hósdagur 17. september 1992síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
GULL TIL SOSIALIN! HESA A |
-EINASTA FØROYSKA |
BLAÐ 5 FERÐIR |
UM VIKUNA!
Minningarorð um
Jens Andreas
Hansen
Jens Andreas var kollfirðingur, sonur Jóannes og
Esmalenu. Jens Andreas vaks upp í ringum tíð-
um. Sum flestu føroyingar fór Jens A. til skips 14
ára gamal. Hann sigldi við ymiskum skipum, t.d.
Hjørdis, Signhild, Eydbjørg, Stellu Argus,
Staksafossi og ødrum.
Jens A. legðist upp á land í 1952, og fór at arbeiða
hjá Pf. Langasandi. Har var hann í 25 år. Nógv
fólk vitjaðu á Langasandi. Jens A. var nemmur at
koma í kontakt við, so har kom hann at kenna
nógv fólk, og altíð hevði hann tíð til eitt prát, og
altíð visti hann onkra góða søgu, so tey, sum komu
at keypa, fingu altíð okkurt stuttligt aftur til hús
við sær.
Tá arbeiðsdagurin var liðugur, fór Jens A. sum
regul í bátin at fáa okkurt til matna, tí innlegu-
maður var hann av teimum bestu. Døgurdamatur
manglaði ongantíð so leingi sum heilsan var.
Jens A. var vaktarmaður á skipum, sum lógu við
kei í Kollafirði, tí at her lógu nógv skip um jólini.
Tað lógu onkuntíð 12 skip her, sum hann helt
vakt á, og teir menn, sum lótu skipini upp í hend-
urnar á Jens A., vistu at tey vóru í góðum hond-
um
Tað var mangan, at hann fekk vitjan av fólki um
kvøldarnar, ti at tey vistu, at har tú var, var altíð
okkurt stuttligt at frætta. helst vóru tað ung fólk,
ið dámdu væl at lurta eftir tær, tá tú fortaldi søg-
ur frá gomlum døgum. Tað var stuttligt at hoyra
hann siga frá, so vit hevdu mangar hugnaligar
letur saman, tí hann dugdi sera væl at siga frá.
Tað var ein dyggur smeitur fyri hann, tá hann
misti konuna. Hon var ein trúgvur stuðul hjá hon-
um. Fyri einum ári síðani bleiv Jens A. sjúkur,
men hann misti ikki mótið, men var altíð í góðum
lag, og altíð var hann skemtingarsamur.
Tað kundi verið nógv at skriva um ein mann,
sum hevur livað í so mong ár, men tað letur seg
ikki gera í eini blaðgrein.
Við hesum fáu orðum lýsa vit frið yvir pápa og
verpápa.
Dóttur og svigarsonur
Lýsið í Sosialinum
HALDIÐ SOSIALIN
OG SPARIÐ HELVTINA
Í MUN TIL
LEYSASØLUNA
Blindastovnur Føroya
hevur opið mánadag —friggjadag kl. 9—16.
Telefonir: 18222 og 19288.
SS
—
eru altíð til reiðar at spæla til veitslur og
annað.
Tif. 13961
|
Í
i
i
|
Í
Í Parry (Robin Lykilin til teirra
| Williams), fyrrverandi bjarging er at hjálpa |
| professari i Søgu, livir í Parry við al koma 1 |
síni egnu verð, fyri at Samband við Lydiu
flyggja undan síni ingu = (Amanda Plummer).
b
Fisher King
fortíð. Heimur hansara
er samansettur av
øgiligum riddarum,
midaldarborgum og
ungmoyum i neyd.
Parry gongur i skuggan
um i New York, men
hann hevur eitt ridd-
aramál.. Hjá Jack
Lucas (Heff Bridges)
gekk einaferð væl.
Hann er ein ráur og
harðrendur discjockey.
Menn verumáti hansara
fellir hann niður í eina
tilveru, hann ikki visti
var til. Hann er fátækur
og hevur hvørki mál
ella mið, men so kemur
tann eymliga Anne
(Mercedes Ruehl), sum
heldur, at hon kann
hjálpa Jack aftur á føt-
ur. Jack hevur tó mist
lívshugin og hevur av-
gjørt at taka seg av
døgum. Men beint sum
hann er við at fara hið-
ani, kemur Parry og
bjargar honum. Teir
báðir gerast sera góðir
vinir. Parry tørvar kær-
leika. Jack tørvar vón-
ina.
Lydia er ein einsamøll
kvinna, sum Parry sær
upp ul. Hann eygleidir
hana, frá tí hon fer ul
arbeiðis, ul hon fer
heimaftur. Tað verður
ongantíð til meira, ti
Parry verður jagstraður
av "Reyða Riddara-
num”, sum vitjar hann
á hestbaki. Jack er
innast inni eitt gott
fólk. Hann kemur eftir,
at hann fyri ein part
hevur ábyrgdina av
lagnuni hjá nýggja
vinmanni hansara, so
hann ger alt, hann er
mentur, fyri at fáa
Parry og Lydiu saman.
Leikhús Bio í næstu
viku.
Harley Davidson
og The
gt
Tað er ár 1996. Amer-
ika hevur júst hildið sín
220 ára dag, og eitt nýtt
vandamikið narkotiskt
evni, ið nevnist "Chrys-
tal Dream" er í umferð.
Vinmenninir Harley
Davidson og Marlboro
Man ittast á sínum fasta
vertshúsi, The Rock 'n“-
Roll Bar & Grill í Los
Angeles, og har frætta
teir, at húsið skal rívast
niður, tí leigumálið er
úti, og verturin hevur
ikki ráð at gjalda leig-
una, sum eigarin, ein
stórur banki, hevur
ásett.
Ta stóru pengaupp-
hæddina ætla teir at fáa
til vega við ráni, og
Marlboro Man
sjálvsagt velja teir at
ræna júst tann bankan,
ið er orsøkin til trupul-
leikan. Saman við
tveimum vinmonnum
steðga teir báðir einum
bili hjá bankanm og
rýma við ti, sum í bili-
num var. Tíverri var
hetta ikki pengar men
ein stór
"Chrystal
Bankastjórin Chance
Wilder er nevniliga eis-
ini narkohandlari. Hann
sendi nú sínar hjálpar-
menn við Alexander á
odda, eftir teimum báð-
um, og jagstranin byrj-
ar.
Leikhús Bio í næstu
viku.
nøgd av
Dream".
|
|
|