fríggjadagur 18. september 1992síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 tíðindablaðið |s0sialurin Nr. 177 — 18. september 1992
Ein næstan avlagdur siður
Gera enn
desir á
Sandi
Í dag nýta tey flestu, sum hoyggja hoydløgu ella
hoyggjhús, sum hetta verður kallað norðanfyri.
Men á Sandi er tað enn ikki óvanligt at síggja
desir, tó verða tær ongantíð so stórar sum fyrr,
tå ein var so høg, at Koltur dagaði undan
Hóast nútíðin við øllum
hentleikum og vansum
blómar eins lívliga í
Sandoynni og aðrarstaðir í
landinum, so kann tú enn
sígga siðir, sum eru
útdeyðir aðrarstaðir fyri
langari tíð sidan, vera ein
part av gerandisdegnum í
Sandoynni.
Mikudagurin var fyrsti
góðveðursdagur í land-
inum í drúgva tíð og hend-
an dagin nýttu sandingar,
sum vóru lidnir við hoyg-
gingina til at taka sáturnar
Hugnalig løta niðri á áarsandi. Teir gera des. Mynd
niður og gera des.
Vit eru staddir niðri á
árasandinum har Janus
Mohr á Sandi ger sína
næstu des í ár. Og hetta er
hátíðardagur , fleiri manns
hjálpa honum.
Desin er miðal stór, teir
hava 17 sátur, sum skulu í
desina og tað er ikki bara
at siga tað, at gera eina
des. Hoyggið má leggjast
væl, soleiðis at desin ikki
koppar. Onkuntíð hava
teir gjørt des vid 28
sátum.
%
: Kalmar
--Tað kom fyri onkuntíð,
at tær koppaðu, men hetta
hendi ikki ofta. Gamalt
var at seta pelar undir fyri
at styðja tær inntil tær
settu seg. Gamalt var, at
desir fóru ikki á høgætt,
men á lågætt, orsøkin er
helst, at sjålvdan er nógv
regn å høgætt, sigur ein
eldri sandoyingur.
—Tad fyrsta eg minnist
var tað næstan ongin, sum
hevði hoylggu. Sjálvt teir
stóru bóndurnir gjørdu
des, sigur hann.
Og tá tosað verður um
des á Sandi, so slepst ikki
uttanum at tosa um ta
stóru hjá Kálvi lítla, sum
skuldi vera so høg, har
hon stóð í Todnesi, at
Koltur dagaði undan, tá
teir tæktu hana við hálmi.
So stórar eru desirnar ikki
í dag, langt frá tíð.
--Nú er tað so lætt, sát-
urnar verða koyrdar til
traktori. Fyrr bóru menn
hoyggj úr øllum ættum og
tað var striggid. Men tað
var eisini ein
hátíðardagur, teir valdu
tann fyrsta
góðveðursdagin á heysti,
tað skal vera turt og ikki
ov nógv lot. Tá desin var
um at vera liðug, varð
skonkt, sigur heimildar-
maðurin.
Og hesin siður verður
hildin enn. Tá vit hugdu at
desgerðini, væntaðu fleiri
sátur í, at hon var liðug og
fi
sterkasti løgurin, ið
drukkin varð, var soda-
vatn. Men aftaná at desin
er liðug, so verður blóðið
tynt.
Tveir eldri manns standa
og kemba desini, so hvert
lagt verður á hana. Teir
standa við hver sínari rívu
og síga teimum yngru,
sum eru uppi á desini,
hvussu teir skulu leggja.
Mennirnir sum kemba
hava ábyrgdina av hvussu
desin fer at síggja út, tá
hon verður liðug, og frá
araldstíð hevur kapping
verið um at gera tær snoti-
ligastu desirnar.
Janus Mohr stendur her við fyrru desini. Hendan stendur heima við hús. Mynd:
Kalmar
--Fyrr nýttu vit hálm at
tekja tær við, men nú fæst
ongin hálmur. Eisini var
vanligt at taka stør av
Mølheyggjunum, at leggja
omanå. I dag verða posar
lagdir omanyvir, tá desa-
sneiðið er liðugt, sigur
heimildarmaðurin.
jústinus
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum vistu sam-
kenslu, tå okkara kæra
KATE NICLASEN
doyði og varð jarðað, takka vit hjartaliga.
Familjunnar vegna
Karl Niclasen, Sunnva,
Rannvá, Judith og Jákup
Frá
Tveroyrar
Sosialdemokratiska
Felag
Limafundur verður í Tvøroyrar skúla
mánakveldið 21. september kl. 20.00.
Politisku umboð felagsins vera við.
Tveroyrar
Sosialdemokratiska Felag