leygardagur 12. september 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 173—12. september 1992
tíðindablaðið
ógvan Sundstein um yvirtøku av undirgrund:
Stóran tydning
fyri kredivirðið
-Hetta er ein stór lýta fyri allar fóroyingar, og
eg haldi tað er ómetaliga gott, at málið er loyst
sum tað er. Tað vísir, at samráðingarhátturin
hesi seinastu árini hevur borið frukt, og at danir
til endan hava skilt stóðuna. Teir hava tikið til
eftirtektar tær samtyktir lýgtingið hevur gjørt,
og hetta eiga teir rós uppiborið fyri.
Sigur Jógvan Sundstein í
viðmerking ul undirgrund-
armálið. Hann heldur eis-
ini, at vit við hesum eru
komin eift stig
sjålvstyris- og
víðari á
sjálvbjargnisleið
-Men tað, sum hevur
sera stóran aktuellan týdn-
ing, er, at henda avtala fær
stóran tydning fyri før-
oyska kreditvirði, sum
verður nógv betri av
hesum.
At vit nú fáa fult ræði á
undirgrundini og megu-
leikanum at troyta ráevni í
henni, og at tann ivi, sum
hevur verið so leingi um
hetta týðandi mál, nú er
burturi, ger, at vit standa í
eini nógv betri og sterkari
stóðu mótvegis útheim-
inum.
jan
Uffe Elleman-Jensen um avtaluna:
Eitt tekin um
virðing og álit
-sum danir hava fyri fóroyingum og fóroyskum
heimastýri
-Eg haldi at tað er sera
gleðiligt, at vit hava kunn-
að gjørt hesa avtalu, sum
eftir míni meting bert
kann styrkja bondini
millum Føroyar og
Danmark. Hetta er ein
avtala, sum er í råd við
tíðina og í stóran mun ein
roynd at ganga ynskjum í
Føroyum á møti sigur
danski uttanríkisráðharrin
Uffe Elleman-Jensen í eini
- viðmerking til avtaluna
um undirgrundina.
Uppá fyrispurning hvat
er orsøkin til, at danir nú
heilt hava broytt stødu í
málinum sigur Uffe Elle-
mann-Jensen, at forsætis-
ráðharrin og hann vóru
samdir um, at tað hevur
stóran týdning at hava so
gott samband við Føroyar
sum tilber, og tá ynskið
um yvirtøku var so stórt
og í twáð við tíðina, so
vildu teir eisini ganga tí á
mølti.
Taka føroyingar
i ålvara
-Hvørja viðmerking hevur
tú til teir fóroyingar, sum
nú fara at siga, at danska
avgerðin bert er eitt stig á
leiðini at sleppa av við
Føroyar!
-Tað er at venda ungun-
um fullkomiliga á høvdid.
At loysa heita mál hevur
verið eitt so stóri ynski frå
føroyskari síðu, at vit s6u,
at tað mátti takast í álvara.
Henda avtalan er eitt lið í
eini politiskari process,
sum fer at menna sam-
arbeiði millum londini.
Hon er eisini eitt tekin um
ta virðing og álit, sum
danir hava fyri
føroyingum og føroyskum
heimastýri.
Vóni tit finna olju
Uffe Ellemann-Jensen
vónar, at føroyingar fáa
okkurt gott burtur úr hesi
avtaluni. -Bæði at tit
kunnu fáa eina skilagóða
loysn í spurninginum um
markið við Bretland, og
at tit finna ráevni í undir-
grundini, sum kunnu
skapa Føroyum eitt betri
og tryggari búskaparligt
grundarlag.
Uffe heldur eisini, at
føroyingar koma at standa
sterkari í samráðingunum
við Bretland um markið,
nú undirgrundin verður
yvirtikin.
Danski uttanríkismála-
ráðharrin ivast onga løtu í,
at danska fólkatingið fer
at taka undir við hesi
avtaluni.
Hann sigur annars, at
henda avgerðin helst er
ein tann størsta hendingin
í viðurskiftunum millum
Danmark og Føroyar tey
10 árini hann hevur verið
uttanríkismálaráðharri fyri
Føroyar eisini, og hann
vónar, at allir føroyingar
fara at taka væl ímóti av-
gerðini og ikki meta hana
sum eitt ynski um at av-
marka bondini.
Virðing og álit
-Tað er einki loyndarmál,
at mær dámar sera væl
føroyingar og Føroyar.
Tað er min sannføring, at
vit danir i mest møguligan
mun eiga at ganga før-
oysku ynskjunum um,
hvussu heimastýrið skal
skipast, á meti. Tað er
bara á tann hátt tvey sjálv-
stóðug fólk vísa hvørjum
ødrum virðing og álit.
-Nú hevur flokkurt tín
tætt samstarv vid sam-
bandsflokkin. Hvat vil tå
siga til teir sambands-
menn, sum nú fara at bera
ótta fyri, at henda av-
gerðin er síðsta stig á
leiðini at kvetta oll bond
við Danmark.
-Tað vóni eg íkki, at
føroyingar ynskja. Og við
mínum kunnleika til Før-
oyar, so eri eg sannførdur
um, at tað fer ikki at
henda. Ein slik støda
kundi møguliga ukið seg
upp, um vit frá danskari
síðu bara vístu øllum før-
yskum ynskjum un
broytingar aftur. Og just
tí, at henda avgerðin er
eitt tekin um virðing og
álit haldi eg, at hon
tvørturim6éti kann vera við
til at varðveiða góðu
viðurskiftini.
Somu virðing fyri
grønlendingum
Uppå fyrispurning um
henda avgerdin kann fåa
avleidingar fyri samråd-
ingarnar millum danir og
grønlendingar um und-
irgrundina har sigur Uffe
Elleman-Jensen, at tad er
semja um, at tað ikki
kunnu dragast paralellir
millum føroysku og grøn-
lendsku støduna. Men
samrådingar eru i gongd
og har hevur uttanrikis-
isrådharrin somu stødu
mótvegis grønlendingum
sum føroyingum, nevni-
liga so langt tilber at
ganga teirra ynskjum å
møl.
Uffe Ellemann-Jensen
sigur at enda, at tad er
eingin ivi um, at leik-
luturin hjå Atla Dam,
løgmanni i hesum måli
hevur havt stóran tydning
fyri úrslitið.
jan
Síða 9
Norðstreymoyar Javnaðarfelag
havt fund:
Misnøgd við
passivu stødu
ting- og
landsstyrismanna
Nevndin i Norð-
streymoyar Javnaðarfe-
lag umrøddi um viku-
skiftið støduna viðvíkj-
andi liminum í sjúkra-
hússtýrinum. Nevndin
er serliga misnøgd við
passivu stóðu, ung- og
landsstýrismenn teirra
hava víst í hesum máli.
Men ein samd nevnd
ynskti heldur at fáa í lag
ein fund við landsstýr-
ismannin í heilsumál-
um og fáa greiðu á, um
meining er í at sita í
stýrinum longur, og um
hetta fær sín avgerðar-
rætt aftur, tí nevndin er
av ti åskodan, at stóða
má takast til, um stýrið
skal avtakast ella fáast
at virka beinanvegin.
Nevndin umskipað
A nevndarfundinum
mánakvgldið skipaði
Nordstreymoyar Javn-
aðarfelag seg cisini av
nyggjum og sær um-
skipanin soleiðis út:
Form. Kim Djurhuus,
Hósvík. Næstform.
Dánjal Joensen, Kolla-
firði. Skrivari Niels Pet-
ersen, Hvalvík. Pen-
ingarrøkil Hjørleif Han-
sen, Tjørnuvik. Nevnd-
arlimur Árni Morten-
sen, Skælingur. Nevnd-
arlimur Birgir Waag
Høgnesen, Vestmanna.
Nevndarlimur Kristian
Sámuelsen, Haldórsvík.
ES3
skrivi-
maskina
lítil og løtt
Tilboð kr. 2.400,-
= IT Sverrisgøta 9, box 118
sm 110 Tórshavn
Mac =— 1 10:00, fax 10915