Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. september 1992síða 18

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 Hans J. Laursen, Føroyabankastjøri: Elektron ongan meguleika at kappast sum er -heldur ikki um vit síggja burtur frá prísinum, men eg havi stóra virðing fyri at tey á Elektron royna at gera sítt besta Nr. 178— 19. september 1992 Føroya Banki fekk mangt oman yvir sín kropp tá bankin valdi at taka meginpartin av EDV-virk- semi sínum úr Elektron, og flutti á donsku EDV-fyri- tøkuna BEC. Svarið hjá Sjóvinnubankanum var tá: Vit valdu ta føroysku loysnina. Men nú, bert fýra ár seinri, er sjålvt Sjóvinnu- bankin farin at ivast í ti han kallaði ta føroysku loysnina. Bankin umhugs- ar at fara sama veg sum Føroya Banki. Vit hava spurt stjóran í Føroya Banka, Hans J Laursen um hann enn heldur, at Føroya Banki tók eina rætta avgerð fyri fýra árum síðani -Eingin ivi um tað. Tað vit tá hildu okkum fáa, fingu vit eisini 100 pro- sent. Bæði hvat viðvíkur kostnaði og tænastu. Ég havi ongantíð ivast eima løtu í, at fólkini á Elektron duga sítt arbeiði, og at tey gera sítt ítarsta havi eg eisini stóra virðing fyri, men sum er hevur Elektron ongan livandi møguleika at kappast við tað, til dømis BEC kann bjóða. Heldur ikki, um vit heilt síggja burtur frá prísinum, sigur Hans J. Laursen. Føroyska loysnin!? Stjórin i Føroya Banka sigur seg harmast um, at hinir peningastovnarnir, sum fyri bert fýra árum síðani lýstu við, at teir hildu fast við føroysku loysnina, longu nú tá rokningin skal gjalnast, umhugsa at fara av land- inum Elektron hevði verið munandi betri fyri í dag, um hinir peningastovnarnir fylgdu Føroya Banka fyri fýra árum síðani, heldur Hans J. Laursen, Foóroyabankastjóri. Mynd: Kalmar -Um hesir fylgdu okkum tá, var Elektron í dag í eini nógv betri stóðu, enn felagið er. Elektron hevði fingið lagað seg eftir heilt broyttum umstødum, havt fleiri uppgåvur, og tey starvsfólk, sum tá høvdu verið ov mong, høvdu havt lættari at fingið annað starv enn tey hava í dag, sigur Hans J. Laursen. Avgerðin tíkin í Føroyum Tað hevur eisini verið kastað Føroya Banka fyri, at avgerðin, at flyta ein part av virkseminum til Danmarkar varð tíkin í Keypmannahavn. Hetta afturvísir Hans J. Laursen. Fyrst var tað stjórnin í bankanum, sum mælti til loysnina, og hesum tók nevndin undir við. Eisini bakkaðu tey starvsfólk í bankanum, sum arbeiddu innan hetta gki, avgerðina heilt og fult upp, sigur foroyabankastjórin. -Er nakar møguleiki fyri, at Føroya Banki flytur virksemi heimaftur? Nei,- tað letur seg als ikki gera, sigur Hans J. Lauritsen. tór.- .ttrottur GÍ roynir eftir fyrsta Silvurplássinum Spæla fyri at vinna, so fer at vísa seg, hvussu høgt tað røkk- ur á endatalvuni Í morgin fara GI og ikki so heilt få viðhaldsfólk um Suduroyarfjør. Nøkur siga seg rokna við, at GI verður føroyameistari í dag, men innast inni munnu tey flestu veranøgd, um Gi fær stig og harvið tryggjar sær annað- plássið og silvurmerkini, sum verða tey fyrstu av sín- um slag, GÍ vinnur GÍ var meistari í 1983 og 1986, og í 1987, 1990 og í 1991 vunnu teir bronsu, men nummar tvey hava ter ongantíð verið enn Taðeru bara tríggir leik- arar efur frá FM liðnum í 1986. Teir eru Pauli bróðir, Símun Petur og eg sjálvur, sigur Magni Jarnskor. Tað at fyri flesut av talan um besta úrslit nakrantíð, um vil siga leikarunum er vit røkka 2. plássið Tað fara vit at gera alt fyri at rókka. Uppskriftin er tann vanliga, vit spæla álopsfótbólt við fullari ferð. Vinna vit, so frætta vit av Svangaskarði, um tað verð- ur ul meira enn silvur, men tað kunnu vit einki gera við sjálvir. GI plagar ikki at standa seg serliga væl á Sevmýri. Fyrsti sigurin nakrantíð var í fjør, tá teir vunnu 3-2. Í 1990 taptu teir 2-0, í 1989 var TB ikki í 1. deild, og í 1988 vann TB 1-0. TB hevur í ár tapt tveir heimadysur - móti B68 og HB - og taðer sjón fyri søgn, at heiðursmerkjapláss ér søplad burtur á Sevmyri, har tvøråmenn annars plaga at býta rættuliga frá sær. Umframt tey bæði tapini, so eru sug mist í javnleikum mót Klog VB. Við sigri á GI endar TB omanfyri miðuna, og einki er at ivast í, at tað fara teir at gera sitt Ítaggta fyri at megna. -nn-