Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. september 1992síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 177 — 18. september 1992 kalla Rockall- Hattonpla- toið. Og her seta føroyingar eins stór ella stórri krøv enn hini londini. Hyggur tå í eitt undirsjóvarkort, so síggja vit, at Rockall- Hattonplatoiið meira vísir seg at vera eitt framhald av føroyska landgrunn- inum heldur enn at hava nakað við Bretland ella Skotland at gera. -Tað kunnu bretar ikki síggja burtur frá, tí veitin millum Rockallplatoið og Skotland er bæði djúp og breið men so er ein brúgv tvørturum, tann kendi Wyville Thomsen ryggur- in, sum gongur frå He- bridunum og upp móti Føroya Banka, og hetta er sjálvandi nakað, sum bret- ar brúka, tá teir gera síni krøv galdandi, og í veru- leikanum er tað grynri frá Hebridunum til Føroya Banka enn frå Føroya Banka til Suduroynna. So botnviðurskiftini eru ógvuliga ymisk og tískil er tað eisini sera torført at koma til eina greiða og nátúrliga niðurstøðu. Leingjan av ísroyska landgrunninum Føroysku krøvini til alt økid á Rockall og Hatton- platoinum, id liggur uttan- fyri føroyska 200 fjórð- ingamarkid, byggir å eina teori um, at hesin undir- sjóvar håslættin er ein nå- túrlig leinging av ti før- oyska landsgrunninum og ikki ti bretska. Men ta løtu, at ein vidgongur, ella tað verður staðfest, at Rockall-Hattonplatoið eis- ini er ein leinging av tí bretska landgrunninum, tá gongur hetta bretsku krgv- unum um, at talan er um ein felags landgrunn, á møti, og tað vil siga ein landgrunn, sum skal být- ast. Bretar siga nevniliga, at alt gkið: Føroyar, Rockall, Skotland er ein felags landgrunnur, og tá bæði Føroyar og Skotland eru á hesum landgrunni, so skulu vit bara finna eitt mark millum Føroyar og Bretland. Jarðfreðingar vita íkki nokk Her koma jardfrødiligir spurningar nógv inn í myndina, og tað verður ikki minni trupult út frå ti sannroynd, at jardarfrød- ingarnir vidganga, at teir enn vita ov lítið um alt hetta gkið. Tvs. at ein í veruleikanum kann koma út fyri, at nýggj kanning- arúrslit = stuðla henda partin og síðani hin ella skifuvís báðar partar. Jardfrødingar halda annars, at alt hetta økid er sera áhugavert av reint visindaligum orsøkum, tí tað sigur nógv um um, hvussu havbotnurin og londini hava ferðast, tvs. hvussu Atlantshavið bleiv til osfr. Árni Olafson sigur, at føroyska samráðingar- nevndin roynir at verja sjónarmiðið um, at mið- linjan er markið millum Føroyar og Bretland og haraftat at vísa á, at Rockall-Hatton-platoiið er okkara og ikki teirra. Arni Olafson heldur ikki, at yvirtøkan av und- irgrundini broytir nógv í samráðingunum við bret- ar. Tó kann ein møguliga standa eitt sindur betri, nú vit sjálvir hava avgerð- arrættin til undirgrundina. -Men heldur tú ikki, at partur av orsøkini til, at danir hava slakað fyri fóroyskum krøvunum kann vera tann, at teir vilja geva okkum betri kort å hondina i samrådingunum vid bretar? -Tað er ivasamt. Men sjálvandi må tað hava okkurt at siga, at bretar, sum samráðast við okkum nú vita, at tað eru før- oyingar sjålvir, sum eiga undirgrundina. Vit og teir - Men heldur Arni Olafson ikki, at krøvini hjá bretum mótvegis einum lítlum landi sum Føroyum eru ógvuliga órímulig og órættvís! -Hetta er bert eitt av nógvum stóðum í heim- inum, har bretar gera krøv síni galdandi, og tað er greitt, at teir, uttan at hugsa um, hvør mótpart- urin er, royna at fáa sum mest burtur úr sjálvir. -Men er tað ikki løgi0, at teir í sambandi við rætt- in til økid kring Falk- landsoyggjarnar brúka heilt onnur sjónarmið, en tey teir gera galdandi galdandi her í Atlantshavi, hóast umstødurnar eru meinlíkar? -Hatta er heilt van- ligt. Nógv lond koma í ta stóðu, at í einum máli brúka tey hesi argumentini og í einum ødrum heilt onnur. Hetta er brúkt og eisini viðurkent. Ein velur tey sjónarmiðini, sum gevur einum mest, og finnur so tey argument, sum stuðla hesi sjónarmið frægast. -Nú situr tú i samráð- ingarnevdnini, men skilur tú teir fóroyingar, sum eru í ødini inn á bretar, tí teir seta slík krøv! -Ég havi lagt merki til hasa reaktiónina. Men hetta er eitt øki, har allir royna at skava undir seg. Tað vit kalla órímuligt kalla teir rætt og rímuligt. -Men eg dugi íkki at síggja, at bretar skulu koma til nakað úrslit við at spæla so órímuliga út - ikki annað enn at styggja mótpartin sigur Arni Olaf- son at enda. Ph FÆRØERNE 4068. Få So - 1830. -780. NORDSØEN ENGLAND TYSKLAND A MÁ HOLLAND Hesi bæði kortini visa okkum umstrídda gkið, sum sjálvt jarðfréðingar vita so lítið um. Tvs. at teimum enn tørva upplýsingar fyri m.a. at kunna siga, um Rockala og Hatton-hålslættin er parur av føroyska landgrunninum, ti íslendska ella tí bretska ella al: er ein felags landsgrunnur. Vit síggja Wyville Thompson ryggin, sum gongur frå bretsku megin Føroyar-Hetlandsveitini og yvir móti Føroya Banka. Tað er henda ryggin, sum bretar brúka fyri at prógva sín rætt til eitt nú Rockalløkid. Bretar vísa eisini á, at tað er grynri millum Hebridurnar og Føroyar Banka og so Føroya Banka og Suðuroynna. Of A 0 ro EN