týsdagur 15. september 1992síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
orð: Dagn
Mynd: Kalmar
Fad sigur Ola Steen, arki
ckturin, sum teknadi og
hevði efurliuð, tá Norður
landahúsið var bygt í 1980-
unum, og innvigd 8. mat
1983
Ola Steen er í dag pro-
fessan við tekniska háskúl-
an á Universiteunum i
Fróndheimi.
Seinastu 14 dagarnar hevur
hann vitjað í Føroyum við
14 arkitekt-lesandi. Ein
partur av lestrarferðini var
eisini at vitja Norðurlanda-
húsið.
Húsið sera
væl varðveitt
Seks ár eru gingin, síðani
Ola Steen hevur verið í Før-
oyum seinast, og ti var hann
ógvuliga spentur at vita,
hvussu Norðurlandahúsið
virkar í dag.
Ola Steen: - Húsið er 6gvu-
liga væl varðveitt, og tað er
ein fragd at síggja, hvussu
væl tað verður umsitid.
- Tá Norðurlandahúsið
varð bygt, skuldi tað hýsa
nógvum og fjølltáttaðaum
listagreinum - uttan tó at
taka eina fram um aðra.
Tað var heldur torført at
arbeiða við, serliga tí eingin
slíkur stovur var í Norður-
londum.
Heldur ikki skuldi stovn-
urin verða ein forðan fyri at
onnur føroysk tiltøk vóru
sett í verk.
- Nú er tað prógvað, at
Norðurlandahúsið = hevur
sumbrað føroyska menta-
narlívið, eitt nú er Sjón-
leikarhúsið útbygt, Lista-
skålin verður somuleiðis í
løtuni vidkadur og t.d. tón-
leikalívið er nógv ment
semastu 10 árini, eins og til-
takið við barnadansinum í
Norðurlandahúsinum hev-
ur eisini fingið góða undir-
tóku. Eisini er mentanar-
lívið á bygd vorðið meira
virkið hesi árini. Tað stavar
- fyri ein part - kanska eisini
frá Norðurlandahúsinum
rorðing fyri føroyska
mentanarlívinum
- Fyri 10 árum síðan vóru
fólk ógvuliga ivasom, hvort
Norðurlandahúsið fór at
gagna føroyska mentanar-
lívinum. Nógv vóru bangin
fyri at tað fór at doyva
føroyingar, og at fólk fóru -
tíðindablaðið
Ola Steen, arkitektur um Norðurlandahúsið:
Vildi ikki verða
ørindadrongur
- fyri danska mentanar valdið, tå Norðurlandahúsið
skuldi byggjast. Valdi ístaðin at spyrja føroysk listafólk og
onnur fólk við, hvat tey hildu verða best fyri fóroyska
mentanarlívið. Í dag heldur arkitekturin, at hann valdi
røttu loysnina
eins og við sjónvarpinum,
sum kom um somu tíð, bert
at seta seg afturá og njóta
tað, sum Norðurlandahúsið
tór at bjóða av mentanar-
ligum upplivingum, uttan
úr heimi.
Hverjar avleiðingar fekk
tað fyri teg, at ti vann
arkitektakappingin um
VNorðurlandahúsið?
- Sum ungur arkitektur ert
tå altid bangin fyri, ikki at
fåa slika uppgåvu, sum
Nordurlandahusid, har tå
kundi nýta egnu royndir og
grundreglur.
Tað var ti ein stór upp-
gáva at gera uppskot til
mentanarhús, sum eisini
skuldi sita til umhvørvid.
- Tá vóru norskir arki-
tektar ikki so høgt í metum -
bert arkitektar í Danmark
og Finnlandi vóru kendir
uttanlanda.
- Tað, at ein norskur
arkitektur fekk hesa upp-
gåvu, økt um sjálvsvirðið
millum norskar arkitektar,
og var orsøkin til, at norsku
arkitektarnir "sluppu út úr
stovuni”, um eg so má siga.
Vildi ikki verða
grindadrongur
- Eg visti beinanvegin, at
tað ikki var nøkur løtt upp-
gáva at fara undir, serliga tí
øll Norðurlond vóru við í
byggingini, og tað skapti
trupulleikar at fáa øll
gerðarmál avgreidd í sátt og
semju.
Ég varð greiður yvir, at
tað var umráðandi at velja
bestu loysnina.
Antin bleiv eg ørinda-
drongur fyri danska menta-
narvaldið ella bygdi eg eitt
hús fyri føroyingar, og tær
listagreinar, sum her vóru
umboðaðar.
- Eg valdi seinastu loysn-
ina og skipaði arbeiðið eftir
hesum reglum, setti meg í
samband við listafólk og
onnur í Føroyum, so eg ná-
greiniliga visti, hvørji enda-
mål føroyingar vildu røkka,
við Norðurlandahúsinum
og soleiðis, at stovnurin
stóð væl til umhvørvid,
bæði so og so.
Varð fråtikin
liðugtgerðini
- Tað hevði hinvegin við
sær, at eg ikki var serliga
væl umtóktur í mentamála-
ráðnum í Danmark. Tað
endaði eisini við, at
uppgávan við
uppfylgingini, tá húsið var
liðugt og tikið í nýtslu, varð
frátikið mær.
Tað var Jacob Blegvad, kgl.
arkitektur i Danmark, sum
fekk uppgåvuna, og hana
hevur hann negnað til fuln-
ar.
Norðurlandahúsið er væl
viðfarið og nógv virksemi
er. Tað er stutt sagt eitt risa-
Nr. 174 — 15. september 1992
arbeiði, sum verður gjørt
her. Eg hugsi at eg valdi
røttu loysnina.
- Í dag er Norðurlanda-
húsið ein fyrimynd fyri
mentanarstovnar í smásam-
feløgum. Fleiri ferðir árliga
hesi árini, havi eg fingið
fyrispurningar, sum hava
havt við Norðurlandahúsið
og virksemið her at gera.
Norðurlandahúsið er
vorðið kent úti í heimi.
Hóast Ola Steen er pro-
fessari og undirvísir ungum
arkitektum, so hevur hann
enn teknistovu í Trónd-
heimi, har eini fimm arki-
tektar arbeiða.
Ola Steen og arkitektar á
teknistovu hansara hava
bygt listaskåla í Trónd-
heimi, mentanarhús fyri
ungdómin og deyvaskúla.
Hesi eru bygningsverk sum
hava fingið góða móttøku.
Fyri at byggjaListaskålan
fekk Ola Steen, Honens
Fond's heiðurslgn fyri
framúrskarandi arkitektur.
Seinasta uppgávan hjá
arkitekunum er at byggja
forngripasavn á Sverres-
borg, sum skal verða liðugt i
1995.
Hesa uppgávu vann hann í
eini arkitektakapping, sam-
an við Ragnhild Aslaksen
og Lars Chr. Koren Haug-
en.
Ola Steen: - Eg havi kens-
luna av, at hetta 10 ára tíðar-
skeiðið í arbeiði mínum,
byrjar og endar i føroyskum
uppruna.
Sverresborg er kallað upp
eftir Sverra Kongi, sum eis-
ini hevði sín uppruna í Før-
oyum sigur Ola Steen.
i