týsdagur 15. september 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíBindablaðið Bústaður Argjavegi 26" | - Pusiadr: Postsmoga 76
* + 44 * å i ; i |
ntaksstjøn: Joensen - Tórfinn Smith Uppseting: P/fSoslalurin Argjum 110 Tórshavn ' ;
A Fan PRM - Hilmar Jan Hansen - Prent P/f Pressan 1981 Telefon: 11820 Teietax: 14720
myndar. Kalmar Lindenskov |
Åbyrgdardladstjon: Jan Muller Blaðfólk: Randi Jacobsen - Dagny Utgevari: P/fSosialurin
Hvat nu!
DAGURIN 11. september 1992
var søguligur dagur i føroyskari søgu.
Henda dagin søgdu danir loksins ja ul
krav føroyinga at yvirtaka undir-
grundina. Eitt hitt drúgvasta samráð-
ingarumfar í politisku søguni efur
Heimastýrislógini var henda dag at
enda komið, og vit fingu ognar- og
avgerðarrættin til undirgrund og
møgulig råevni í henni.
HVAT nú! Flestu føroyingar eru ov-
urfegnir um hesa stóru avgerð og henda
sigur hjá føroyskum politikarum og
embætismonnum. Onkur er tó eitt sind-
ur øvundsjukur, tí tað ikki var hann ella
hansara flokkur, sum fekk hesa avtalu í
hús. Men til hetta hava vit ongar aðrar
viðmerkingar enn hana: lat okkum nú
ikki gremja okkum um hetta, men
brúka og orku og skil til at leggja eina
framtíðar kós til rættis. Tað fyrsta vit
eiga at gera er at seta fram allar
lugsandi spurningar, nú størstu forð-
ingarnar eru beindar av vegnum: hvat
vilja vit við undirgrundini, hvor skal
sleppa at gera rannsóknir og nær,
hverjar lógir og reglur skulu gerast nú
beinanvegin og er tað eina oljuvinnu,
sum vit ynskja. Kunnu vit varðveiða
okkara samfelag óskalað við bæði at
satsa uppá fiskivinnu og oljuvinnu
TAÐ er rætt, sum løgmaður sigur og
hevur sagt tað alla tíðina, at vit skulu
ikki fara undir eina oljuvinnu fyri
einhvønn pris. Fyrst mugu vit gera
okkum greitt, hvat vit vilja vid slíkari
vinnu og skapa ein lógarkarm, sum
svarar til hetta. Men nú spurningurin
um ognarrættin til undirgrundina -
mótvegis dønum - er greiddur, so skuldi
verið klárt at farið undir fyrireikingar
beinanvegin. Enn er langt á mál ul at
seta veruligan skjøtil á eina oljuvinnu,
men vit eiga nú beinanvegin at senda
følara út fyri at vita, hvørji feløg eru
mest hugað at gera kanningar.
MEN skulu vit í heila takið hava nakra
oljuvinnu. Hetta er ein spurningur, sum
fjølmiðlarnir og eisini politikararnir
eiga at taka upp og hava eina støðu ul.
Ti eiga vit alt fyri eitt at fáa í gongd eitt
alment orðaskifti um henda spurning.
Kunnu vit í heila takið forða fyri einum
slíkum útviklingi, um tað vísir seg, at
stórt oljurikidømi er her! Eiga vit at
skunda undir eina slíka vinnu fyri at
skapa arbeiðspláss og fáa pengar í
landskassan! Fer ein slík gongd at
gagna ella at vera oyðileggjandi fyri
komandi ættarlið! Finst olja og hon
verður uppbrúkt eftir kanska 30-50 ár-
um, hvat so aftaná! Kann ein oljuvinna
fáa oyðileggjandi avleiðingar fyri
fiskirikidømi og fiskiskapin. Kann hon
oyðileggja mentan okkara og sam-
felagið annars! Ella kann hon tvørtur-
ímóti vera við til at venda gongdini,
soleiðis at føroyingar aftur kunnu stød-
ast í egnum landi og ikki noyðast at
flyta av landinum í hopatali!
Allir brotsmenn
ikki eiti á!
nas Arabo, landsstýrismaður, skrivar
»usanna Dam hevur i blød-
unum endurprentað eina
grein år Børsens Nyheds-
Snara á negativa leið
Efursum eg eri nevndur ein-
ar tvær ferdir i greinini, so
streym.
Eitt sindur hugstoytt er at
síggja, at fólk vanliga
magasin, og út frá hesari ger
hon ta nidstødu, at føroy-
ingar og allarhelst politik-
arar eru nakrir meira og
minni suspektir persónar.
Ja, í yvirskrifuni nýtir hon
orðið brotsmenn.
Snaraður tíðindaflutning-
ur er ikki ókendur, og ein
journalistur, sum vil syrgja
fyri, at blað hansara verður
lisið og selt, roynir atskriva
soleiðis sum hansara keyp-
arar av blaðnum vilja hava,
at hann skal skriva. Børsens
Nyhedsmagasin må helst
hava nakrar lesarar, sum
hava eitt kolonilyndi, har
teimum dámar at lesa um
hetta landið í Norðurat-
lantshavi, sum bæði er smá-
korrupt, og har vit øll små-
snyta hvønnannan og bara
lata standa til. Vit hava sæd
liknandi greinir fyrr i hesum
bladi.
skal eg gera viðmerkingar
til tað, sum stendur og tað,
sum varð sagt. Ikki tí, tað,
sum skrivað er, er á leið tað,
sum eg segði, men eitt líuð
sindur snarað soleiðis, at
tað passar inn í eina rímiliga
negativa grein.
Í einum broti stendur, at
>Thomas Arabo fortæller,
at hann selv har været med
ul at skaffe landskassens
støtte ul 8 venners trawlere,
og at det har været kotyme,
at færøske politikere søger
at støtte erhvervslivet i de
bygder, de kommer fra«.
Tad, sum eg segdi i hasum
sambandi var, at eg hevði
hjálpt 8 ungum monnum at
fáa eitt fiskiskip til vega, og
at hesir menn komu úr
bygdini, sum eg búði í. Er
tað nakað odiøst í ti? Hetta
var fult lógligt, og eg kendi,
at hetta var mótt arbeiði
sum ungmaður fyri Norð-
gloyma, at stórur partur av tí
fiskiflota, sum kom til land-
ið í 80-unum, framhaldandi
er í vinnu. Teir stóru bát-
arnir í Barentshavinum,
uppi við Svalbard, við Kan-
ada og vid Grønland geva
hundradtals av arbeiðs-
plåssum, og tad er mangt
heim i Føroyum, sum hevur
hesum skipum at takka fyri,
at tey eru so væl fyri, sum
tey eru. Í staðin síggja vit út
til at hefta okkum mest við
tær óhepnu iløgurnar.
Spyr tey, sum liva av
gjørdu iløgunum
Vidvikjandi Heygadrangs-
málinum sá tað út til, at hes-
in ådurnevndi blaðmaður
hevði stóran áhuga fyri tí,
og har viðmerkti eg at her er
ein rættarsak, sum nokk
måtti metast sum okkara
Framhald å sidu 11
SPURNINGARNIR eru nógvir, og vit
hava skyldu til at seta teir og royna at
finna svarini. Helst vera vit ikki øll
samd, men tað, sum kemur burtur úr
einum tílíkum orðaskifti eigur at vera
tann barrlast, sum politikararnir skulu
taka við sær víðari, tá teir skulu vera
vid til at úlrættaleggja landsins framtíð.
Men hvussu og ikki, so hava vit skyldu
til at fara undir kanningar, sum skulu
siga okkum, um olja og gass er í undir-
grundini, og hvussu nógv. Mong dómi
eru um onnur lond, sum hava klárað seg
væl í einum ídnaði bæði so og so, men
dømini eru so sanniliga eisini um tað
øvugta. Latið okkum læra av roynd-
unum hjá ødrum eisini, men mest
umráðandi er, at vit sleppa at gera
okkara egnu royndir.
TAÐ er greitt, at vit í løtuni standa við
eitt sera avgerandi vegamót. Undir-
grundin er yvirtikin og hvat so. Einki er
eftir okkara tykki at ivast í, at vit i størst
møguligan mun eiga at samstarva við
danir, sum eru eitt av teimum stóru
oljulondunum við nógvum know how.
Vit eiga alt fyri eitt saman við dønum at
fáa útbúgvið fólk í oljuvinnuni. Danskir
og føroyskir myndugleikar mugu royna
at telva so, at eitt stórt tal av før-
oyingum kunnu fáa útbúgving og ar-
beiði í sambandi við oljuvinnuna
VIT eiga í hvussu er ikki at bíða nógv
leingi aftrat, men beinanvegin at seta út
í kortið. Fullkomiliga órímuligu og
næstan nykolonialistisku krøv breta um
tag
VARER
at fáa ein stóran bita av okkara øki eiga
vit at kveistra til viks og royna at telva
teir av í samráðingunum, sum vera.
Føroya fólk eigur so ella so at lata teir
bretar, sum koma higar at samráð-
ast=kreyja um ein mánað, at gera
teimum púra greitt, at krøv teirra er
nakað, sum okkum hóvar sera sera illa.
VIT eiga saman at vísa okkara andstygd
móti teirra Orimuligu ynskjum. Hóast
talan enn er um samráðingar, so átti
okkara løgting ella fyri tað politisk og
ópolitisk feløg nú í kjalarvørri av
yvirtøkuni av undirgrundini at komið
við eini ella aðrari samtykt mótvegis
bretum. Hví ikki móttmæla hesum
órímuligu krøvum, so bretska fólkið fær
at vita, at hetta er nakað, sum teirra ann-
ars fyrr so fræga grannatjóð alt annað er
fegin um.
ENN eru so ikki allar sådir syftar Nú
danir hava boygt seg, so fara bretar
møguliga eisini at gera tað, tí hesi bæði
lond eru hóast alt limir í sama fel-
agsskapi, EF, sum ikki átti at lagt navn
til ein framtíðar kolonialistiskan poli-
tikk. At bretar tá talan er um Falk-
landsoyggjarnar brúka beint tað øvugta
argumentið sum teir brúka her norðuri
átti at sagt umheiminum so mikið, at
teir, bretar, brúka allar snildir at røkka
sínum kolonialistisku málum. Teir eiga
teir ikki at sleppa.
ÞESS ER am 08:13
LE
Farid eina
Snarferð til Aberdeen
fyri einans 1.000 kr.
Stedga i Aberdeen i 30 timar
— so stundir eru bæði til at hyggja at bynum
og at gera ymisk erindi.
Vit sigla soleiðis:
Fráferð/Tórshavn:
Koma/Aberdeen:
Fráferð/Aberdeen:
Koma/Tórshavn:
Strandfaraskip
Landsins
Ferðamannadeildin
FR-700 Klaksvík
Tlf. 57.566 - 56.006
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
kl. 15.00
kl. 13.00
kl. 19.00
kl. 17.00
Strandfaraskip
Landsins
Ferðamannadeildin
FR-100 Tórshavn
TIf. 1.45550 - 1.7058