Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 176 — 17. september 1992 tiðindablaðið sosialurin Sida 3 - Eg helt tað vera best fyri Starvsmannafelagið, at eg legði frå mær, tí eg fekk ikki arbeiðið at virka, sigur Hartvig Hansen, - sumt segði seg úr formanssessinum Kreppan í Starvsmanna- felagnum er framvegis 6- loyst. Felagið hevur hvorki formann ella næstformann. Tá Øssur Winthereig legði frá sær sunnudagin, kom fyrst tiltakslimurin Ingrid Jensen í nevndina. Týsmorgunin fór Hartvig Hansen, og tá kom tiltaks- limurin Erland Jacobsen inn. Henda nevndin helt fund týsdagin seinnapartin. Av tí at formaðurin hevur sagt segfrá í ótíð, kundi nevndin skipa seg við formanni fram til næsta aðalfund. Men eingin av teimum fimm vildi átaka sær at vera for- maður. Heldur ikki næstfor- maður. Tí varð avgjørt at kalla inn til eykaaðalfundar. Tað var í gjár enn ikki greitt, nær hesin eykaaðal- fundur kann verða. Fund- urin kann kallast inn við 14 daga ávaring, men sambært lógini skal uppstillingin til formanssessin verða liðug, áðrenn fundurin verður hildin. Henda spurningin er nevndin farin at greiða sam- an við sakførara sínum. Tað hevur verið nevnt, at spurningurin um avtalur á arbeiðsplássum um at frí- ganga sum løn var orsøkin til leiðslufráfallið í Starvs- mannafelagnum. Men tað er ikki øll frågreidingin. Dropin - Tað var bara tann viðgitni dropin, ið fekk bikarid at flóta yvir, sigur Hartvig Hansen. Hann er harmur um tað, ið hent er. Hann dugdi bara ikki at finna aðrar útvegir fyri at geva felagnum møguleikan at virka, sjálvt um hann er greiður yvir, at hetta ikki var serliga gott fyri felagið.. - Vit hava leingi havt samstarvstrupuleikar í nevndini. Tað var íkki nøkur personlig m6tstøda, men meira ymisk uppfatan av, hvønn fakfelagspoli- tikk, felagið skuldi hava, sigur Hartvig Hansen. Hann hevði leingi um- hugsað at lagt frå sær, tå Øssur Winthereig sunnu- dagin fór frå. Persónlig ill- stóða var heldur ikki mill- um teir báðar, men tað var einki dulsmál, at teir vóru ymiskir. Mánadagin gjørdi hann eina roynd at fáa felagið at virka, men hann skilti, at tað megnaði megnadi hann ikki, og so helt hann einki vera al gera enn at fara. - Eg helt tað vera best fyri felagið. Týsmorgunin var hann á skrivstovuni fyri seinastu ferð sum formaður og læt - lyklarnar frå sær. Frigongan Sum áður nevnt var tað spurningurin um frígong- una, 10 fekk samstarvid heilt at stedga. Hartvig sig- ur sina hugsan ver, at tad skuldi standa limunum fritt, um teir vildu sjålvir, at halda fri cin ella tveir dagar vid ongari løn. Sjålvandi treytað av, at tað ikki vórðu hótt til tað, ella at hótta var við ødrum uppsagnum. Hann veit um, at tey á onkr- um arbeiðsplássi í sátt og semju hava funnið útav hes- um. Avgerðina hjá starvs- fólkunum í Tinganesi um at halda frí nakrar dagar við ongari løn, visti eingin í Starvsmananfelagnum um, fyrr enn nevndin læs um avgerðina í Sosialinum. Nevndin stóð málleys. Álit- isfólkini í Tinganesi høvdu fingið sama bræv, sum øll onnur álitisfólk hevdu fingið, og sum nevndin gll kendi, at tey ikki máttu gera slíkar avtalur, hótt til tað, sigur Hartvig. Hann heldur seg vita, at landsstýrið hevur slept ætlanini um, at øll skulu friganga nakrar dagar. I stadin verdur næsta år skarvað av størvum, sigur hann. Ikki lætt - Tað var ikki nøkur løtt avgerð hjá mær at leggja frá mær, men eg visti eingir onnur ráð. Eg gjørdi tað fyri at geva ødrum møguleikan at fáa felagið at virka, sigur vórðu tey Hartvig. Hartvig Hansen tók við sum formaður í Starvs- mannafelagnum, tá undan- farni formaðurin, Erhard Jacobsen, tveitt frá sær í de- sember 1990. I februar 1991 varð hann valdur til formann. Meira fólk á skrivstovuna Eitt annað mál, tey hava verið ósamd um í nevndini, var hvussu skrivstovan skuldi virka. Hartvig sigur, at skrivstovuni hevur van- tað fólk fyri at virka. Hetta hevur m.a. havt við sær, at limirnir ikki hava fingið neyðugar upplýsingar. Starvsblaðið er ikki komið út, og innanhýsis brævið til álitisfólkini heldur ikki. Hartvigsitur i nevndini fyri arbeidsloysistrygging- ina. Har var hann å fundi i gjår, ti hvørki hann ella onnur høvdu havt stundir til at viðgera spurningin, um hann skal halda fram. Í hesi nevndini umboðar hann tey fastløntu, og tað er lands- stýrið, ið valt hann hevur. 23 ár í sama starvi Aðrenn Hartvig Hansen varð valdur til formann í Starvsmannafelagnum, arbeiddi hann sum maskin- maður á Landssjúkrahúsi- num. Tað starvið hevur hann havt í 23 ár, nú hevur hann farloyvi. Hann væntar ikki, nakrir trupulleikar verða at fáa starvið aftur, tí har hevur hann altíð havt góð viðurskifti. ysdagin Hartvig Hansen plagdi eisini at vera talsmaður, tá fakfeløgini hava tikið seg saman um ávís mál at viðgera Men í fyrsta umfari fer hann at halda frí eina tíð. Hann eigur nakrar vikur eftir av summarferiuni, nógvar frigongudagar átti hann á Landssjúkrahúsi- num, tá hann fór. Eisini arbeiddi hann leingi fyri onga løn fyri Starvsmanna- felagið ta fyrstu tíðina. Tað væntar hann at fáa samsýn- ing fyri. randi Nýkomið í ferðsluna, eitt lítið barn sum eg, má líta á at tit vaksnu trycia mín skúlaveg Maktadi tað ikki | Framvegis fongslaður Maðurin, sum fyrst í august mánaði varð tikin fyri siða- misbrot, er varðhaldsfongsl- aður tvær vikur aftrat Føroya Rættur avgjørdi týsdagin, at ein 60 ára gamal maður, sum 5. august varð handukin fyri sidamisbrot, skal sita tvær vikur aftrat Hetta er triðja ferðin varðhaldsfongslingin verður longd tvær vikur í senn. Maðurin er skuldsettur fyri misbrot móti gentum undir 15 ára aldur. Hetta er eitt sera umfatandi mál, og tað tekur sína tíð at gera kanningar og avhoyringar, sigur politiið. Taðer ikki vanligt í slíkum máli at fongsla ein mann so leingi. Mis- brotini eru framd gjøgnum fleiri ár. randi Kekksvik Politiið í Havn hevur tikið nakrar ungar dreingir, sum hava skrivað út stolnar kekk- ar fyri tilsamans stóra upp- hædd Týsdagin avhoyrdi kriminalpolitiið nakrar dreingir, undir 15 ára aldur, í sambandi við svik við kekkum. Politiid veit um tvey kekkhefti, id stolin vórðu í apríl mánaði. Dreingirnir havaskrivað fleiri kekkar út, smærri og stórri upphæddir. Nakrir av kekkunum hava havt áljóðandi 1000-1500 krónur. Dreingirnir hava ongar trupuleikar havt vid at nýta hesar kekkarnar at gjalda við, sjálvt um dreingirnir vóru so ungir, sigur politiið. Onkrir dreingir aftrat skulu avhoyrast í hesum málinum. Av ti at dreingirnir eru undir 15 ára aldur, kunnu teir ikki revsast. Men teir verða kravdir eftir pengunum, teir hava svikað fyri. Í slíkum fórum royna foreldrini ofta at gjalda, um tey eru før fyri tað, fyri at hjálpa bórnum sínum, at tey skulu sleppa av vid skuldina. Sjålvt um tey ikki gera tað, sleppa børnini ikki av vid skuldina. Um tann, sum mist hevur, javnan ger vart við kravið, sleppur tann ungi ongantíð frá tí og sleppur at gjalda, tá hann ein dag eigur nakað at gjalda við. randi Tikin á songini Gjáramorgunin var politiið í Havn tíðliga úti. Teir vóru heima hjá tveimum fólkum, sum vórðu tikin við á støðina og sett í klivan. Hetta vóru tvey, sum ikki høvdu møu í fútarættinum fyri eini viku síðan, tá tey høvdu fingið boð um at meta. I koivanum sluppu tey at bíða og fáa særein blund aftrat, til fútarætturin læt upp. Fyrrapartin var politiid eftir onkrum afrat, ið held- ur ikki hevdi aktað bodini um at meta i fútarættinum. randi i el