Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. september 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 179 — 22. september 1992 tíðindablaðið Síða 13 ítróttur Jens Martin var þara allastaðni Hóast GÍ spældi sera álopskent á Sevmyrt, vóru løtur við TB-trysti, ið kundu kosta nógu fyri GÍ. Men landsliðsmálverjin Jens Martin Knudsen tók sær bara av tí heila i. deild, menn. TB-GI 0-3 (0-1) 0-1: Per Dalheim 0-2: Símun P. Justinussen (br.) -3: Símun P. Justinussen Einasta lið, ið kundi hótta toftamenn í dystinum um føroyameistaraheitid hesa- ferð, var GÍ. Hetta vóru gøtumenn sera væl greiðir yvir, og sást tað eisini á spælinum frá fyrsta bríksli av, táGÍ leygardagin - var á Sevmyri og skuldi fáa so mong mål sum gjørligt móti TB, samstundis sum øll vónin var hongd á, at NSÍ samstundis megnaði at vinna á grannunum úr B68. Sum sagt, so legði GI hart út, og eftir at eitt mál hjá Símun Peturi Justinussen varð kolldømt fyri rang- stóðu og hann hevði brent ársins mest upplagda mál- kjans, eydnaðist tað gøtu- monnum at koma á odda. Klassamál eftir bókini Hetta var eisini eitt mál í tí klassanum, sum verða gjørd eftir bókini. Tað vóru teir tríggir Jarn- skor-beiggjarnir, ið áttu „uppspælið. Henning fekk fatur á béltinum afturi í vinstru síðu, spældi fram til Magna, ið sendi Paula av- stað. Pauli rak nakað fram og so sendi hann bóltin inn fyri til Per Dalheim, ið bert Skuldi seta innarsíðuna á fótinum á, so var stødan 1-0 til GI. Tað, sum ikki minst hevði sett ferð á gøtumenninar, vóru tæíðindini av Toftum um, at NSI var á odda 1-0. Og kláraði NSÍ so bert at halda sær á odda, skuldi GI sjálvt syrgja fyri restini við so mongum málum sum gjørligt. Men eftir hetta eina målid var tað, sum um GÍ steðgaði eitt sindur upp, meðan TB fekk rættiliga fótin fyri seg og royndi at koma inn í dystin. Hetta eydnaðist eisini heimaliðnum fyri ein stóran part, men kortini ikki heilt. Knudsen stjól myndina TB hevði ein kjans fyri og annan eftir, og fleiri ferðir vóru teir næstan heilt inni á strikuni og royndu seg við brádligum atsóknum úr trunkanum, men royndirnar hjá TB at koma við í mynd- ina vórðu ul fånytist, ti ein annar persónur fullkomu- iga stjól myndina — nevni- liga landsliðsmálverjin Jens Martin Knudsen. Hann tók snøgt sagt alt, og hann var sum ein leyva yvir bóltinum og helt honum, hvussu so tvøroyrarmenn royndu at fáa hesa vælsignaðu leðurkúluna inn um hann. Og sostatt sluppu gøtu- menn heilskapaðir til hálv- leikssteðgin, har teir eisini frættu, at nú var stødan 2-1 til B68 á Toftum móti NSÍ. Tá tað so frættist nakað inn í seinna hálvleik, at nú hevði NSÍ javnað til 2-2, kom aftur futtur í GÍ, og tað málsgkjandi og álopskenda spælið varð funnið fram aft- ur, so kjansurin ikki skuldi fara til spillis av egnum áð- um, eydnaðist NSÍ at vinna á Toftum. GI fekk eisini økt um leiðsluna, tá einir 15-20 minuttir vóru farnir. Hetta hendi við brotssparkið, ið Símun Petur Justinussen setti í netið hjá Rolf í TB- málinum. Tórfinn Mortensen tók inni í brotsteiginum beinini undan Paula Jarnskor, og tað førdi við sær brotsspark og gult kort til Tórfinn, men tað hugaði honum eftir øll- um at dóma als ikki. Hann royndi munnliga — við stór- um og óendurgeviligum glosum — at fortelja dómar- anum Nemusi N. Djurhuus, hvat hann helt um dómin, og hetta endaði so við, at Nemus kendi seg noyddan at geva manninum reyða kortið, so TB mátti spæla gott og væl tað síðsta korterið við tíggju monnum. Sigurin ikki nóg mikið Ikki so langa tíð aftaná hetta rokilsi økti GI til 3-0, tá Símun Petur fekk fatur á einari afturlegging hjá Birg- iri Dimon. Tað sá tó út til, at hesin kjansurin fór at fara fyri skjeyti, tí í fyrsta umfari fór bólturin nakað langt frá Símun Peturi. Málverjin hjá TB ivaðist, um hann skuldi fara út ímóti ella ikki, og hetta førdi við sær, at hann gjørdist ov seinur, og tað eydnaðist akkurát Símun Peturi at seta fótin undir bóltin og fáa sent hann upp um Rolf í tað tóma TB-mál- ið. Men hóast GÍ fekk bjarg- að sær sín næsta sigur á Sev- mýri yvirhøvur, so gjørdist tað ikki meira enn nóg mik- ið tilatrøkka silvurið, ti B68 vann sín dyst á NSI 4-2 og harvið eisini FM-heitið. Men silvurið gevur so GÍ pláss í UEFA-Cup næsta ár — sama kjans, liðið hevði í ár, men ikki gjørdi nýtslu av. Hesaferð er einki, ið bendir á, at GI fer at halda seg aftur. Heldur ikki, hóast liðið kann rokna við at skula vera menn sum Magna Jarn- skor og Per Dalheim fyri- uttan i komandi kappingar- årinam. Tað frættist, at hesir báðu" leggja leiðina niður til Danmarkar. pr |; 2. deild LIF-Si 7-0 (10) Tað tók leirvikingum drúgva tíð at fáa gongd á spæl og skoringar, tá nið- urflytingarhóttu serving- arnir vóru á vitjan. Men tá Meinhardt Dalbúð hevði givið teimum ein uppsang í steðginum, og teir frá áskoðarunum høvdu frætt, at fuglfirðingar 1. hálvleik hevdu skotið fleiri mál á Eiði, tóku teir annað skinn um bak. Seks mál fingu teir eftir steðg- in, og tað kundu væl kom- ið fleiri. Nervar vóru uppii frá byrjan, og tað tóktist trupult at fáa spælið at hanga saman fyrstu letu- na. Gert Langgaard fekk hol á, tå 21. min vóru leiktir: uppspæl í hegru og innlegg hava trunkaspæl við sær, og Langgaardarin fær síðstu tánna á. Etir steðgin var Kristi- an upp á spæl í 1. minutti, og so hefti ikki fyri. Seks minuttir seinni legði Arni sítt klípi aftur at sigri- num. Hann lobbaði upp um málverjuna eftir upp- LÍF í hopla spæl frá Kristian og Kaj Eli. 10 min. seinni varð Arni rikin av velli eftir saman- brest við verjuleikara, men tað tóktist ikki merk- ja býti av spæli og møgu- leikum. Sørvingar mundu hava frætt, at hvalbingar bukaðu HB niður í 3. deild. Í hvussu so er gjørd- ust teir alt tamari, alt meðan gleðisrúsurin inni á og kring vellin ektist, og tá Kaj Eli í 69. min sleyt seg leysan, økti til 4—0 og staðfesti seg sum topp- skjútta í deildini, settu teir uttanfyri vellin band- ið við nýggja LÍF sangi- num á! Hjerleif skoraði í 72. min. eftir uppspæl í høgru, Gert økti tveir minuttir seinni, og trígg- jar minuttir undan leik- loki staðfesti Páll Suni sigurin við dundurskoti úr 18 metra fjarsteðu. Fagnaðurin tók ongan enda eftir dystin: LÍF er eftir fýra ára fráveru aftur í 1. deild. Canon BP25-D rokni- maskina Sigur ikki eitt kis. Vanligur prísur kr. 1.800,- Tilboð kr. 1.300,- avmarkað nøgd -Mac =—- Sverrisgøta 9, box 118 110 Tórshavn Tlf. 10400, fax 10915