týsdagur 15. september 1992síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 22
Asbjórn Joensen, tingmaður:
Tvingandi neyðugt við
skilagóðum sparingum
innan sjúkrahúsverkið
-men smáu sjúkrahúsini kunnu ikki skerjast meira, um hesi
skulu virka sum sjúkrahús. Tann bygnaður, ið
Havnarsjúkrahúsið stendur fyri, er skipaður sum sjúkrahús
við útbúgving fyri eygað, hetta er heilt við síðuna av tí
rímuliga skrivar Asbjórn Joensen, tingmaður fyri
sjálvstýrisflokkin í Norðoyggjum í greinini.
Sum vanligt er, so hevði
málgagn javnaðarmanna
skemtitekning á baksíðu
blaðsins fyri leygardagin
tann 29.8.92.
Nú var tað Heini O.
Heinesen, sum varð tekn-
aður sum David Crokket,
og segði teksturin okkum
frá orsøkini, ið var hon, at
hesin sum tann ålitismadur
hann er, á tingi royndi at
verja ágangin á sjúkrahús
okkara; tøkk enn eina ferð
fyri tað, Heini, har er tú
mótvegis onkrum ongin
svíkur.
Tað at ágangurin kom at
verða bæði stórur og álv-
arsamur við fólkaflokkin-
um sum leiðandi í landsins
leiðslu var væntandi.
Hesin flokkur hevur um
ikki fullmannadur, roynt
sítt besta fyri at beina fyri
smærru sjúkrahúsunum.
Fyrst við eini roynd at til-
laga føroysku sjúkrahús
lógina, Havnarsjukrahus-
inum til fyrimuns, tå hugsað
verður um stýrini, næst vid
landsstýrisins ágangi, tað
verið seg við visitatións-
nevnd, og setan av fólki
burturav at skapa innanhýs-
is trupulleikar, fyri at for-
koma bygnaðinum á teim
smærru sjúkrahúsunum.
Grunda á avmakt javnað-
armanna bendir nógv á, at
hetta skal eydnast. Sjúk-
lingurin verður hann, ið
offur verður fyri mistakin-
um.
Birgir og Finnbogi
Tann politiska stjórnan hjá
foikaflokkinum, Birgir
Dnielsen, hevur saman vid
orkrum flokshvølpi, roynt
at ført seg fram í hesum
máli, uttan at hetta hevur
prógvað stórvegis kunn-
leika tl sjúkraúsverkið,
men meira eitt hugflog um
fløgur.
Eisini bendi alt á, at hesin
sami hevur mist burtur allan
proportiónssans, við på-
standinum um, at 3-4 lækn-
ar å bygd kundu tilonkis-
gerata gonguna av læknum,
53 i tali ella fleir, å Havnar-
sjúkrahúsinum.
Er nakað um hetta, tá átti
Asbjørn Joensen, ting-
maður: -Sjúkrahús-
bygnaðurin í Føroyum
er alt ov stórur sam-
anbera vit við
sjúkrahús aðrastaðni
tað at givið monnum nakað
at hugsað um í hesum spari-
tíðum.
Havi sæð onkur fólka-
floksfólk her í økinum
spjálkað nakað við pennin-
um, í eini roynd at koma
hesum sjúkrahúspartinum
ti hjálpar. Hesi tæna sjálv-
andi málinum best við at
viðgera spurningin innan-
flokka, hetta hevur floksfe-
lagi teirra Jógvan viðKeldu
eisini roynt. Urslitið kenna
vit, men nakað spurðist tó
burturúr, hann fekk skó-
makaratænastuna til
sjúkrahúsið, mongum til
gagns.
Alt bendir nu å, at annar
flokkur hevur tikid tåttin
upp, og vild dystast um
sjúkra-húsverkið. Við ora-
toriska åganginum hjá
Finnboga Arge úr sam-
bandsflokkinum í huga, nú
løgmansrødan var til við-
gerðar, fingu vit hetta
prógvað
Men eisini hjá honum er
tað her peningailøgan, ið er
tað avgerandi, ella er tað nú
tað? Man tað vera sami
fjáltur, sum kom á hinar
tingmenninar úr suður-
streymi, Jákup og Jóannes,
ið kemur til sjóndar. Rætt
hava hesir í, at tað er óhepp-
ið at skera burtur nakrar av
hesum 800 daglønunum í
teirra valdømi, um val
skuldi staðið fyri durum.
Eisini er at hava í huga, at
eftir føroysku býtisskipan-
ini, tá tilkemur rætturin til
iløgur fyrst Havini, tí er tað
órímiligt, fyri tað meinings-
leyst, at byggja út á Tvør-
oyr.
Hesin góði sambands-
maðurin Finnbogi Arge
eigur saman við fleiri at
hava í huga, at tá talan er
um iløgu á økinum, tá
hava vit norðoyingar bygt
okkara sjúkrahús á tað
stødi, forfedrar okkara
løgdu í 1800 talinum.
Tann útbygging, ið gjørd
er síðan, er bygd við 50%
donskum peningi og hin-
um 50% vid peningi, sum
nordoyingar og fyri tad
suduroyingar sjålvir hava
framleitt i hesum safelag,
og ikki við einari krónu,
sum Havnin hevur ment
hetta samfelagið við.
Takka vit dønum fyri
teirra stuðul, tilkemur
resttøkkin bert norðoy-
ingum sjálvum.
Ødrvisi verður orðalagið
um vit skulu umrøda Dr.
Aleksandrines hospital,
bygging og rakstur av hes-
um.
Møsn
Alt møsn um tad skilag60a i
centraliseringini eru tómir
pástandir, slík viðurskifti
hava sakkønir kannað, við-
gjørtog ritað um í tíðarritum
teirra, tí decentralu skipan-
ini ul fyrimunar. Tað er tå
ongin orsøk til at ødrvisi
skal vera hjå okkum.
Bílagdar kanningar úr
Havn hava rímiligt ikki á-
huga.
Her er soleiðis talan um
tað kenda harrafólkalyndið,
ið alsamt fleiri og fleiri ting-
menn tykjast fáa eyga á,
tíbetur.
At tíðirnar eru trongar, og
at tað tá verður drigið í reið-
ur, er bert rímiligt, og var
hetta eisini orsøkin til enn
eina gølu við Havnar sjúkra-
hús.
Fólkamúgvan og rødan
frá tinganestrappuni, saman
við verbalum tilfari, váttaði
týðuliga, at talan var um tað
óhepna í, at 100 fólk fóru úr
vinnu, og tá mistu neyðugan
vinning til uppihald.
Tað var ikki tann hvíti
skarin á sjúkrahúsinum, ið
kom ti orðanna á hesum
trappufundi, hesin váttaði á
annan hátt, at hevði talan
verið um ávirkan á sjúkra-
viðgerðina, tá vildu teir
gjørt vart við seg, hvat ikki
varð.
Tað er at harmast um, at
landsstýrismaðurin var so
klossutur í síni atsókn mót-
vegis hesum astronomiska
stovni, ið onga meining
hevur í hesum pinkusamfe-
lag.
Royna vit at samanbera
við øki lík okkara, tá sær
nakað soleiðis út:
Tórshavn:
Yvirlæknar = 28+4= 32
aðrir læknar 21
Konsulentar 0
Læknar íalt 53
Klaksvík 5
Tvgroyri 3
Ialt 614 -3til 45.000 fólk
Helsingør:
Yvirlæknar = 10
Konsulentar 2
Íalt 12 yvirlæknar *
hjálparlækn. til 60.000 fólk
Bornholm:
Yvirlæknar = 13
Ko isulentar 5
Talt 18 yvirlækn. +
hjålparlæknar til 50.000
fólk, á sumri fýrafalt
Grønland:
Y virlæknar 5
til 50.000 fólk
Ongin kann vid hesum
tólum koma til aðra nidur-
stóðu enn hana, at bygnað-
urin her á landi er ovmikið
stórur.
Kunnu ikki -
skerjast meira
Smáu sjúkrahúsini kunnu
ikki skerjast meira, um hest
skulu virka sum sjúkrahús,
onki annað hevur nakra
meining, tí hesi virka væl.
Tann bygnaður, ið Havn-
arsjúkrahúsið stendur fyri,
er skipaður sum sjúkrahús
við útbúgving fyri eyga,
hetta er heilt við síðuna av tí
rímuliga.
Vóru vit 450.000 kundi
hetta komið upp á tal, um
peningur var tíkur, men
slettis ikki nú sum fíggjar-
stødan er. Tað verður so-
leiðis av álvara neyðugt við
niðurskurði, tað er eyðsæð,
men hetta má gerast við
skili.
Ni vita vit, at eitthvørt ul-
tak, ið gjørt verður, tíverri
bert mennir vinnuloysið.
Tað øvugta var tað ynski-
liga. Neyugt er tí at kanna
slík tuiltøk í hvørjum ein-
støkum føri.
Ein nidurskurdur vid 10-
20 læknum á Havnarsjúkra-
húsinum hevði soleiðis havt
stóran effekt, um hugsað
verður í krónum. Hesir
læknar hava eisini munandi
betri møguleika fyri at liv-
bjarga sær aðrastaðni í sam-
felagsskipanum her ella
burturi enn rgktarin, vaski-
konan ella arbeiðsmaðurin.
Vit kundu fyri hesar
læknar givið 50-100 fólkum
úrtgku, eisini innan sjúkra-
húsið. Tað vildi gagnað al-
mikið, meðan ongin missur
varð í teim 10elía fyri tað 20
læknunum, tá hugsað verð-
ur um vidgerdarstøduna.
Spurningurin kundi ti
verið áhugaverður um,
hvussu hvussu nógvar vakt-
berandi yvirlæknar vit hava
fingið til Havnarsjúkra-
húsið, eru ikki allar broyt-
ingar bert normerað til yvir-
læknar, við teim rættindum
har hoyra til?
Hvat hava vit spart innan
unglæknaskipanina, hesir,
ið lønarligakosta meira enn
yvirlæknin?
Takast yvirlæknarnir við
stórvegis meira enn at røkja
teirra privatpraksis innan
sjúkrahúsverið?
Um ein kannar eftir
hverjir konsulentarnir eru
við umrøddu sjúkrahús, tå
eru vit eisini av leið.
Hesir læknar innan oyra-,
nasa-, háls- og eygnasjúkur
saman við mikrobiologi-
odontologi og pædiatri hava
vanliga sítt dagliga yrki utt-
anfyri sjúkrahúsið í egnu
fyritøku.
Tad at vit av serligum or-
søkum i síni tíð hava verið
noyddir til verandi skipan,
kann verjast, men at halda
fram við at knýta arbeiðs-
medic. til føroysku fíggjar-
lógina, er heilt óhoyrt og
meiningsleyst.
Her koma vit sanniliga
aftur til fyribrigdið at draga
í reiður til onga nyttu.
tíðindablaðið B | s É | | | ri ] Nr. 174 — 15. september 1992
Føroyar - Helsingør
Hvør er so kostnadurin fyri
hendan skeiva bygnaðin!
Verður kannað eftir okk-
ara fíggjarlóg, tá sær soleið-
is út:
Sjúkrahúsið
í Havn 215,0 mill.
Sjúkrahúsið
í Klaksvík 40,4 mill.
Sjúkrahúsið
á Tvøroyri 24,9 mill.
Ríkissjúkra-
húsið 27,5 mill.
Íalt 308.0 mill.
Fyri at samanbera eru tøl
fingin fyri sjúkrahúsið í
Helsingør, ið er skipað í
fýra eindum, kirurgisk-,
medicinsk-, narkosu- og
røntgendeild.
Rakstrarkostnadurin fyri
hetta sjúkrahús, ið sum upp-
tøkuøkid hevur 60.000 i-
búgvar, er 135 mill. kr.
Nakað av innleggingum
verdur goldid av Amtinum,
tá talan er um nýtslu av ødr-
um sjúkrahúsum, og kann
hetta helst samanberast vid
nakað av okkara gjald til
Ríkissjúkrahúsið.
Um vit vilja tað ella ikki,
so hvørki er ella verður tað
gjørligt at framleiða okkum
úr trupulleikunum, teim
fíggjarligu trupulleikunum,
vit eru i, sjálvt ikki poten-
tialid hjá løgmanni skapar
nakra vón.
Tað er tí tvingandi neyð-
ugt við skilagóðum sparing-
um eisini innan sjúkrahús-
verið.
Asbjørn Joensen
Hammond orgul
til solu.
TIf. 16668
Hús á Toftum
til solu við at yvirtaka láni i húsinum.
TIf. 48821.
Eykaaðalfundur
verður í hølum felagsins 23. septemb-
er kl. 20.00.
Skrá:
1. Stoðutakan til låntøku.
2. Ymiskt.
S. 8 K.
|
| ILLS