týsdagur 15. september 1992síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 174 — 15. september 1992 tíðindablaðið
Síða 13
Tillukku vid FM, Skála
Føroyameistararnir og steypavinnararnir hjá Skála. Aftast frá vinstru: Sólvá Hansen, Sóley Mikkelsen, Petra Weihe, Marjun Mikkelsen, Palma Peter-
sen, Christine Stenfors, Sonja Jacobsen og gullvenjarin Álvur Hansen. Fremst frá vinstru: Juliet Poulsen, Borglis Berthelsen, Eydbjørg Lervig, Paula
Berg Jacobsen, Diana Heinesen, Ingun Hansen og Marjun Johansen.
1. deild, kvinnur.
Skåla-HB 7-0 (3-0)
1-0: Sóley Mikkelsen
2-0: Sóley Mikkelsen
3-0: Sóley Mikkelsen
4-0: Sóley Mikkelsen
5-0: Sóley Mikkelsen
6-0: Ingun Hansen
7-0: Ingun Hansen
Eftir at havnarfeløgini øll
tey fyrstu årini, vit høvdu
fingið kvinnufótbólt i Før-
oyum, hevdi dominerad
landskappingina rættiliga,
tykjast bygdirnar nú hava
tikið ferð á seg.
Landskappingin í ovastu
kvinnudeildini er lokin, og
vinnari av henni varð Skála,
ið eisini vann FM-heitið í
1990. Silvurið endaði hesa-
ferð í Klaksvík og bronsan í
Vági.
Samstundis er hetta fyrsta
ferðin, at hvørki av havnar-
feløgunum fær medalju.
Skálakvirnur komu ovast
upp á sigursskammulin við
at vinna stórsigur á HB við
ikki færri enn sjey málum.
Í dystinum útmerkaði
Sóley Mikkelsen seg við at
skjóta heili fimm mál upp á
stripu — fimm tey fyrstu
málini. Tey tvey síðstu
skjeyt Ingun Hansen.
>The Double«
Fyri nøkrum vikum síð-
ani varð finalan í steypa-
kappingini spæld millum
I Sk
Tvifaldur sigur
5
Mynd: Absalon Hansen
la-kvinnur
tvey feløg uttan fyri Havn-
ina — Skála og VB. Ta final-
una vann Skála eisini, og
sostatt hava kvinnurnar av
Skála vunnið >The Double<
í ár.
Taðhevureinkikvinnulið
gjørt áður.
Hesaferð varð spenning-
urin í toppinum sera spenn-
andi, tí undan síðsta dyst-
inum, ið annars skuldi verið
spældur fyri viku síðani, lá
VB framman fyri Skála.
Liðini vóru jøvn í stigum,
men VB hevði betru málúr-
tøkuna. Aftan fyri tey lá so
KÍ, ið hevði eitt stig minni,
men nógv ta bestu málúr-
tøkuna av teimum trimum.
Máttu avgera sjálvar
Sum stødan var undan
dystinum leygardagin, var
eingin hjálp hjá Skála at fáa
frå nøkrum ødrum
Livsneydugt var hjå bædi
KI og VB sjålvum at vinna
sitt, Øg ti var bert ein brúki-
lig uppskrift hjá Skála, og
tað var sigursuppskriftin
Neyvan var tó hugsandi,
at Skála fór nógv annað enn
at vinna á HB, men eingin
veit
Í hvussu er hevði FSF
undan dystinum gullið og
bronsuna í Klaksvík og silv-
urið á Skála, men tá tað vísti
seg í hálvleikinum, at Skála
var á odda 3-0 móti HB, og
KÍ hevði lagt seg á odda 1-0
móti VB, varð farið yvir um
Leirviksfjørd við gullinum,
so skålakvinnur kundu fåa
tað handað eftir dystin.
Hetta vísti seg eisini at
vera rætta avgerðin, og eftir
sigurin á Skála handaðu
Jákup Simonsen og Malan
Mohr gullmedaljumar á
Skála, meðan silvurið nak-
að seinkað kom norður til
Klaksvíkar.
Ikki sterkt HB-liå
Talan var ikki um eitt so
øgiliga sterkt HB-lið, ið fór
inn á Skála at spæla móti
steypavinnarunum. Helga
Ellingsgaard, Sigrun Mikk-
elsen og aðrar, ið eru farnar
niður eftir summarsteðgin,
vóru ikki við, og tí kundi
Álvur Hansen, venjari hjá
Skála satsa eitt sindur meira
álopskent.
Tað varð gjørt við Sóley
Mikkelsen heilt frammi, og
tað gav eisini úrslit, tí hon
bankaði sum nevnt tey
fyrstu fimm málini inn, áðr-
enn Ingun Hansen tók sær
av teimum tveimum síðstu.
Men kortini var ikki bert
sum at siga tað, at skula
syfta HB. Málverjin Eyvør
úr Dímun stóð ein sera góð-
an dyst, og við fleiri stór-
bjargingum avmarkaði hon
í roynd og veru tann framm-
anundan stóra sigurin hjá
skálakvinnunun..
Tá Skála va; komið á
7