týsdagur 22. september 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 179 — 22. september 1992 tíðindablaðið
Landsskúlastjórin um
musikknevndina:
V =. = =
elji ikki
=
umboð fyri
Í Á Á
lvstið
Tað er gott at skifta neyndar-
limir út, sigur Hensar Ellings-
gaard, sum onga orsøk heldur
seg hava at spyrja Klaksvíkar
Kommunu fyrst
Klaksvíkar Býráð hevur
mótmælt, at landsskúla-
stjórin nú hevur valt annað
umboð í sokallaðu grein 7
nevndina í samband við
musikkskúlar enn Alex
Sólstein, sum hevur um-
boðað Norðuroyggjar í
nevndini seinastu átta ár-
ini. Býráðsformaðurin í
Klaksvík, Oli Heinesen
sendi landsskúlastjóranum
mótmælisskriv, har hann
eisini mótmælti, at Klaks-
víkar Kommuna ikki hevur
verið spurd.
Hensar Ellingsgaard,
landsskúlastjóri sigur, at
nevndin skal veljast á
hvgrjum ári at ráðgeva
musikkskúlastjóranum.
Fyrstu ferð, nevndin varð
vald, var í 1984, og tá vóru
Havnar Kommuna og
Klaksvíkar Kommuna
bidnar um at tilmæla
nevndarlim ur hesum
økjum, men sidani tå hava
eingi by- ella bygdarråd
verið spurd. Landsskúla-
Klaksvíkar býráð hevur havt til viðgerðar skriv tykkara dagf. 7. sept
Sida 7
klaksvikar
<—3 kommuna
198% um
uppskot til lim í nevnd at umboba musikkskúlarnar
Samtykt var at væla til, at Alex Sólstein, skúlastjóri, Klaksvik verbur valdur
sum umboð fyri Norðoyggjar.
Sagt verður frá hesum.
b. v.
A. lómaklett
Í 1984 varð Klaksvíkar Kommuna biðin um at koma við
einum uppskoti til neyndarlim. Tá boðaði kommunan frá,
at Alax Sólstein skuldi umboða Norðuroyggjar. Fyri
Klaksvíkar Býráð skrivaði A. Lómaklett, sum tá var
formaður í Mentamålanmevndini, undir brævið til lands-
skúlafyrisitingina. Nú hevur landsskúlastjórin avgjørt at
velja Lómaklett í neyndina fyri Sólstein.
stjórin sigur, at hann hevur
valt nevndarlimirnar eftir
bestu sannføring, og tað
gjørdi hann eisini hesaferð.
Hevur tú verið misnøgd-
ur við Alex Sólstein sum
nevndarlim?
-Nei, men eg havi hildið,
at gott var at fåa annad
umboð nú. Folk mugu ikki
halda, at eru tey einaferð
vald í eina nevnd, so skulu
tey sita har fyri lívið, sigur
Hensar Ellingsgaard sum
heldur, at Klaksvíkar Bý-
ráð heur yvirreagera í
hesum máli, sum hann tek-
ur til.
Landsskúlastjórin leggur
aftrat, at fleiri kommunur
eru í hvgrjum musikk-
skúlagki, so ikki ber til at
spyrja allar til ráðs um
hvgnn nevndarlim tey
ynskja í grein 7 nevndina.
tór.-
Slongdur
av sukkluni
Um attatíðina sunnukvøld-
Vági. Ein 15 ára gamal
ið hendi eitt ferðsluóhapp í drongur kom súkklandi
oman gjøgnum Krosslåg
brekkuna, og rendi å ein
persónbil, sum kom koyr-
andi eftir niðara vegi og
vestureftir
Politiið í Suðuroy sigur,
at bilførarin hevði ongan
møguleika at sleppa undan
samanbrestinum, og til alla
lukku koyrdi bilurin ikki
hart. Drongurin rendi inn í
framskermin á bilinum,
varð síðani slongdur upp í
rutin, sum brotnaði og har-
næst í leysari luft tvørtur
um bilin
Kommunulæknin kom å
staðið og tók drongin vid
sær ul viðgerðar. Poliuið
sigur, at drongurin meiddi
seg nakað, men var sera
heppin at sleppa frá óhapp-
inum sum hann gjørdi.
tor.-
Brennur
næstan
At brennistødin i Leirvik
stendur óvirkin stóran part
av tíðini, sum føri hevur
verið fram í samband við
ætlanina at brenna mest
møguliga rusk á Sandvik-
arhjalla, er ikki beint. Tað
sigur Poul Andr. Joensen,
stjóri í IRF. Støðin hevur
ivaleyst at brenna. Støðin
brennur samanhangandi í
14 dagar og liggur bert
sull annaðhvort vikuskifti,
sigur Poul Andr. Joensen.
Seinasta ár brendu teir
stivliga 13.000 tons á stød-
ini í Leirvík.
Spurdur hvat hann sigur
til ætlanina at brennna ein
part av ruskinum å stødini
í Havn, sum nú verður
brent í Leirvík, sigur IRF-
stjórin, at tænir hetta eitt
nú Hitafelagnum ljóðar tað
skilagott, men hann leggur
aftrat, at hetta má ikki
kosta IRF ella kommunun-
um nakað eyka.
tór.-
TOP
Tórfinn Smith,
blaðmaður,
skrivar:
Eini 120 fólk úr almennu umsitingini fingu allan
seinasta leygardag at ganga við at verða kunnað um
ymisk viðurskifti í samband við komandi
meirvirðisgjaldsskipanina, sum skal virka frá 1.
januar. Sum skilst var hetta bert eitt stig á leiðina at
kunna fólk um nýggju skipanina, tí ivamálini eru
sera mong, og mangt tykist sera fløkt og ikki sért
logið.
Eisini innan ítróttin eru nógvir løgnir spurningar.
MVG ger veruliga mun á, um bólturin verður
sparkaður ella tíkin við hondunum. Tað kann tykjast
løgið, at er talan um fótbólt, og professionellir leik-
arar eru á báðum liðum, skal MVG rindast, men er
hinvegin talan um t.d. hondbólt, skal MYG rindast
um professionellur leikari bert er á øðrum liðnum.
Viðvíkjandi gisting verður ikki minsti ruðuleikin.
Kemur ein útlendingur til Føroya og gistir á gisting-
arhúsið, skal hann ikki rinda MVG av gistingini.
Men hvør er útlendingur og hver er føroyingur.
Sambært heimastýrislógini er føroyingur ein danskur
statsborgari, sum býr í Føroyum. Við øðrum orðum:
Ein føroyingur, sum býr i Danmark, skal sostatt ikki
rinda MVG av gisting í Føroyum.
Tað er sanniliga at vóna, at tey, sum skulu umsita
skipanina, vera væl fyri, tá tann tíðin kemur.
Eitt gott hevur MVG-skipanin við sær,- ella rættari
óttin fyri henni. Tað er, at nú er styttri millum
hamarsløgini og fólk, sum fåast við húsabygging,
hava nakað at triva i.
Hetta eigur at hjálpa nakað um tey sera ljótu tel,
hvat arbeiðsloysinum viðvíkur. Arbeiðsloysisskip-
anin er kærkomin fyri mong, men tíverri vísir tað
seg, at har eru álvarslig brek. At tað skal loysa seg
betri peningaliga, at verða koyrdur heilt úr arbeiði,
enn at fara ul dømis í hálva tíð, kann ikki vera beint
Nú frættist, at vit fáa helst nýggjan løgmann 1
desember, men hvor avloysarin hjá Atla verður, er
enn Ovist. Tað er bert at vóna, at tað fer at eydnast
Javnaðarflokkinum at finna rætta avloysaran, sum
allur flokkurin kann standa saman um. Hver hann so
verður, eru avbj6dingamar stórar í hesum døgum
Tíðindini um seinasta bragdið hjá løgmanni um
yvirtøka av ráðevnunum í føroysku undirgrundini
komu sera væl við. Væl hevur verið telvað frá
føroyskari síðu. Hóast eingin má rokna við, at
oljukrónur í hópatali fara at renna í tóma
landskassan nú fyrsta dagin, góvu hesi tíðindi
okkum hóast alt boð um eitt sindur av optimismu
Tað høvdu vit veruliga brúk fyri
At halda opumismuni uppi kann tykjast sera trupult í
øllum tíðindameldrinum um neyð og falittir. Flestu
kommunur eru sera illa fyri, og tær hava ringt við at
halda sínar skyldur. Á Sandi standa tey try
røktarheimini skjótt liðugt, men vandi er fyri, at ráð
verða ikki fyri at lata tey upp. Onkur barnagarður
hevur verið afturlatin av sømu orsøk, og menn eru
farnir at tosa um at seta kommunur undir umsiting.
Hetta eru lid hugalig tíðindi at fáa, men hendan
myndin er kortini ikki av leið. Tað liggur tí ein sera
stór ábyrgd á øllum pørtum,- landsstýri, bý- og
bygdarráðum, peningastovnum, idnadinum o.g. at
gera sítt ítarsta so ein glotti aftur kann hómast fyri
framman. Hóma vit ikki skjót ein tilikan glotta, er
vandi fyri, at tað verður seinur dagur, til hetta
samfelagið kemur fyri seg aftur