarðandi og
alment, tí psykiatri hevur
[Er
ið.
sept. 1992.
Avloysarastarv
Sekt verður eftir einum skrivstovufólki
til avloysarastarv fyri tíðarskeiðið 1.
okt. 1992 til 1. august 1993 á avgreiðsl-
uni. Fólkið, ið sett verður, skal kunna
gera alt vanligt skrivstovuarbeiði.
Lenin er sambært sáttmála millum Før-
oya Landsstýri og Starvsmannafelag-
Freistin at søkja starvið er úti tann 25.
Nærri fæst at vita um starvið við at
venda sær til Telefonverkið, tlf. 11433,
lok. 332 ella lok. 371.
Umsóknin skal sendast til Telefonverk
Foroya Løgtings, box 27, 110 Tórs-
havn og viðmerkt Umsókn.
Telefonverkið
verið og er enn eitt sera tor-
ført og oftani ótakksamt øki
at arbeiða innan. Hann hev-
ur her ikki borið seg undan,
men heldur ikki latið hetta
køvt seg. Á mangan hátt
hevur hann fakliga hildið
seg ungan, fylgt væl við og
eitt tað besta, honum hevur
dámt, eru fakligt kjak við
yngri starvsfólk. Hann hev-
ur samstundis eisini ávísar
hugsanir um, hvussu veru-
leikin sær út og hvat er
tokutala, sum eisini sást eitt
nú í eini fjarsýnissending
um psykiatri, har hann vardi
brúkið av heilivági og
elektrosjokki.
Psykiatri — viðgerðin av
sinnisliga sjúkum fólki —
hevur aloftast verið eftirbát-
ur. Oftani vóru soleiðis ætl-
anir frammi um psykiatriskt
sjúkrahús i Føroyum, men
leingi var, áðrenn nakað
kom burturúr. Føroyingar
máttu tí niður á sjúkrahús.
Bæði ferðin niður og uppi-
haldið vóru mangan lítið
tespilig.
I 1969 bygdi so staturin
nytt statshospital i Havn i
sambandi við tað nýggja
Landssjúkrahúsið. Seinni er
hetta so vorðið ein deild
undir Landssjúkrahúsinum
á jøvnum føti við aðrar við-
gerðardeildir. Nú bar til at
verða innlagdur her heima
og eftir tátíðar meting vóru
bæði bygningar og manning
á hægri stødi enn niðri.
Tíðir broytast og so eisini
krøvini, og møguleikarnir.
Langtíðarsjúk klára seg bet-
ur. Innan almannagkið er
avlamispensión og onnur
hjálp at fáa. Hesir møgu-
leikar standa nú eisini teim-
um psykiskt sjúku í boði.
Oftani er tó enn so, at tann
pyskiskt sjúki ikki altíð er
førur fyri at taka ímóti hesi
hjálp. Hetta hevur verið ein
av uppgávunum og er tað
enn, at finna hættir, so eisini
fleiri pyskiskt langtíðarsjúk
gerast betur før fyri at fáa
nakað burtur úr teimum
møguleikum, sum bjóðast. Í
mun til tað, ein hoyrir aðra-
staðni frá, hevur pyskiatrisk
deild og Árni Olsen havteitt
sera opið sinni fyri samfe-
lagnum og stødugt roynt at
vera í samskifti ikki bert við
aðrar sjúkrahúsdeildir, men
eisini við samfelagið sum
heild. Eitt, sum avspeglar
tey broyttu krøvini, eru á-
hugafeløg hjá sjúkum og av-
varðandi, t.d. felagið Sinn-
isbati. Tað, at viðgerð hevur
verið bjóðað her heima og
tískil nærri við heimið, hev-
ur ført við sær, at økt
strongd hevur verið á tey av-
varðandi, sum
kunnu gerast eitt slag av frí-
holt millum tann sjúka og
umhvorvið. Arni Olsen hev-
ur havt eitt opið sinni yvir
fyri avvarðandi og altíð hev-
ur borið ul at koma á tal við
hann.
Hesin útviklingur byrjaði
fyri 25 árum síðani og Arni
Olsen er vorðin sum eitt
symbol upp á hetta. Hetta
hevur so eisini ført við sær,
at problematikkurin um tey
sinnisliga sjúku er vorðin
nógv meira nærverandi, og
tað er gott.
soleiðis
August G. Wang
Snið 3 - prísur frá
kr. 750.000 - er
bert eitt av fleiri
Ringið ella skrivið og fái
nærri upplýsingar
VD-HÚS
v/ Valbjørn Dalsgarð
timburmeistara
Bakkagøta 5 - 160 Argir
Tlf. 19279 - 89279
Hetta er ein søga um ein
óvanliga poliustin
Stone, sum stríðist við
em ómenniskjaligan
drápsmann.
London, ár 2008. Tá
ozonlagið heldur fram
við at broyta veðrið í
Europa nógv, fær tað
avleiðingar fyri áarbýin
London: óavmarkað
dálkingg, yvirflóð
kriminalitetur og
ófriður
| Men nu herjar
eitt annað fyribrigdi
gøtunum við øllum rott
unum
CISINI
Ein ómenniskja
ligur drápsmaður, sum
skræðir offrini sundir og
tekur hjartað úr teimum
Uttan fyrilit langar hann
til og altíð í fullmána, og
Síða 19
avleiðingin er ræðulig
Politisturin Stone
hevur sum hjartamål at
fáa steðga hesum
ódýrinum, tí felagi
hansara varð myrdur á
henda hátt. og núr Stone
í vanda.
Saman við ú unga
detektivinum Durkin og
Michelle, sum er einkjan
efur tann dripna felagar
setir Stone sítt egna lív í
vaga lyri at faa
Odyrinum tað
lat
t
filminum, Rut
Neil Duncan o.a
Filmurin verdur
syndur i Leikhus Bio i
næstu viku.
Kendir
hesum
Dan Merick vaknar å
sjúkrahúsinum eftir eitt
álvarsligt bilóhapp, ið
mundi tíkið lívið av
honum. Læknarnir hava
snøggad hansara andlit
og kropp, sum ikki sæst
á honum, at hann hevur
fingið nakað mein.
Konan hevur sitið yvir
honum alla tíðina,
Deyðiligt svik
meðan hann hevur ligið
uttan vit. Men tað er ein
trupulleiki. Dan minnist
einki um, hvat var fyri
óhappið.
Dan stíðist fyri at
finna sannleikan um seg
sjálvan og um óhappið.
Leikhús Bio sýnir
filmin í næstu viku.