leygardagur 26. apríl 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– At vera grafikari er nakað,
sum eg kann liva av. Hitt er
nakað, sum eg geri við síðuna av.
Eisini hevur virkni danin út-
givið eitt yrkingasavn. Hetta var
í 1996. Við heitinum »Ophav«.
Yrkingasavnið viðger, hvussu tað
er at vera dani í Føroyum.
– Tað er løgið at vera dani í
Føroyum. Tú umboðar eitt hjá-
landaveldi, men samstundis ert
tú eisini í etniskum minniluta.
Yrkingasavnið viðger eitt evni,
sum ikki hevur verið skrivað um
fyrr, sigur Ole.
PartKvadrat og frímerki
Ígjøgnum árini hevur Ole verið
við í eini 20 frímerkjaútgávum.
Hann hevur bæði teknað sjálvur
og verið við í útgávunum á ann-
an hátt. -
- Í løtuni fáist eg tó ikki nógv
við tað listarliga arbeiðið. Men
tað kemur helst aftur einaferð, tá
eg havi meira yvirskot til tess,
sigur Ole Wich.
– Fyri meg er tað at útrykkja
seg tað týdningarmesta. Tað snýr
seg alt um at úttrykkja seg, og
øll eiga eftir míni meining hava
loyvi at úttrykkja seg. Hvussu
tað so kemur út, antin tað er í
myndum, teksti ella øðrum, er
líkamikið.
Í løtuni arbeiðir Ole við eini
verkætlan, sum hann kallar
»PartKvadrat«.
»Partkvadrat« er ein hugtak-
andi og áhugaverd verkætlan.
– Tað er sjáldan tú sært
ferningar. Í myndum og øðrum,
so eru ferningar púra deyðir at
arbeiða við. Men gongubreytin
uttanfyri plantaguna í Havn, har
eg havi gingið øll tey árini, eg
havi verið í Havn, hevur flísar,
sum eru ferningar, og teir hava
allir løgin og spennandi mynstur.
Teir býta seg upp á nógvar
spennandi mátar, og ætlanin er
so at geva út eina bók við 100
ymsum ferningum, greiðir Ole
frá, sum longu er farin undir
hesa verkætlan.
Tónleikur
Áhugin hjá Ole Wich liggur
eisini í tónleikinum. Hann hevur
í fleiri ár sitið í nevndini hjá Tutl,
men hann sigur, at hann ongantíð
hevur spælt nakað ljóðføri ella
tónleik sum heild.
– Tónleikur hevur mín stóra
áhuga. Men hetta hevur ongantíð
verið meira enn á brúkarastøði.
Og í og við, at eg havi kent
Kristian Blak í fleiri ár, so havi
eg fingist nógv við tónleik, sigur
Ole.
Hann hevur tó arbeitt við
tónleiki á aðrar hættir. Hann
hevur gjørt nógv umsløg til
fløgur, og so hevur eisini verið
arbeitt við eini aðrari heldur
øðrvísi fløgu. Hon hevur heitið
»Brøytingar«.
– Eg kom við uppkastinum og
hugskotinum, og síðani gjørdi eg
eina framsýning í
Norðurlandahúsinum. Hareftir eg
gjørdi ein fløguhúsa. Síðani hava
Kristian Blak og Yggdrasil lagt
tónleik til listarverkini, sum vóru
nýtt á framsýningini. Nú hevði
eg gjørt myndir til tónleik so
ofta, at eg helt eg skuldi royna
tað øvugta, fortelur grafikarin.
Millum annað er eitt klassiskt
stykki, sum eitur »Udstillings-
billeder«, sum russarin Modest
Mussorgski hevur skrivað. Talan
er um tónleik, sum er gjørdur til
eina framsýning í St. Pætursborg
í 1883.
– Eg havi so nú hundrað ár
seinni, gjørt bíløt til tónleikin. So
íblásturin kann vera alt. Sum eitt
nú flísarnar uttanfyri plantaguna,
greiðir Ole frá. Myndirnar, sum
Ole gjørdi til henda tónleikin,
hanga yviri í Musikkskúlanum á
Frúutrøð.
– Hugskotum eru nóg mikið
av. Spurningurin er bara, hvussu
tú fært ført tey til lívs. Tað er
ikki fyrr enn eitt hugskot er
útført, at tað er nakað vert,
heldur Ole.
Tað er bara hugflogið, sum
setur mørkini, og hetta avspegl-
ast sanniliga aftur í verkinum hjá
skapandi dananum, sum vit hetta
vakra várkvøldið í apríl nú siga
farvæl við.
2
Sosialurin Nr. 79 -26. apríl 2003
Her fyri segði ein skilamaður við
meg umborð á bussinum, at hann
fór at sakna kríggið, tá ið tað var
liðugt.
Eitt lítið sekund hevði eg hug
at jarðleggja hann við nøkrum
vælvaldum orðum, um tær
líðingar og pínslur, tann deyða
og ta oyðilegging vit seinasta
mánaðin hava verið vitni til í
teirri beinleiðis ‘samsending’,
SvF borðreiðir við frá
BBCworld.
Men so skilti eg brádliga
poengið. Tað er hetta við at vera
har, ið tingini henda.
Um ikki á staðnum, so í
hvussu er á tráðnum.
Og tað eru vit øll meiri ella
minni í hesum døgum, tí við
teim myndum og viðgerðum, ið
vit hava fingið varpaðar
beinleiðis út í hvønn krók í
landinum, eru vit tryggjað, at vit
...
... sleppa at sita hugtikin og
øvundsjúk og sleva yvir ta eina-
standandi hernaðarligu tøknina
hjá USA — Stealth-flogfør,
SMART-bumbur, infrareyðir
nátt-gløðarar, fantastiska stórar
flogberarar og armerað tanks —
um hugurin liggur til avanserað-
an mekanikk, forfínaðan elektro-
nikk og stórar sverar maskinur.
... sleppa at sita bergtikin og
eygleiða, hvussu tær reportasjur,
nakrir av teim allarbestu jour-
nalistunum í heiminum greiða úr
hondum dag og dagliga, verða
hagreiddar við lekrum jinglum
og flottum grafikki, um vit mest
eru áhugað í grundleggjandi
reglum viðvíkjandi miðlum og
samskifti.
... sleppa at sita og gera seg
klókan uppá, hvussu Romsfeld
og hinir oljumagnatarnir úr
Texas prógva, at Marx helst
hevði rætt, tá ið hann helt uppá,
at hjá kapitali snýr tað seg bara
um tvinni ting, 1) at rávørur eru
frítt atkomiligar, og 2) at fólk eru
lukkuligir forbrúkarar, um lyndið
liggur á vinstraveinginum.
... sleppa at prísa seg lukkulig-
an yvir, at við vælsignilsi frá
marknaðinum kemur siðmenn-
ingin út í allar heimsins krókar
... alt við serligum atliti at olju-
prísunum her heima, um hjartað,
hóast skaldið segði tað øvugta í
populera sanginum á sinni,
liggur til høgru.
... at sleppa at frøðast um frítt
at kunna tala, hugsa og halda tað
man vil, tá ið man sær, hvussu
brádliga meinigi maðurin á gøt-
uni í Bagdad broytti meining, tá
ið Baath-flokkurin legði kongin,
og Saddam flýddi yvir háls og
herðar, soleiðis at man nú kann
fáa eitt sett av spælikortum við
teimum, sum eru ‘Most Wanted’.
— Saddam? Hann er sjálvandi
‘The Ace of Spades’, hvat man
so kann leggja í tað!
... at sleppa at hálova Grunt-
vigianska grundstøði undir
norðurlendskari almugu skúling,
ið útruddaði analfabetismuna og
harvið gjørdi tað trupult hjá
beinleiðis einaræði at vinna lond
her um okkara leiðir.
... at sleppa at brúka seg við
kaffiborðið um okkurt annað enn
mislukkaða fullveldisleistin,
undirsjóvartunnlar og sløku úr-
slitini hjá KÍ saman við líkasinn-
aðum miðeystursserfrøðingum,
ið hava sæð júst tað sama sum tú
á skíggjanum kvøldið fyri ...
... tí tað er so vælsignað bara
tað at sleppa at tendra sjónvarpið
nær sum helst á døgninum væl
vitandi, at tú fært lekran tónleik
og flottar myndir inn í stovuna,
samstundis sum høvið stendur
tær í boði bæði at halda títt
skúlaenska við líka og at fáa tað
víðkað við útdýpaðum krígs-
retorikki, um hvussu fígginda-
ligar hálvhernaðarligar eindir
‘drepa’, meðan teir sameindu
‘oyða’. — Í hesum sambandi fari
eg næstan at sakna kunningar-
málaráðharra iraka, tí hansara
myndamál um slangur í oyði-
mørkini og feikar leigusveinar
var so litríkt, spennandi, stuttligt
og tápuligt.
— Ikki tí, fáur man fara at
sakna Saddam Hussein og
hansara harkalið.
Men kríggið! Tað fari eg
sjálvandi at sakna! — Fert tú
ikki eisini?
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur:
turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Eg fari at sakna kríggið ...
Bergur Rasmussen skrivar:
Framhald av forsíðuni
– Fyri meg er tað at útrykkja seg
tað týdningarmesta. Tað snýr seg alt
um at úttrykkja seg, og øll eiga eftir
míni meining hava loyvi at
úttrykkja seg. Hvussu tað so kemur
út, antin tað er í myndum, teksti
ella øðrum, er líkamikið, heldur Ole
Wich
Mynd: Finnur Justinussen
SEYÐUR
Heri á Rógvi
Gróðurin í ár
hevur verið
heilt óvanliga
góður. Hetta
var eisini
størsta orsøkin
til, at vest-
menningar
fóru við seyði
í Ásmundar-
skor annan
páskadag —
21. apríl.
Neyvan nakað
árið undan er
farið so tíðliga
við seyði í Ás-
mundarskor.
Líkindini
henda dagin
vóru eisini av
teimum allar-
bestu. Sólin
skein og gott
var at sigla.
Við báti
Ásmundarskor liggur í ein út-
nyrðing úr bygdini Vestmanna.
Ásmundarskor hoyrir til haga-
partin Úti í haga á Bjørgum, sum
er fimm merkur til støddar.
Komast kann til Ásmundarskor
til gongu ella við báti. Lættast er
at fara við báti, men ikki — og
serliga um heysti — liggur altíð
so væl fyri við bátinum, tí tað
rekur hart við Ásmundarskor.
306 metrar eru til hægsta
punktið á Ásmundarskor. Talan
er um rættiligt fitilendi, har vekt-
in plagar at vera góð - uttan tó at
seta met.
Hendan dagin eru átta mans og
fimm heystlomb við bátinum úr
Vestmanna. Vanligt er at sleppa
smáan seyð í Ásmundarskor.
Størru veðragjólingarnir verða
oftani koyrdir aðrastaðni í hagan,
har tað tað er meira høgligt at
fara eftir teimum aftur. Ein mað-
ur til hvønn seyðin plagar at vera
við. Hendan dagin er eisini ein
fjallaklintrari við, sum hevur
roynt seg í Himmalaya
fjøllunum. Onk-
ur skal sigla
bátin, og ein
tekur myndir, og
nýtir umber-
ingina um, at
tær óivað eru
betri tiknar frá
bátinum.
Áðrenn lagt
verður frá landi
verða tey fimm
lombini savnað
saman, og okk-
urt horn verður
við megi tikið
av.
Neyðugt er
ikki at binda
seyðin í bátin-
um — hann
heldur seg upp á
pláss. Meðan
siglt verður,
verður okkurt av
lombunum roytt
eitt sindur, tí
ullin verður
væntandi nakað
tung.
Túrurin er
leið, sum fólk
fegin rinda fyri.
Útsýnið er frálíkt, og líkindini
kundu valla verið betri. Trý
korter eru at sigla.
Hendan dagin er eingin trupul-
leiki at sigla og leggja at við
báti. Tá sagt verður, at vit leggja
at, so er tað kanska at taka
munnin ov fullan. Heldur verður
lagt so frægt at landi, at menninir
fáa lopið í land.
Fyrst fara fýra mans á land.
Eitt sindur av rópi skal til, sjálv-
andi. Og báturin skal líka venda
einaferð millum bjørgini.
So er klárt at fáa sjálvan seyð-
in í land, sum tað jú snýr seg um.
Royndi seyðamaðurin Hans
Johannesen skipar fyri.
Gjørt verður á tann hátt, at
seyðurin verður koyrdur í ein
posa, og so verður hann hálaður
upp á eina hellu. Tað tekur bert
eina lítla løtu, so kann seyðurin
ganga fyrstu fetini í Ásmundar-
skor. Tveir mans eru eftir í bátin-
um fyri fáa seyðin upp. Tá allur
seyðurin er komin upp á land,
fara tveir teir síðstu eisini á land
í Ásmundarskor.
Band er á hvørjum seyði, og
nú byrjar strævni túrurin eftir
bratta lendinum niðan á. Gott er
tó at ganga, og hugurin er óføra
góður.
Øll lombini hava staðið á bási í
longri tíð, og tá orka tey vanliga
ikki so væl. Týdningarmikið er tí
ikki at fara ov skjótt fram, tí ork-
ar seyðurin ikki at ganga, kann
hann leggja seg, og talan verður
um eitt øgiligt baks.
Sum sagt skal tað vera gott at
ganga allanvegin, men tað krevur
sjálvandi sítt at hála og lyfta
seyðin.
Ein rás gongur niðan á, sum
mest er lík einari trappu. Fyrsta
teinin er tað ber helli. Tað er ikki
fyrr enn komið verður niðaná, at
tað góða grøna grasið í fitilend-
inum er at finna.
Royndirnar vísa, at tað nyttar
ikki bert at fáa seyðin líka niðan
á grasið. Hann skal leiðast allan-
vegin niðan til eitt ból, sum væl
má liggja í 150-200 metra hædd.
Í hesum umfarinum verður ikki
farið allar 306 metrarnar.
Um heystið, tá farið verður eft-
ir fitaðu lombunum, er oftani
neyðugt at fara upp úr skorini
við seyðinum.
Fyri teir, sum gera hetta, er hetta
ikki nakar trupulleiki, men fyri
ein, sum líður á, kann hetta vera
ein stuttur vegur til eitt hjartaslag,
tí rásin upp ikki gevur møguleikan
til stórvegis fet av leið.
25%
Sambært hagtølunum doyggja
fimm og tjúgu prosent av seyð-
unum, sum verða slept upp í
Ásmundarskor.
Eru hagtølini eftirfarandi,
verða bert fýra dripnir í heyst.
At sleppa seyð upp í Osmund-
arskor verður eisini gjørt við
stórum váða. Men fragdin er
kanska tað størri, tá íløgan gevur
úrslit. Ikki tí tað finnast skor í
sama parti av heiminum, sum
geva størri møguleika fyri av-
kastið fyri íløguna.
Men fyri hesar fimm eigarar-
nar við hvør sínum lambi, er tað
bara ikki heilt tað sama. Ikki
sami sportur.
Sosialurin Nr. 79 -26. apríl 2003
3
Við heystlombum í Ásmundarskor
Annan páskadag fóru vestmenningar við
heystlombum í fitilendi í Ásmundarskor. Hóast tað
ikki beinleiðis er høgligt og ein stórur partur av
seyðinum doyr burturfrá, so halda teir á við at hava
seyð í Ásmundarskori
Tað er eitt baks at fáa seyðin við sær. Hann hevur staðið á bási og orkar tí illa at ganga
Mynd: Heri á Rógvi
Ásmundarskor stingur 306 metrar úr havinum og hoyrir
til Útihagan á Bjørgum.
Mynd: Heri á Rógvi
Seyðurin verður drigin upp úr bátinum í einum posa.
Mynd: Heri á Rógvi
C
M
Y
K
21
20