hósdagur 17. september 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 176 — 17. september 1992
2
Sida 7
A Bygningssnikkaravirkinum arbeida 18 mans:
Her gongur væl
-eingin trupulleiki at vera kappingarførir vid útlendskar vørur.
og eingin meining i at seta lønina nidur, sigur Vilhelm M.
Johannesen, stjóri
Á Bygningssnikkaravirk-
inum við Smyrilsvegin í
Havn arbeiða 18 mans, og
allir hava úr at gera.
Byggivinnan hevur ann-
áars ikki havt tað so gott
seinastu árini, men kortini
ietur Vilhelm M. Johanne-
sen, stjóri, væl at.
-Tað hevur ikki verið
neyðugt at siga nøkrum
upp vegna ov lítið arbeiði
hesi seinastu árini. Tá
arbeiði fór at minka, fóru
vit at byggja út. Vit høvdu
leingi ætlað at bygt uppí
virkið, men vit bíðaðu sum
longst. Tá minni var at
gera við ødrum kom tað
væl við hjá okkara egna
fólki at fara í gongd við
útbyggingina av okkara
egna virki, og sostatt hevur
tað eydnbast at hava alt
fólkið í arbeiði, sigur Vil-
helm M. Johannesen, sum
nú hevur fingið 600 fer-
metrar stóra goymsluhøll
aftrat.
Væl útgjert
Bygningssnikkaravirkið
er væl utgjørt vid maskin-
um, og Vilhelm letur sera
væl at teimum fólkum,
sum har arbeida. Umframt
vanligar snikkaravørur
hevur hann eisini rættiliga
stóra framleiðslu av skriv-
stovuútbúnaði.
Teir hava latið nógv av
útbúnaði til bæði privatar
og almennar skrivstovur.
Alt hetta hava føroyskir
arkitektar teknað, og alt er
framleitt i Føroyum. Kort-
ini ikki alt å virkinum vid
Smyrilsvegin. Vilhelm M.
Johannesen sigur, at teir
eru ikki bangnir fyri at
samstarva vid onnur. Fleiri
ymiskir og ikki minst
evnarikar arkitektar hava
verid uppi i leikinum, og
millum annað stálarbeiði,
er gjørt ymsastaðni i bý-
num.
Kappingarførir
Snýr tað seg um somu
dygd er eingin trupulleiki
at kappast við útlendskt,
heldur Vilhelm fyri og
leggur aftrat, at teir higartil
hava tikið sær av ávísum
uppgávum teir hava fingið
í samband við skrivstovu-
útgerð. Men nú er ætlanin
at fara eitt stig longur.
Ætlanin er at framleiða
skrivstovuútgerð at hava á
goymslu og til tess at sýna
hetta fram, fara teir nú at
gera eitt framsyningarhøli,
so fólk kunnu koma at
velja sær tað, tey hava
brúk fyri.
Sum einasta virki í land-
inum hava teir fingið góð-
kenning fyri brandhurðar
sínar, og hesar gera teir
nógvar av. Eisini á hesum
gki er Bygningssnikkara-
virkið kappingarført við
útlendskt, sigur Vilhelm.
EF-limaskap
Men hóast Vilhelm M.
Johannesen letur væl at
sum er, sigur hann seg ikki
vera í iva um, at best hevði
verið, um vit gjørdust
limur í EF.
- Vit høvdu tá verið betur
fyri enn vit eru í dag.
Millum annað fingu vit ok-
kara råvøru, sum vit keypa
úr ymiskum heimspørtum,
væl bíligari.
Vilhelm M. Johannesen
er ikki bert eigari og stjóri
av Bygningssnikkaravirk-
inum. Hann er eisini for-
maður i Føroya Hand-
verksmeistarafelag. Hugs-
ar hann i samband vid EF
fyrst og fremst um sitt
egna virki?
-Nei um føroyskt hand-
verk og vinnuliv yvir-
høvur. Eg mæli Føroyum
til at taka ímóti EF-lima-
skapi vid opnum ørmum.
Hetta er min persónliga
meting, tí tað hevði komið
millum gðrum øllum
heimaidnadinum sera væl
við, sigur Vilhelm M. Jo-
hannesen.
Heimamarknaðurin
Vilhelm M. Johannesen
heldur, at vit kundu fingið
meira burtur úr at framleitt
til heimamarknað.
-Kanska okkurt í sam-
band við lættan ídnað til
útflutnings, men hetta
Skulu vit ikki yvirmeta.
Maskinurnar í granna-
londum okkara koyra eins
skjótt sum okkara, og
fólkið har hevur fingið
sama skúla sum okkara, so
trupult er at kappast í
útflutningi, sigur Vilhelm.
Longri arbeiðstíð
Tað hevur mangan verið
frammi, at føroyska lønar-
lagið er ov høgt, og at vit ti
hava ilt við at vera kapp-
ingarførir.
-Lønirnar hjá arbeiðs-
monnum og handverkarum
í Føroyum eru einki ov
høgar. Fólk kunnu rætt og
slætt ikki liva av minni, og
vóru lønirnar settar niður,
hevði tað havt ólukkuligar
fylgjur. Teir menn, sum
tala um lgnarniðurskurð
vita ikki hvat teir tosa um
Tað er fáfongd, heldur
Vilhelm, men hann heldur
hinvegin, at arbeiðstíðin
kundi verið økt upp í 42
ella 44 tímar um vikuna,
uttan at lánin skuldi fylgt
við.
-Hvgr einstakur tími
hevði tá verið virkinum
bíligari, og vit høvdu klára
at framleitt enn meira. Vit
mugu arbeiða okkum úr
kreppuni. Vit sleppa ikki
úr nakrari kreppu bert við
at spara, sigur Vilhelm M.
Johannesen á Bygnings-
snikkaravirkinum við
Smyrilsvegin í Havn.
tór.-
Virkið er sera væl
útgjórt við maskinum, og
fólkið er ikki minni gott,
sigur Vilhelm M.
Johannesen.
høgrumegin á myndini,
sum Kalmar hevur tikið.
Nú lýsir BRF 4014 fermetrar í IDE-húsinum til
leigu. Mynd: Kalmar
BRF sóknast
eftir góðum
hugskotum
Danska Kredittfelagið BRF heldur tað ikki vera
nakra sum helst idé at lata IDÉ-húsið framhaldandi
standa nærum tómt. Sum er leigar postverkið part av
húsinum, og ein lítil matstova er har eisini, men enn
eru nógvir fermetrar, sum standa tómir.
BRF keypti IDÉ-húsið tá tað ikki longur kundi
klára sínar skyldur, og hevur roynt at finna ein
keypara til tað, men higartil utan úrslit.
Tí roynir BRF nú møguleikan at fáa onkrar at leiga
seg inn í húsið. Um hetta lýsir BRF í blødnum. 4014
fermetrar standa tøkur fyri millum 800 og 1200
krónur fyri fermeturin í leigu.
Søren Møller Damgaard á BRF sigur, at felagið
hevur havt IDÉ-húsið á sølulistanum síðani teir
keyptu tað, men tá tað frættist, at nýggja rúsdrekka-
sølan leitaði eftir høli til goymslu og útsglu, valdi
BRF at bíða eftir hesum úrslitinum. Millum annað tí
tað eisini hevur verið upp á tal, at postverkið skuldi
umsita risdrekkasøluna. Tá postverkið leigar har
frammanundan, hevði ligið væl fyri at havt rús-
drekkasgluna har eisini. Men hetta varð so av
ongum, og tí tekur BRF nú hetta stig, sigur Søren
Møller Damgaard.
- Vit hava ikki hugflog til at siga, hvat vit sjålvir
vilja brúka húsið til, men tað vóna vit, at onnur hava,
sigur Søren Møller Damgaard, sum heldur, at húsið
er sera væl egnað ul ymisk endamál. Hann minnir á,
at ovara hæddin er eitt stórt rúm, øll sum hon er,
men væl ber til at býta hana sundur í smærri rúm
Søren Møller Damgaard sigur, at BRF hevur ikki
líknandi ætlanir við onnur hús teir eiga í Føroyum
Hesi eru smærri virkir, og ikki so væl egnaði til
tílíkt.
Einaferð hevði BRF nógvar fyrispurningar úr
Føroyum um lán, men í dag liggur eingin umsókn úr
Føroyum á borðinum hjá daska kredittfelagnum
tor.-